Lýsing

Ááá… denn deiligi 14. septembur!

Tað, sum vit í Føroyum eru mest errin av í dag. Og tað, sum skapar okkara mentan, búskap, samfelag og framtíðarmøguleikar. Tað er úrslit av teirri einastandandi megi, ið djørv fólk prógvaðu á fólkaatvøðuni 14. septembur fyri júst 75 árum síðani. Tá ið tey ikki lótu seg hótta, men atkvøddu fyri loysing. Annars høvdu vit verið sum Hetland í dag. Men nú kunnu vit skjótt taka endaligi stigið og gerast sjálvstøðug tjóð.

Høgni Hoydal

“Øøijj. Kom nú víðari! Ikki liggja og tvassa um 1946. Hatta er so gamalt! Vit liva í 2021!”

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt fólk siga hetta?

Og ja. Sjálvandi kann tað vera troyttandi, um søgan bert verður brúkt til at líta aftur eftir og dyrka farnar hendingar. Men uttan søguna kunnu vit ikki skilja nútíðina ella skapa framtíðina.

Tað løgna er, at vit siga neyvan tað sama, tá ið vit nú á døgum øll standa saman um flaggdagin 25. apríl, og viðgera týdningin av Merkinum, ið varð viðurkent fyri 81 árum síðani.

Vit hoyra ikki tað sama, tá ið vit hittast og fegnast á ólavsøku, sum í roynd og veru er hátíð fyri norskum kongi, ið doyði á Stiklastøðum fyri 1000 árum síðani.

Havi heldur ikki hoyrt tað sama, tá ið vit av óskiljandi orsøkum í Føroyum skulu minnast danska grundlógardagin, tá ið danska fólkið í 1849 fekk eina fólkaræðisliga grundlóg. Sum vit ongantíð hava samtykt, men sum síðani hevur brúkt til at nokta Føroya fólki sama rætt til sína egnu grundlóg og stjórnarskipan.

Og hava tit nakrantíð hoyrt nakað fólk í USA siga: “Gevst nú við hasum gamla tvassinum”, tá ið tey støðugt heiðra og brúka og byggja á sína stjórnarskipan frá 1776?

Hví slíkt hatur?

Men í Føroyum hava vit hvørt einasta ár henda dagin – so vist sum sjóvarfallið – sæð onkran rasandi fólkaútspillara øsa seg upp í lesarabrøvum. Har hann leggur eftir loysingarfólki og kallar tey “húðaskógvafólk”, eina “sekt”, “danskarahatarar” og annað tílíkt.

Er tað ikki ómetaliga stuttligt og merkisvert, at ein fanatikari kann øsa seg soleiðis upp um fólkaatkvøðuna í 1946 – og so kalla onnur fanatikarar? Eg haldi, at hetta er kostiligt.

Vit hava bert einaferð havt eina demokratiska, fólkaræðisliga atkvøðu í Føroyum um, hvørt vit eru ein tjóð, ið vil eiga sítt egna land og stjórna sær sjálvum.

Vit søgdu ja, hóast vit vórðu hótt við báli og brandi.

Tey róptu BØØØ…

Ongin Tjóðveldisflokkur var til tá. Fólkaatkvøðan 14. septembur varð trýst ígjøgnum av donsku stjórnini saman við sambandsflokkunum á løgtingi. Tey vildu hava hana.

Og hetta var ein fólkaatakvøða, sum hvørki er sædd áður ella síðani í heiminum. Danmark varð trýst av Sameindu Tjóðum til – eins og onnur hjálandaveldi – at avgreiða sínar koloniir eftir seinna veraldarbardaga.

Panikkur kom í. Og hendan fólkaatvøðan hevði ikki til endamáls at geva fólkinum eitt frælst val, soleiðis sum ST-samtyktir fyriskriva.

Nei, hetta var ein fólkaatkvøða, sum skuldi ræða føroyingar at samtykkja eitt uppskot frá donsku stjórnini, har vit við fólkaatkvøðu løgdu okkum undir Danmark. Og sum gjørdi okkum til ein danskan landslut við ein sokallaðum heimastýri, sum vit kundu hava “på grund af særlige særpræg” í hesum donsku oyggjum, soleiðis sum danska stjórnin legði okkara støðu út.

Tí varð avgjørt saman við sambandsflokkunum á løgtingi, at her skuldi rópast “BØØØ” ímóti Føroya fólki. So tey skuldu kenna seg noydd at velja seg inn undir Danmark og danskt heimastýri.

Atkvøðan var sett upp sum antin-ella: Antin seta tit kross fyri at gerast danskur landslutur, ella mugu tit seta kross fyri at taka undir við “løsrivelse” – loysing. Eitt orð, sum skuldi ræða fólk og geva eina ímynd av at missa alt samstarv og grundarlag.

Ongin føroyskur flokkur tá, tók undir við hugsanini um loysing. Og sambært skjølum, so roknaðu danska stjórnin og teir føroysku sambandsflokkarnir við, at í mesta lagi eini 15-20% av fólkinum fóru at atkvøða fyri loysing.

…men fólk úr øllum flokkum og bygdum bjargaðu okkum

Men tey undirmettu fólkið. Gjøgnum alt summarið ferðaðist eitt lið av fólki, kring allar oyggjar, býir og bygdir, og agiteraðu fyri at atkvøða ja fyri loysingini á fólkaatkvøðuni 14. september.

Og tað eydnaðist! Ímóti øllum forsagnum, tók ein meiriluti av Føroya fólki undir við at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Hóast meginparturin av monnunum vóru til skips undir Íslandi, sum uttan iva høvdu atkvøtt fyri loysing.

Kvinnur og menn úr øllum flokkum, ið tá vóru til: Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum lótu seg ikki ræða, men atkvøddu fyri at eiga sítt egna land og hava sjálvsavgerðarætt sum tjóð. Tey vildu ikki geva tjóðarrættin frá sær.

Og tey bjargaðu okkum. Annars høvdu vit, sum í dag liva og okkara eftirkomarar, ikki havt rættin til at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð og at gjørt øll tey framstig fyri Føroyar, ið vit síðani hava framt.

Vit meintu tað ikki allíkavæl?

Ja, vit vita, hvussu leikur fór. Víst fór afturhaldið og valdið í gongd sum altíð við at bróta tað niður, sum var vunnið. Tey søgdu: “Nei, vit meintu tað ikki allíkavæl! “Tvætl eg lúgvi alt!” Tað var ov ógreitt! Hetta var ikki rætti mátin! Hetta var danskarahatur! Hetta var fíggjarligt óðamannaverk.” Hóast tey sjálv høvdu útskrivað fólkaatkvøðuna og sagt seg vilja fylgja henni.

Leiðararnir hjá sambandsflokkunum á tingi sendu telegramm til donsku stjórnina um at leggja seg út í úrslitið og strika tað, áðrenn Løgtingið tók næstu stigini at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð.

Danska stjórnin upploysti Løgtingið, sendi tvey krígsskip til Føroya, klár at taka valdið, og góvu løgregluni boð um at handtaka løgtingsfólk, um tey møttu upp á tingi. Tíverri møtti bert ein tingmaður upp.

Og síðani trýstu tey eina heimastýrisskipan ígjøgnum, sum fólkið hevði vrakað. Hetta hevði onki við fólkaræði at gera.

Men vit bjargaðu okkara tjóðarrættindum

Hóast hetta. Av tí, at vit ikki atkvøddu okkum undir eina aðra tjóð. Av tí, at vit hildu fast um sjálvsavgerðarættin og rættin at taka avgerðirnar sjálv. So endaðu vit ikki sum Hetland, ið bert bíðar eftir avgerðum hjá øðrum, misti sínar menningarmøguleikar, mál, samleika og mentan, og er vorðin samrunnin partur av øðrum ríki.

Hetta tí tjóðskapar- og fullveldisrørslan hevur hildið fram hvønn dag síðani fólkaatkvøðuna Og áhaldandi vunnið sínar sigrar, hóast tað hevur verið sum ein góður føroyskur dansur: Tvey stig fram og eitt aftur.

Okkara framstig eru uppá tross av heimastýrinum

Vit hoyra fólk siga: “Júmen, vit eru so fræls í hesum sokallaða “ríkisfelagsskapinum””.

Men veruleikin er, at tað, sum vit eru mest errin av í dag og gevur okkum møguleikar. Og tað, sum vit standa saman um í dag sum okkara størstu virði, er hent, tí vit ikki góðtóku avmarkingarnar í heimastýrinum. Tað er hent uppá tross av heimastýrinum.

  • Tey søgdu, tað var ikki lov sambært heimastýrislógini, at vit høvdu egið fiskimark og undirgrund. Vit gjørdu tað allíkavæl!
  • Tey søgdu, tað var ikki lov sambært heimastýrislógini, at vit gjørdu avtalur við onnur lond. Vit gjørdu tað kortini!
  • Tey søgdu, at okkara ítrottarfólk høvdu ikki lov sambært heimastyrislógini, at fara út i heim undir egnu flaggi. Vit gjørdu tað allíkavæl!

Og er tað ikki einastandandi, hvat hevur borið til við tí hugsjón og teirri avgerð, sum varð tikin 14. september?

Øll tey málini, sum fingu so nógva mótstøðu. Sum vórðu skírd veruleikafjar og droymaraskrøgg og óðamannaverk og danahatur. Men sum kortini støðugt vunna frama – og sum ongin kundi ímyndað sær at verið fyriuttan í dag:

Føroyskt mál og mentan. Vegir og havnir og telesamskifti. Føroyskt fiskimark og undirgrund og egnar vinnumøguleikar. Sjúkrahúsverk. Føroyskar skúlar og Fróðskaparsetur. Mentan og list í heimsflokki. Umhvørvisvernd og grøna orku. Javnstøða og rættindi hjá samkyndum. Egnar avtalur við onnur lond. Barnagarðar og at taka okkum av okkara egnu borgarum við serligum tørvi. At fara útí heim undir egnum flaggi. Ikki at fara við Danmark inn í ES, har vit vóru so nær við at enda innanfyri. Egnar pensjónir og barsilsskipan. Bústaðir og Húsalánsgrunnurin. Og so framvegis og so framvegis.

Og at gera okkum leys av tí sonevndu donsku ríkisveitingini ella blokkerandi blokkinum. Har vit sum ein av heimsins ríkastu tjóðum so væl kunnu taka tey seinastu 3% burtur. Og skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð, ið samstarvar á jøvnum føti við allan heimin.

Ein fagnaðardagur

Tí siga vit: Áaa, denn deiligi 14. septembur!

Hesin dagur eigur at fáa okkum at fagna framtíðini. At fevna felagsskapin. At virða tey, sum góvu okkum henda møguleikan. At hugsa um fólkaræði og sjálvsvirðing, og hvat tað kann skapa í samfelagnum.

Á komandi fólkaatkvøðu um tær frælsu Føroyar, fara fólk úr øllum flokkum, meðan tey atkvøða ja fyri sínum egna landi at senda mildar tankar til tey, ið tordu at gera tað fyri 75 árum síðani.

Góðan 14. septembur!

E.S. Eg skrivi tilvitað 14. septembur við -ur, hóast orðabókin sigur september. Hetta í virðing fyri minninum um Dia Ellindsson, sála, ið andaðist fyri mánað síðani. Hann var skemtiligur, sosialur, hjartaligur og virkin tjóðskaparmaður, sum vit sakna sáran. Og hann fýltist í einum lesarabrævi í blaðnum 14. september á, hví vit ikki skrivaðu mánaðirnar við -ur, sum sagt verður í øllum málbrigdum um Føroya land.

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X