Lýsing

Løgmaður niðurger føroyingar og falsar søguna

Vit í Tjóðveldi taka sterka frástøðu frá orðum løgmans í grein til danskar miðlar um hernaðar- og verjumál í Føroyum. Og vit halda, at hann eigur at geva fólki eina umbering beinanvegin

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldi

Riddarakrossur løgmans hevur eftir øllum at døma givið úrslit umgangandi. Í uppaftur størri undirbrotligheit mótvegis donskum myndugleikum. 

Riddarakrossurin verður jú ikki givin til fólk í øðrum tjóðum sum heiður fyri samstarv, soleiðis sum fleiri tykjast at hava fingið fatan av í Føroyum. Riddarakrossurin verður sambært reglunum bert givin til tegnar (undersåtter) hjá danska kongsvaldinum, ið hava verið serliga loyalir mótvegis Danmark og donskum áhugamálum. 

Og hóast eg ikki hevði trúð, at løgmaður yvirhøvur kundi níga djypri fyri valdinum hjá Danmark, so hevur tað mín sann eydnast. 

Heldur enn at umboða føroyskt fólkaræði, tað tingið og tað fólkið, sum hevur valt hann, so hevur løgmaður sjálvur sent danska miðlinum “Altinget”, eina grein á donskum um hernaðarmál og verjumál í Føroyum. 

Traðkar á føroyingar og Føroya Løgting

Greinin kundi fyri tað verið skrivað í danska Forsætismálaráðnum.

Í greinini sigur løgmaður alt, sum danskir myndugleikar ynskja – ja, og verri enn tað. 

Løgmaður niðurger beinleiðis føroysku tjóðina og Føroya Løgting og sigur, at føroyingar “kunnu ikki altíð flúgva undir radaranum” í hernaðar- og verjumálum. Og at føroyingar og Føroya Løgting hava runnið undan ábyrgd og ikki givið sítt íkast til “eina felags verju” í Norðuratlantshavi gjøgnum tann sonevnda “ríkisfelagsskapin”? 

Søgufalsan av teimum stóru

Hvør skal siga: Danmark og onnur lond hava vart okkum stakkals føroyingar í hernaðar- og trygdarmálum, meðan vit bert hava sitið upp afturá og brúkt munn!

Hetta er grovari enn grovt. Og so beinleiðis illoyalt ímóti føroysku tjóðini og Føroya Løgtingi. Av Føroya løgmanni…

Eg má spyrja: Hvat billar løgmaður sær inn? Hann selur føroyingar og niðurger okkum í altjóða samfelagnum – og falsar okkara søgu til tess at níga fyri danska valdinum. 

  

Veruleikin er, at føroyingar og Føroya Løgting hava ongantíð “flogið undir radaranum” ella runnið undan nakrari ábyrgd í hernaðar- og verjumálum. 

Føroyingar hava latið nógv meira enn flestu lond í vesturheiminum

Tvørturímóti. Føroyingar hava gjøgnum ættarlið livað við álops- og krígshóttan, og hetta hevur havt øgiligar avleiðingar fyri fólkið, gerandisdag, vinnu og búskap í landinum.

  • Undir bæði fyrra og seinna veraldarbardaga noyddust føroysk sjófólk at verja seg sjálv við at royna at skaffa sær vápn, tá ið tey sigldu vandasjógv og vórðu álopin av týskum kavbátum, flogførum og krígsskipum. 
  • Undir seinna veraldarbardaga lótu 226 føroyskir sjómenn lív, tá ið teir sigldu vandasjógv fyri tey sameindu og fyri Føroyar. Fyri tey og teirra familjur, og fyri bygdir, vinnu og búskap, vóru øgiligar og ræðuligar avleiðingar.
  • Hetta svarar til , at føroyingar mistu á leið 1% av fólkatalinum. Nógv meira enn flestu lond í Evropa mistu í krígsárunum. 
  • Um Danmark hevði mist tað sama undir seinna heimsbardaga, hevði tað svarað til 30.000 fólk, men Danmark misti minni enn eina promillu og samstarvaði annars neyvt við tað land, ið byrjaði kríggið.  

Í nýggjari tíð var heldur onki fólkaræði

  • Danmark hevur ongantíð vart Føroyar og føroyingar í hernaðar- og trygdarmálum. 
  • Hinvegin hevur Danmark – uttan at spyrja føroyingar eftir, og hóast Løgtingið mótmælti – sett upp ein “Early-Warning”-hernaðarradara og eina lurtistøð í Føroyum í 60-árunum. 
  • Tað er søguliga staðfest, at henda hernaðarútgerð gjørdi Føroyar og allar føroyingar til kjarnorkubumbumál í einum møguligum heimskríggi millum stórveldini – meðan Danmark als ikki hevði slíka støð ella var bumbumál. 
  • Tað er staðfest í frágreiðing frá Føroya Landsstýri, at Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland sum “hernaðar-kort” mótvegis NATO til tess at spara sínar egnu útreiðslur mótvegis NATO. Bara í árunum frá 1976 til 1989 spardi Danmark 85 milliardir krónur við at brúka Føroyar og Grønland til hernaðar- og bumbumál. 
  • Føroyingar og Føroya Løgting hava ongantíð góðtikið, at okkara land og fólk verða brúkt í hernaðarspælinum hjá Danmark og stórveldunum, men hava kravt, at vit sjálv skulu taka avgerðirnar.

Løgmaður má biðja um umbering

Føroyingar og føroyska tjóðin hava sostatt verið í krígsins eyga, hvørja ferð kríggj og hóttanir hava leikað um okkara leiðir.

Familjur og bygdir hava offrað ómetaliga nógv og mist síni kæru í stórum tali. Føroyska samfelagið, vinnan, buskapurin og menningarmøguleikarnir hjá okkum hava verið ómetlaiga nógv ávirkaðir av teimum avgerðum, sum onnur hava tikið yvir høvdið á okkum.  

Men Løgmaður ger okkum í donskum miðlum til ómyndingar, ið renna undan ábyrgd. Hann niðurger øll tey, ið hava mist og kent øgiligar avleiðingar. 

Við hesi grein hevur løgmaður longu selt Føroyar og føroyskt fólkaræði og søgu. 

Hetta góðtaka vit als ikki. Løgmaður er valdur at umboða føroyska fólkið og Føroya Løgting – og ikki at ganga ørindi fyri donsk ella útlendsk áhugamál og at falsa søguna hjá føroyingum.

Vit vilja vinarliga biðja løgmann um at geva øllum teimum føroyingum, ið ongantíð «hava flogið undir radaranum», men hava livað mitt í og við krígsins ræðuleikum, eina umbering beinanvegin. 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad