Lýsing

Fyrsta januar 2020 rulla milliardirnar aftur til fámannaveldið

Ongantíð hava so fá. Gjørt so nógv. Uppá so stutta tíð. Fyri so fá.

 

Vit eiga, at øll at minnast 1. januar 2020. Tí henda dag fór so nógv vald og so stór virði av hondunum hjá fólkinum í Føroyum til eitt fámannaveldi.

 

Avleiðingarnar fara at mynda okkara samfelag í ókomin ár og fara at seta lívs- og virkistreytirnar fyri ókomin ættarlið. Um vit ikki gera alt fyri at broyta hetta aftur, so hesin 1. januar 2020 ikki fer at standa ritaður í stein í søgu okkara.

 

Fýra nætur fyri jól varð ein fiskivinnulóg samtykt, sum er grovasta lóggáva, ið nakrantíð er gjørd í Føroyum – ja, helst yvirhøvur um okkara leiðir.

 

Lógin lóggevur milliardavirðir av tí, sum náttúran skapar hvørt ár, beinleiðis til nøkur fá reiðarí í Føroyum – og tey gerast krav um privata ogn. Sum tey kunnu selja og keypa ímillum sín. Og sum útlendingar kunnu keypa seg frítt inn í.

 

Hetta gongur beint ímóti stevnu Tjóðveldisfloksins í øllum lutum:

 

”Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (…) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald lands­ins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”

 

Hvørji virði er talan um?

Ja, bert við ársbyrjan, tá lógin fær gildi, fara 80 mió. kr. árliga til trý reiðarí í Barentshavinum í fyrstahondsvirði í mun til støðuna gamlaárskvøld. Sum 12 ára loyvi, er talan um eina knappa milliard.

 

Og av sild, makreli og svartkjafti fara í minsta lagi einar 400-500 mió árliga í fyrstahondsvirði til 4 reiðarí, tá lógin fær gildi, í mun til galdandi lóg. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir.

 

Bara soleiðis.

 

Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin.

 

Tað er bert tað mest eyðsýnda. Tað, sum í galdandi lóg hevði verið boðið út á uppboðssølu komandi árini, men sum nú verður givið aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir, hevur eitt fyrstahondsvirði á minst 10 milliardir komandi 12 árini.

 

Tað kundi fíggjað nærum alt sjúkrahúsverkið hesi árini.

 

Um vit skulu seta tað í eitt annað sjónarhorn, sum vit so ofta brúka í hjálandinum Føroyar, so svarar hetta til í mun til støddina á búskapinum, at ein danskur ráðharri fekk heimild til uttan nakrar reglur ella grundarlag at geva privatum fyritøkum og einstaklingum 120 milliardir yvir 12 ár.

 

Bara soleiðis.

 

Handan leiktjøldini verður býtt á skinninum

Annars lóggevur nýggja fiskivinnulógin sum heild virðir til nakrar fáar privatar fyritøkur fyri í minsta lagi 36 milliardir krónur yvir 12 ár, bara í avreiðingarvirði.

Og hesi virði kann landsstýrismaðurin í stóran mun býta út við kunngerð eftir egnari meting.

 

Landsstýrið hevur í dag sitið og viðgjørt kunngerðir – ið ikki eru sendar til almenna hoyring – har loyvisbrøv og virðir fyri milliardir verða býtt út. Hetta man fara at verða lýst í kunngerðablaðnum gamlaárskvøld.

 

Tá hetta verður keypt og selt millum privatar fyritøkur við útlendskum ognarskapi eru hetta loyvispappír fyri 10-tals milliardir komandi 12 árini.

 

Bara soleiðis.

 

Og sum trumf við beinleiðis adressu, hevur samgongan á løgtingi samtykt við einum broytingaruppskoti 5 minuttir áðrenn, at lógin fór til triðju og endaligu viðgerðina:

 

  • At landsstýrismaðurin við kunngerð skal luta eini 5-6000 tons av makreli til línuskip og til garnaskip. Tað er tildømis til reiðarar, ið stillaðu upp fyri Fólkaflokkin og til eigarar og familju hjá teimum, ið sjálv sita á tingi. Og teir kunnu bara selja tað víðari til onnur. Vit tosa her um einar 50 milliónir árliga í fyrstahondsvirði og eina hálva milliard yvir 12 ár. Beint niður til persónar og feløg, sum hava beinleiðis samband til politiska flokkin, ið stendur fyri tí.

 

Bara soleiðis.

 

Vorðið sum bragd

Hetta vilja samgongufólk – og fleiri politiskir eygleiðarar – vera við, er eitt bragd og sera effektivur politikkur. At rulla alt aftur til nøkur fá og at gera lóggávu – har tað eins væl kundi staðið sum yvirskrift: ”Tú ein lítlan – eg ein stóran” og so ein grein um, at landsstýrismaðurin ger av, hvør fær virðini.

Og Fiskimálaráðið sendir tíðindaskriv út til Føroya fólk um, at fiskivinan nú fær tryggar og munandi betri karmar. Ikki við Jacob Vestergaard sum avsendara. Men sum eitt fakligt Fiskimálaráð. So fall eisini embætisverkið fyri valdi Fólkafloksins og peningavaldsins og letur seg brúka í spælinum.

Er tað hetta, vit skulu seta sum mát og grundvirði fyri at skapa lóg, politikk og fyrisiting í einum fólkaræði? Er tað hetta vit skulu læra okkara børn? At soleiðis skal eitt fólkaræði virka?

 

  • Høgni Hoydal

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X