Lýsing

Ferðavinnan

Hetta eru mínir tankar um eina menningarætlan fyri ferðavinnuna, og hvussu loysnir kunnu finnast á avbjóðingunum vinnan hevur við sær.

 

Um vit tóku 200 krónur í umhvørvisgjaldið frá teim umleið 100.000 ferðafólkunum, sum vitja her á landi í ár, og væntandi tey komandi árini, so koma 20 miilliónir inn árliga, og 100 milliónir eftir 5 árum.

 

Hesin peningur kundi farið til bæði menning og endurgjald. Tey sum kundu fingið endurgjald eru: jarðareigarar fyri slit og órógv, bjargingarfeløg og bjarging sum heild, SSL fyri bygdaleiðir og oyggja samband, hetta bert fyri at nevna nøkur fá.

Tá tað snýr seg um menning, so er tørvur á at menna nýggj øki, soleiðis at trýsti á Saksun, Gjógv, Gásadali, Mykines og øðrum øki minkar, tað er ein vælhugsað marknaðarføring.

 

Rætturin til frítt at ganga í haga skal umfata føroyingar, og ferðafólk kunnu ferðast í haga við at gjalda hetta umhvørvisgjaldið, tó skal verða væl og virðiliga lýst allastaðni, hvussu tú ber teg at, tá gingið verður í føroysku náttúruni.

Ferðavinnugjald/umhvørvisgjald, kann td nýtast sum eitt endurgjald til hagapartar.

Tað eru 477 hagar í Føroyum, áleið 50% er ognarjørð og 50% landsjørð.

Áleið 1/5 av høvunum er undir rættiliga stórum trýstið frá ferðavinnuni, tað er eini 100 hagar. Um 10 millónir vóru settar av til hesar hagar um árið, so fekk hvør hagi 100.000 kr. í part hvør ár.

Ella man kundi býtt 10 milliónir til allir hagapartar, so at allir fingu líka, 21.000 í part

Eisini kundi verið gjørt so, at einstaklingar ella feløg kundi søkt um stuðul frá hesum peningi til ymsar verkætlanir innan ferðavinnu.

Ferðavinnan má eisini kasta nakað av sær í tí økinum har ferðafólkini koma.

Búskapurin í Føroyum hevur nú fingið tað triðja beinið at standa á. Hetta er tað sum vit í føroyum hava ynskt okkum, so vit kunnu minka um konjektursveiggini í búskapinum.

Ferðavinna kastar av sær áleið 700 milliónir krónur til føroyska samfelagið, og hevur skapt áleið 700 arbeiðspláss.

Í dag veksur ferðavinnan við 10%, so um 10 ár verða áleið 200.000-250.000 ferðafólk.

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad