Ætlar Sambandsflokkurin sær ongar atkvøður í miðstaðarøkinum?

Formaður Sambandsfloksins heldur lítið um helmingin av Føroya fólki, í øllum førum teim ið búgva í miðstaðarøkinum.

Løgið, at formaður Sambandsfloksins roynir at spjaða fólki, ið her býr, heldur enn at savna.

Hvat vil sambandsflokkurin? Avtaka uppboðssøluna, so einans teir stóru, sum høvdu alt tilfeingi frammanundan eisini fáa hesi prosentini?

Avtaka menningarkvoturnar, so einans teir stóru skulu fara avstað við teimum ?

Lat okkum heldur gleðast um nýggju fiskivinnunýskipanina, har fleiri nýggir aktørar nú hava fingið møguleikan at sleppa framat okkara ovurhondsstóra tilfeingi. Tjóðveldi, saman við samgonguni, hevur ikki spjatt Føroyar, vit hava sum eitt toymi samlað okkara Tjóð, og givið øllum pørtum av landinum ágóða av okkara tilfeingi.

Tað, sum Sambandsflokkurin leggur fram á landsfundinum um vikuskiftið, fegnaðust møguliga partar av norðoyingum og partar av eysturoyingum um. Men hevur Sambandsflokkurin gloymt restina av fólkinum, sum í hesum landi býr? Vóni at føroyingar hugsa seg væl um, tá krossurin skal setast seinni í ár.

Sambandsflokkurin heldur eisini, at fiskivinnunýskipanin ger, at tað koma alt ov gomul skip inn í føroyska flotan, ið bæði dálka og brenna væl meir av fossilum evnum, enn tey, vit hava í flotanum í dag. Men um vit hyggja at línuflotanum og botnfiskaflotanum, so fer miðalaldurin á hesum skipum at verða 40 ár. Ein av orsøkunum til hetta er gamla fiskivinnulóggávan, sum Sambandsflokkurin og sínir líka hava tvíhildið um í nærum 20 ár. Tað hevur ført við sær, at hesin flotin hevur havt undirskot nærum hvørt ár og hevur møguleiki ikki verið at endurnýggja seg. So vónandi kemur Sambandsflokkurin ikki at stjórna okkara land eftir næsta val.

Lat okkum heldur samla hesa tjóð, um tey virði vit hava, heldur enn at spjaða.

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad