Lýsing

“Effektivisering” á dagstovnaøkinum og í eldrarøktini, er ov dýrt í longdini – fyri menniskjuna og kassan

Hevði tú hugsað tær, at farið til ein frisør, sum hevur tríggjar kundar í senn og ein bitleysan saks í  hvørjari hond og 18 kundar, sum bíða í langari bíðirøð?

 

Kortini hendir tað í okkara kommunu, at ein námsfrøðingur noyðist at hava 20 børn ella ”kundar” einsamallur, av tí at tað ikki eru nóg nógv starvsfólk, og tað hendir oftari og oftari, at pengar til nýggjar leikur og bøkur eru spardir vekk á stovnunum.

 

Um vit venda aftur til frisørin, so hevði viðkomandi sikkurt verið tvungin at stongt salongina, um kundarnir høvdu aðrar møguleikar í at velja, men frisørsalongin hevði koyrt víðari i nógv ár, um ongin betri loysn var.

 

Øll kunnu ímynda sær, at ein so pressaður frisørur hevði ikki givið bestu úrslitini, tí ein frisørur má klippa einum persóni í senn og taka støði í hvørjum einstaka persóni, um úrslitið skal gerast gott.

 

Tað hevði ikki hjálp frisørinum, at givið honum ein leiðara ella báðar tveir. Harafturímóti hevði eitt KT-amboð til fyrisiting, sum bókingar av tíð gjørt mun.

 

Kortini er tað ofta loysnin hjá tí almenna – at man má gera okkurt við leiðsluna og gera eindirnar størri.

 

Tað er púra burturvið at blíva við at effektivisera tænastur, ið krevja ein-til-ein samband millum menniskjur.

 

Eg havi lisið á CBS, og havi sjálvandi lært um effektivisering og búskaparhugtøk sum stórrakstrarfyrimunir og annað. Men eg eri grundleggjandi ósamd í, at til ber at effektivisera nærveru og samband. Nærvera og samband er júst tað, ið er alneyðugt fyri hesi starvsfólkini og borgaran. Um børnini ikki hava samband og nærveru við tey vaksnu, mennast tey ikki, eitt nú málsliga, verða ótrygg og reagera. Um onkur ivast í, hvussu álvarsligt tað er, eru nógv dømi um avleiðingar æðrastaðni, tá børn ikki fáa nærveru og samband við vaksin.

 

Mennsikjan er eitt flokkdjór og hevur brúk fyri fólki og nærveru fyri at mennast og hava tað gott. Tá spart verður á til t.d. námsfrøðingum á stovnum og skúlum, eru tað børn sum verða forðaði í at mennast. Tað er nevniliga ikki líka mikið, um tað er ein námsfrøðingur til 3-6 børn, ella um tað er ein til 20 børn, sum tíverri hendir oftari og oftari i høvuðstaði okkara. Møguliga koma trupulleikar seinni í lívinum hjá hesum børnum, ið verða rakt av hesi effektivisering, og tá fer tað til at kosta samfelagnum nógv.

 

Tá pengar verða spardir til menniskju á eldraøkinum, so trívast fólk illa og tey blíva oftari sjúk. Kortini er veruleikin tann, at tey eldru í ov stóran mun eru avbyrgd og uttan menniskjaligt samband, sum ger, at tey fáa tað alsamt verri. Okkara eldru hava betri uppiborið –  at tað eru menniskjur rundanum tey og syrgja fyri,at tey trívast og hava tað gott. Tað sum hendir, tá mann roynir at spara á hesum økinum er, at kostnaður í veruleikanum hækkar, av tí at økið ikki er skipað við støði í menniskjuni.

 

Hinvegin er møguligt at effektivisera fyrisiting. Kommunan veksur alsamt og harvið eisini fyrisitingin, har stórur partur er manuel skráseting, sum fylgir hvørjum einasta nýggja borgara. Her er møguleiki fyri effektivisering og stórrakstrarfyrimuni við talgilding.

 

Tí skulu vit venda gongdini og hugsa hesi økini av nýggjum og tað skal henda skjótast gjørligt.

 

Nej til fleiri sparingar á dagstovna- og eldraøkinum.

Ja til nógv fleiri pengar á gólvið, soleiðis at tað veruliga munar!

 

 

X-við Bergdís á lista E, til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

 

Bergdis Ester Gisladottir

Deil hesa grein umvegis
468 ad