Lýsing

Hvar fara pengarnir?

Hvar fara pengarnir?

 

Um hugt verður eftir lønarútreiðslunum i Tórshavnar kommunu, eru tær vaksnar nógv tey seinastu árini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hvør fær lut í hesari lønarhækking? Á stovninum, har mítt barn gongur, havi eg lagt til merkis, hvussu nógv tey skulu klára gjøgnum dagin. Har arbeiða framúr dugnalig starvsfólk, ið hava stríðst ígjøgnum covid, sjúkur og eyka ófíggjaðar ásetingar frá kommununi.

 

Eg havi tí hugt eitt sindur nærri eftir tølunum fyri at finna út av, hvussu stóran part stovnar við børnum frá 0-6 ár hava fingið av lønarhækkingini í kommununi.

 

Frá 2013 til 2020 hevur verið ein vøkstur á 14% av børnum millum 0-6, og taka vit hædd fyri vanligu reguleringini av lønum, eru lønarútreiðslurnar á økinum ikki samsvarandi.

 

Her sæst ikki, at tað hava verið góðar tíðir í Tórshavn.

 

 

Fíggingin skal fylgja børnunum.

Børn eru ymisk og hava ymiskan tørv. Tí er tað umráðandi, at nóg mikið av peningi verður útvegaður, og at hendan fígging fylgir barninum og ikki hvørvur onkra aðra staðni.
Síðstu árini hava vit sæð eina vaksandi fyrisiting, meðan starvsfólk á stovnunum verða meira og meira sperd. Hendan gongdin skal vendast og javnvág skal fáast aftur í millum fyrisiting og námsfrøðilig starvsfólk.

 

Úrslitið av undirfígging eru strongd starvsfólk

Tá ið stovnarnir ikki fáa fígging, sum dekkar, so verða øll strongd. Námsfrøðingar gevast at arbeiða á dagstovnunum og í onkrum førum gevast tey heilt á økinum. Tá ið tað er strongd á dagstovninum, so verða børnini ávirkað av tí.

 

Størri játtan til dagstovnar í Tórshavnar kommunu

Fígging sum dekkar – per barn.

Tað er ein myta, at barnagarðar í Føroyum hava tað so nógv betri enn stovnar í Danmark. Tað hava tey í øllum førum ikki í Tórshavn. Eg havi sjálv arbeitt við umsiting av 3-400 barnagørðum í Danmark, og har fáa stovnarnir fígging pr. barn, samsvarandi til eitt normeringstal. T.d. skal vera ein námsfrøðingur per. trý vøggustovubørn. Í krónum merkir tað, at stovnurin fær umleið 1/3 av bruttolønunum fyri ein námsfrøðing, ið er á hægsta stigi í lønartalvuni. Í Keypmannahavn fær stovnurin uml. 12500 kr pr. vøggustovubarn, ið er nógv hægri end 1/3 partur av einari “miðal” námsfrøðingaløn.  Um stovnurin ikki kann fáa ein royndan námsfrøðing, so hava tey ráð til at fáa ein minni royndan námsfrøðing og kanska eyka tímar afturat.

Í Danmark er stovnurin ikki raktur av tí, at eitt starvsfólk meldar seg sjúkt. Í Tórshavn gongur roknistykkið slettis, slettis ikki upp. Normeringin er í onkrum førum fastsett av kommununi fyri at spara pengar. Normering er ásett til ein takst, sum svarar til ”miðal” løn. Stovnar verða eisini størri og størri, har hugsað verður í stórdriftsfyrimuni við tí úrsliti, at námsfrøðingar flýggja frá økinum.

 

Gongdin skal vendast

Vel Bergdís – býráðsvalevni fyri tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

 

 

 

Bergdis Ester Gisladottir

Deil hesa grein umvegis
468 ad