Lýsing

Stjórnarskipan

Við okkara egnu stjórnarskipan skulu fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjast.

 

Í einum fólkaræðisligum samfelag hava allir borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirlutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Øll er líka fyri lógini, og øll hava frítt at skriva, tala og hugsa, tó innan lógarinnar karmar.

 

Vit mugu tryggja sjálvsavgerðarrætt føroyinga, ongantíð ov skjótt. Danmark letur alt meir vald til ES at umsita, og mugu vit tryggja okkum sum tjóð, at avgerðir ikki verða tiknar um okkara viðurskifti og rættindi, uttan at Føroya fólk fyrst verður spurt eftir hesum.

 

Somuleiðis skal stjórnarskipanin staðfesta, at alt tilfeingi er ogn Føroya fólks.

 

Okkara stjórnarskipan skal ljóða eins hábærsliga eins og tær í grannalondum okkara:

 

Ísland: Ísland er lýveldi með thingbundinni stjórn

 

Danmark: Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige.

 

Noreg: Kongeriget Norge er et frit, uafhængigt og udeleligt Rige. Dets Regjeringsform er indskrænket og arvelig-monarkisk

 

Svøríki: All offentlig makt i Sverige udgår från folket

 

Okkara stýrisskipan byrjar soleiðis: Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.

 

 

Hví er stjórnarskipanararbeiði so umráðandi

 

Stjórnarskipanin er umráðandi, tí hon tryggjar frælsi hjá tí einstaka og hennara grundreglur stýra tjóðini. Stýrisskipanin leggur valdi hjá eini stjórn í hendurnar hjá fólkinum. Hetta avmarkar valdi hjá stjórnini og grundfestir eina skipan við umsjón og javnvág.

 

Tað grundleggjandi virki í eini stjórnarskipan er, at leggja grundreglur fyri stjórnini, at skipa ein bygna, við hvørjum fólki verður stýrt. Tað er stjórnarskipanin hjá eini tjóð, ið rótfestir teir tríggir høvuðsstovnar hjá stjórnini:

 

  • lóggevandi valdi
  • útinnandi valdi
  • rættarskipanin

 

Stjórnarskipanin hjá eini tjóð allýsir tær heimildir, ið eru tillutaðar teim trimum høvuðsstovnunum, umframt hetta lýsir stjórnarskipanin eisini greitt tær avmarkingar, ið eru tillutaðar hvørjum teirra.

 

Stjórnarskipanin javnar lítarligt viðurskiftini millum hesir stovnar og somuleiðis viðuskiftini millum stjórnina og fólkið.

 

Stjórnarskipanin hjá eini tjóð er yvir øllum øðrum lógum og tí skal einhvør lóg, ið ein sitandi stjórn samtykkir, vera sambærilig við stjórnarskipanina.

Stjórnarskipanin avmarkar eisini vald og valdsmisnýtslu hjá teim ið ráða.

 

Stjórnarskipanin inniheldur somuleiðis rættindi og skyldur hjá fólkinum.

 

Vit flyta heimanfrá sum ung, vit vilja sjálvi sleppa at taka avgerð og taka ábyrgd, vit vilja sjálvi sleppa at gjalda fyri tað vit brúka. Hetta eru virdi, ið okkara forfedrar hava lagt í beinini á okkum gjøgnum øldir, skulu vit ikki øll fáa hetta í lag, so okkara eftirkomarar kunnu verða ernir av okkum ið nú liva og bera so á tungubandi tá “ja, okkara forfedrar tóku ábyrgd, og ikki bara tað, teir tóku frælsi”

Pauli Trond Petersen
Løgtingsfólk fyri Tjóðveldi

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad