Lýsing

Halda tit okkum vera fullkomnar tápulingar?

Samgongan hevur sitið í morgun og roynt at snikka okkurt saman um útlendskan ognarlut í fiskivinnuni.

Fleiri hava trúð uppá, at vit kundu fáa onkra semju og bøta um skaðan onkusvegna. Men gakk. Út kom tað reina bluff, ið skal billa fólki inn, at okkurt er broytt.

Løgtingið hevur samtykt fyri tveimum árum síðani, at ongin útlendskur ognarlutur sleppur inn í føroyska veiðiliðið, og at tann verandi útlendskur ognarluturin skal vera úti í veiðiliðnum um nú 4 ár.

Nú skjýtur samgonan so upp, at útlendingar kunnu eiga framhaldandi og nýggir keypa seg innaftur í 12 ár afturat. Og hesi kunnu keypa og selja veiðiloyvini ímillum sín uttan avmarkingar. Bøði verandi og nýggir.

Tískil verða dyrnar latnar upp á víðan vegg aftur fyri, at veiðiloyvini kunnu keypast og seljast – og at útlendingar kunnu keypa seg inn aftur í hvørt einasta veiðiloyvi í 12 ár.

Og tá ið tann tíðin er farin, so kunnu teir fara í rættin og leggja sak um ognartøku – eins og Christian Andreassen longu hevur gjørt nú.

Ella teir kunnu trýsta Løgtingið til at broyta reglurnar aftur – eins og teir kláraðu longu tvey ár eftir, at tað varð samtykt.

Hetta er størsta rán í nýggjari tíð.

Og hví ikki siga tað sum tað er. Heldur enn at pakka tað inn í villleiðing.

Tey mugu halda okkum vera tápulingar.

Høgni Hoydal  

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad