Lýsing

Umhvørvi, Seattle høvdingi og Greta Thunberg

Nógvar eru sagnirnar um røðuna ið Seattle høvdingi, ella Si’ahl høvdingi hjá Suquamish indianarunum í útnyrðings Amerika, helt fyri hvítu mynduleikunum í 1854, tá indianaranum stóð í boðið, at selja jørðina og samstundis fáa eitt friðøki burturav. Hendan røðan hevur síðan fingið heitið “Vit eru ein partur av jørðini” og er nógv nýtt av umhvørvisfelagsskapum síðan. Nógv umskriva uttan iva.

Hetta er ein verjurøða fyri umhvørvinum og náttúruni. Um hvussu alt her á fold er sameint og friðhalganin av náttúruni.

Í røðuni kemur fram hvussu hvíti maðurin fer fram móti umhvørvinum, hvussu alt tilfeingi í framtíðini verður mergsogið og at enda oyðið.
Í dag kunnu vit ásanna, at øll fólkasløg eiga sín lut í hesum.
Klótan sveittar, hon er móð og vit mugu gera nakað við trupulleikan nú, so tað ikki endar sum Si’ahl høvdingi spáddi á sinni.
Vit hava fylgt við svensku gentuni Gretu Thunberg og hennara veðurlagsverkfallið. Ungdómurin her á landið hevur tikið tiltakið til sín, og eru tey í veðurlagsverkfalli hvønn fríggjadag.

Hesar fyrimyndir innan umhvørvisvernd, Si’ahl høvdingi og Gretha Thunberg, ikki frá somu tíð ella stað, tó við sama boðskapi, mugu vit taka við stórsta álvara.

Vit hava øll eina ábyrgd, eisini her í Føroyum. Tískil skulu vit sum tjóð fáa lagt okkara orkuvanar um sum skjótast, bæði á landi og sjógvi soleiðis, at tey fossilu brennievnini ikki verða brúkt í Føroyum, í seinasta lagið í 2030.

Nógv hevur verið tosað um hvussu vit røkka hesum málinum, men um vit saman við teim kønu innan øki, so er heilt víst vón fyri, at vit røkka hesum málið.

Føroyar standa frammanfyri stórum avbjóðingum innan orkuøki í framtíðini, skulu vit gera sum vit plaga, ella skulu vit bróta upp úr nýggjum, og seta okkum mál, at vit nærum gerast ótengd av fossilum brennievnum í 2020.

Eitt samt løgting samtykti í 2010, at samlaða el-framleiðslan úr fossilum brennievnum skuldi fara úr 60% í 2010 niður í 20% í 2020, og at el-framleiðslan av grønari orku skuldi fara úr 40% í 2010 upp til 80% í 2020. Hetta er ein sera avbjóðandi uppgáva, ið skal loysast, um ætlanin skal eydnast.

Hvat kann gerast
Føroyar eiga at leggja dent á, at verandi orkukeldur verða gagnnýttar á bestan hátt, at orkusparandi tiltøk verða sett í verk sum skjótast, og at gransking og royndarvirksemi innan øll økir, ið viðvíkja orku verða stimbra av viðkomandi pørtum.

Hvat kann gerast í einum 10 ára skeiði:

  • Sparitiltøk hjá tí einstaka og vinnu
    · Vindorka & løðistøð
    · Pumpuskipan, gangnýta verandi orkukeldur
    · Sjóvarfallsorka.

Við hesum framtíðarútbyggingum kunnu vit koma á mál, og tryggja fólkið í hesum landið ein støðugan prís fyri orkukeyp, og ikki sum nú er, har man ongantíð veit, um gjaldið hækkar við kr. 1.000 ella 2.000 alt eftir, hvat oljan kostar.

Pauli Trond Petersen, løgtingslimur

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad