Lýsing

Vit laða nú grundina undir teimum frælsu Føroyum

Gott tjóðveldisfólk úr øllum landinum. Góðu gestir.

Tað er við stórum kenslum og takksemi, at eg standi her á flokstingi í Skopun í dag. Takksemi og djúpari virðing fyri tí mikla starvi og strevi, sum øll tit mongu her og úti um alt landið – ja, og úti í heimi við – hava útint fyri Tjóðveldi, nú vit aftur mynda landsins stjórn. Nú vit síðani seinasta floksting okkara í Runavík í fjør, hava vunnið tvey val – ímóti øllum forsagnum og hóast útlitini stundum tóktust óunnilig á leiðini.

Tjóðveldi hevur sum rørsla og sum flokkur eitt stórt og fjølbroytt lið av kvinnum og monnum, sum umboða hugsjónir og mál floksins á løgtingi, í landsins stjórn, í kommunum, á danatingi, í feløgum og felagsskapum – ja, allastaðni, har framtíðar mál verða viðgjørd og framtíðar leiðir lagdar.

Hetta er tykkara verk. Øll tit, sum hava gingið út í vindin. Hava bjóðað tykkum fram, stuðlað og virkað í feløgum og flokki. Gingið á hurðar. Eggjað. Samskift. Vart. Grundgivið. Klipt hjørtu – og vermt hjørtu. Bakað og kókað og smíðað og tikið niður.

Takk og heiður eigið tit fyri tað. Haldi, at vit í árinum, sum er farið, hava fingið prógv um tað seiggið og tað tærið, sum tjóðveldisrørslan og Tjóðveldisflokkurin hava bygt og mugu byggja á. Og tað sæst ikki minst, tá ið mest stendur á.

Nú liggur á okkum øllum at fáa tann bøin at bera, sum her er veltur. Og um hetta vóni eg at hetta floksting fer at snúgva seg.

Vit loystu møguleikarnar saman. Nú skulu vit fremja málini og avbjóðingarnar saman.

Í árinum, sum farið er, hava vit eisini givið okkara seinastu heilsan til kvinnur og menn, sum hava gingið undan og við lið í okkara felags hugsjón og málum. Tey minnast vit við eyðmýkt og takksemi. Og eg fari at heita á okkum øll um at reisast í tøgn eina løtu og lata hugin leita til teirra, teirra verk og teirra kæru.

Nú vit leggja nýggjar leiðir í føroyskum stjórnmálum, er serstakt at halda floksting í Sandoynni og her í Skopun.

Tjóðveldisflokkurin hevur átt og eigur millum sínar sterkastu stuðlar her í oynni og í Skopun. Vit hava átt tingfólk og landsstýrisfólk vald í oynni í long tíðarskeið í søgu floksins – eiga nú tingformannin heiman av Sandi og hava átt tingmann úr Skopun.

Fyri tjóðskapar- og frælsisrørsluna. Fyri nýggjar leiðir og framburð. Og fyri ta sosialu og vinnuligu bylting, ið gav fleiri fólki møguleikar at virka og liva í Føroyum, eru Sandoyggin og Skopun týðandi fyridømi.

Her settust fólk niður og fóru at vinna meira burturúr landsins tilfeingi og at troyta nýggj mið við útróðri og seinni fiskivinnu í øllum lutum. Her hava fólk ment skúlaskap, mentan og vinnu. Og her var fyrsti landsvegur gjørdur millum bygda, nevniliga millum Skopun og Sand í 1918.

Í 1902 søki kirkjufólkið í Skopun donsku myndugleikarnar um at brúka føroyskt sum kirkjumál í Skopunar Kirkju, men umsóknin varð sýtt teimum.

Árið eftir – í 1903 – varð ein stórur fólkafundur hildin beint her um leiðir, vit nú eru stødd, har fólk kom saman úr øllum landinum. Og á tí fólkafundinum helt Sandoyarprestur, A.C. Evensen, prædiku á føroyskum. Tað hevði hann sambært heimildum ivaleyst gjørt áður bæði Heima á Sandi, í eystanbygdunum og her í Skopun, hóast forboðið at brúka føroyskt mál í kirkjuni. Men fyri mong av fundarfólkinum,  ið komu aðrastaðni úr landinum, var tað fyrstu ferð, at tey hoyrdu prædiku á føroyskum. Og sambært frásøgnini frá fólkafundinum, sum Kristini í Geil skrivaði í Tingakrossi, so broytti hetta hugsanina hjá fólki almikið. Sambært frásøgnini, so var annars talan um ein sera lívligan fólkafund, har J.H. Schröter, sýslumaður, sum var íðin sambandsmaður, legði harðliga eftir Jóannesi bónda um ríkisrættarligu støðuna, og Jóannes gav honum dygt aftursvar.

Kristin í Geil skrivar tó – á donskum, sum hann gjørdi í Tingakrossi tá – at fundarfólkið eftir fólkafundin “spredtes omkring i de gæstfri Værters Hjem, hvis Døre Dagen igennem stod på vid Gab for de mange Mennesker. Den skønne Bygd og dens elskværdige Folk har fra denne Dag sikkert krav på en særlig Plads blandt de mange Deltageres bedste Minder.”

Hetta gestablídnið kenna vit øll aftur í dag, og vit eru vís í at fara úr Skopun við eins góðum minnum eftir hetta flokstingið.

—-

Góðu tjóðveldisfólk.

Í søguni hjá einum fólki og í heimssøguni, eru tíðarskeið, ið vit kunnu kalla “søgulig glopp”. Hetta eru tíðarskeið, har bæði uttanhýsis og innanhýsis umstøður gera tað møguligt at fremja veruligar broytingar. Har vit hava gjørt okkum royndir. Har bygnaðir og skipanir liggja skeklaðar sundur. Har vit bæði noyðast og kunnu taka avgerðir, ið leggja nýggjar leiðir – og sum fara at mynda samfelagið og møguleikarnar í mong ár frameftir.

Dømi um hesi søguligu glopp í okkara søgu eru eitt nú aldarskiftið frá 19. til 20. øld, tá ið Jóannes Patursson bar fram sonevnda “Tilboðið” um eitt slag av heimastýri og Sambandsflokkurin varð stovnaður sum mótmæli. Tá skuldu leiðirnar leggjast við stórum vinnuligum broytingum, mentanarligum samleika og máli, skúlaskapi, skattaskipan og rættindi hjá fólkinum sum heild í landinum.

Í 1920’unum og 30’unum vóru aftur rembingar og søguligt glopp, tá ið heimskreppan leikaði og sosialt rættvísi kom álvarsliga breddan, har verkafeløg og politiskir flokkar royndu at mynda broytingar.

Eftir seinna heimsbardaga var aftur eitt veruligt jørðildi til broytingar. Fólkaatkvøðan í 1946 um alt grundarlagið undir okkara samfelag, har føroyingar valdu loysing – og sum vit kunnu hátíðarhalda 70 ára dagin fyri í september – skuldi leggja leiðina fyri framtíðina og stórar avgerðir skuldu takast. Hóast afturhaldið og verandi valdið gingu ímóti og ikki útintu fólkaviljan, so varð kortini sjálvsavgerðarætturin tá bjargaður.

Aftur í 1950’unum vóru kanska størstu sosialu byltingar í Føroyum við aðalverkføllum hjá bæði fiskimonnum og verkafólki. Og tá vóru politiskar avgerðir tiknar, ið seinni bundu okkum inn í búskaparligt heftni og studningsskipanir.

Á sama hátt var eitt avgerandi søguligt glopp, tá ið EEC-málið og fiskimarkið skuldu avgerast.

Og eftir stóru bankakreppuna í nítiárunum á sama hátt – við fullveldissamgonguni og teirri gongdini hon fekk.

Tær avgerðir og tey val, ið tá vóru tikin – og ikki minst tær avgerðir og tey val, ið ikki vórðu tikin – mynda okkara samfelag og okkara møguleikar í øllum lutum frameftir.

Vit standa í dag aftur í einum søguligum gloppi – og við møguleikum at leggja grundina undir tær framtíðar Føroyar, ið vit ynskja og stremba eftir.

Heimurin allur stendur fyri stórum broytingum. Stríðið um heimsins ríkidømi og vald, fer at økjast –og tíverri eru hermegi og peningavald, sum savnast á alt færri hondum, framvegis fremstu amboðini, ið mynda heimsins gongd. Ovurtroytingin av heimsins náttúrutilfeingi og trýstið á allar vistskipanir eru framvegis millum óloystu avbjóðingar heimsins. Stríð millum fólkabólkar, trúarbólkar, yvirgangur og rasisma, vinda uppá seg sum avleiðing av, at fólkaræðisligar skipanir og teir stovnar heimsins, ið eiga at skapa altjóða rættindi, ikki vinna frama.

Her mitt í havsins hjarta – í miðjum Norðuratlantshavi – hava vit allar møguleikar at gera okkara til eitt betri samfelag og ein betri heim.

Eg fari at sláa fast, at tað politiska arbeiðið og tær avgerðir, ið vit fremja komandi árini í stjórn og sum politisk rørsla í samfelagnum, fara at vera tær mest avgerandi í nýggjari tíð. Tær fara at gera av framtíðarstøðuna, livikorini og menningarmøguleikarnar hjá tjóðini og fólkinum í áratíggju og fyri komandi ættarlið.

Tað fer at vera stór mótstøða og nógvir snávingarsteinar á leiðini, sum vit longu hava sæð. Men eg eri sannførdur um, at vit megna tað, um vit standa saman um málini.

Eftir løgtingsvalið 1. September 2015, varð samgonguskjal undirskrivað og samgonga skipað millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Hetta er á fyrsta sinni, at ein andstøða hevur vunnið valið og hevur skipað stjórn saman í Føroyum.

Samhaldsfesti, frælsi og sjálvbjargni eru tey mál, ið binda politiska arbeiðið saman.

Aðalmálið hjá samgonguni er, ”at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum, sum kann kappast við grannalondini um at draga fólk og virksemi til sín.”

Samgongan hevur sett sær høg mál á øllum økjum samfelagsins – og í øllum arbeiðinum er málið, at broytingarnar skulu fremjast og leggjast til rættis soleiðis, at tær kunnu kjølfestast í so stórum parti av politisku skipanini, sum gjørligt. Og tí eru tey stóru málini eisini sett í verk við at taka inn politisku flokkarnar, fakfólk og umboð fyri felagsskapir og bólkar, áðrenn endaligu uppskotini skulu samtykkjast og setast í verk.

Hóast ávísar byrjanartrupulleikar og hóast ósemjur fara at stinga seg upp, so eri eg sannførdur um, at teir flokkar, ið mynda stjórnina, fara at megna at fremja sín setning[HKH1] , og at júst hesir flokkar mugu ganga á odda fyri teimum broytingum, ið skulu fremjast.

Eisini havi eg álit á, at tað fer at bera til at gera semjur um tey stóru málini við fleiri flokkar á tingi.

Samgongan hevur í sínum fyrsta hálva árið longu lagt tær fyrstu leiðirnar til tær framtíðar Føroyar, ið vit hava sum mál:

  • Í landsins fíggjarpolitikki er hall vent til avlop, og blokkstuðulin er fastfrystur
  • Uttanríkispolitikkurin er styrktur.
  • Skattalætti er framdur fyri lág- og miðalinntøkur
  • Átøk fyri familjur í fátækraváða eru framd
  • Átøk eru gjørd í vinnupolitikkinum og fiskivinnupolitikkinum
  • Íløguætlanir eru gjørdar fyri alt landið
  • Útbúgving og gransking eru styrkt
  • Mentanar- og listapolitikkurin er bøttur
  • Í heilsuverkinum eru gongdin í játtanum og málum vend
  • Í orku- og umhvørvismálum er byrjað at gera hetta til raðfest øki
  • Barsilsskipanin er longd og betrað.

Í fíggjarkørmunum, sum júst eru lagdir fram, eru munandi partar av politikki samgongunnar, settir út í kortið afturat.

Millum raðfestu málini vil eg nevna:

  •  Munandi átøk fyri virðisøking í fiskivinnu, landbúnaði, KT-vinnu, kreativum vinnum, maritimum tænastum v.m.
  • Økt sjálvræði: Heimtøkur av málum til Føroya (útlendingamál, loftrúm, persóns-, familju-, og arvarættur)
  • Átøk fyri smábarnafamiljur
  • At lestrarstuðulin skal hækka munandi komandi árini
  • Íløgur kring alt landið, ið kunnu skapa økismenning og binda landið saman.
  • Átøk innan heilsuverkið og heilsutænastur
  • Øktar játtanir til mentan, list og málpolitikk
  • Íløgur í lestarsbústaðir, skúlar og hægri útbúgvingar
  • Íløgur í Havrannsóknarskip
  • Átøk innan grøna orku og umhvørvi
  • Og mangt annað.

Men tað komandi árið verður eitt heilt avgerandi ár fyri, hvussu uppgávan og málini hjá samgonguni fara at verða framd.

Lat meg her bert nevna nøkur teirra fremstu.

  • Fólkaatkvøðan um føroyska stjórnarskipan skal setast í verk
  • Nýggja skipanin fyri fiskivinnuna skal leggjast fram og fáast til politiska semju og samtykt
  • Nýggj pensjónsskipan skal leggjast fram, viðgerast og samtykkjast
  • Nýggj skipan fyri heilsuverkið skal leggjast fram, viðgerast og setast í verk
  • Alipolitikkurin skal eftirmetast
  • Fólkaskúlin skal viðgerast
  • Almannalóggávan, støðan hjá fyritíðarpensjónistum, psykiatriska økið og annað skulu viðgerast og broytingar fremjast
  • Íløguætlan skal skal samtykkjast fyri mongu komandi árini
  • Landsbanki og Búskapargrunnur skulu fáast at virka
  • Útbúgvingarverkið og umstøðurnar at granska og lesa, skulu styrkjast.

samanumtikið: Nýggj tíð er komin í føroyskum stjórnmálum,

Nú laða vit tær grundir og greiða tær gøtur, sum Føroya land og føroyska tjóðin skal byggja á og menna seg eftir komandi mongu árini.

Lat meg stutt nema við fiskivinnupolitikkin:

Tað verður tungt horn at telgja, men vit megna tað, um vit halda málini greið.

Og tað var í tøkum tíma, at vit fingu eitt stjórnarskifti í fiskivinnupolitikkinum. Hvussu nær vit hava verið støðuni, at ognarrætturin til tilfeingið gjørdist privat ogn, hava vit sæð í uppritum til Løgtingið og vit hava sæð tað í grundgevingunum, sum eru settar fram á ting seinastu mánaðirnar.

Og tí eru málini nú sett:

– At øll føroyska fiskivinnan verður skipað undir tryggum og haldførum lógarkørmum, fyrisiting og skipanum.

– At livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.

– At Føroyar skulu gerast undangonguland at umsita allar fiskastovnar burðardygt – bæði í egnum sjógvi og í altjóða samstarvi – og at hava fremstu vitan og gransking um fiskastovnar og vistfrøðiligu skipanirnar í havinum.

– At tilfeingið er tryggjað sum ogn hjá fólkinum, og at rættindini at troyta tað eru á føroyskum hondum.

– At til ber at skapa mest møguligan virðisvøkstur og avkast í Føroyum av fiskatilfeinginum til reiðarí, manningar, virkir, fyritøkur, starvsfólk, tænastuveitarar og samfelagið alt, og at vit støðugt menna nýskapan og føroyskar førleikar í øllum pørtum av virðisskapanini.

– At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið.

– At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.

– At vinnumøguleikar ikki savnast á fáum hondum, men at somu rættindi eru at bjóða seg fram at reka vinnu, og grundarlag er fyri fjølbroyttum virksemi, nýskapan og menning kring landið.

– At Føroyar støðugt menna sín leiklut og sína ábyrgd í altjóða samstarvi og avtalum um fiskiskap og fiskivinnu – og tryggja sín rættvísa part av rættindunum til felags og ferðandi fiskastovnar, umframt at samráða seg til skilagóðar avtalur við onnur lond um møguleikar og atgongd at fiska hvør hjá øðrum.

Størsta avbjóðingin, nú vit sita í stjórn, er tað vit kunnu rópa: At vit kunnu missa málið og ístaðin detta í skipanarligar og bygnaðarligar fellur.

Vit kenna tað øll – og tað er kent um allan heim og í heimssøguni. Vit seta okkum greið mál og hava stórar visjónir, men beinanvegin byrja forðingarnar at daga sterkari og sterkari fram: Júmen, hatta ber ikki til, tí skipanin er nú einaferð soleiðis… Júmen, hatta kunnu vit ikki gera, tí hvussu skal so hesin parturin av tí og tí skipanini og hesum bygnaðinum ella hesi greinini virka frameftir – og soleiðis niður í smálutir. Ella, sum er eitt serligt og eyka jaður av forðing og fellum, so leingi vit ikki hava skipað okkum sum sjálvstøðuga tjóð: Hatta ber ikki til, tí vit hava ikki heimild at fremja okkara mál  – og vit mugu biðja ein danskan ráðharra ella stovn um heimild.

Skjótt kunnu vit sum politikarar og stjórn sita og bert viðgera einstakar lutir í eini tekniskari ella bureaukratiskari skipan – og vit missa málið úr eygsjón. Og vit kunnu gloyma, at tað er fyri alt fólkið í landinum at allar okkara avgerðir skulu byggjast – ikki fyri skipaninar fyri teirra egnu sakir.

Vit kunnu taka sum dømi:
– Í málinum um stjórnarskipan/grundlóg hava vit sæð, hvussu viðgerðin heldur enn at snúgva seg um málini fyri okkum samfelag, okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð og um javnrættindi, skyldur og rættartrygd hjá hvørjum einstøkum í samfelagnum, fer at snúgva seg um einstakar tekniskar lutir og betongkendar tulkingar av donskum skipanum og lógargreinum, ið vit sum fólk ongantíð hava valt.
– Vit hava sett okkum greið mál fyri fiskivinnupolitikkin. Men heldur enn at viðgera málini og møguleikarnar, so endar politiska orðaskiftið og avgerðirnar skjótt í orðadrátti um einstakar tekniskar lutir í teimum broytingum, ið vit ynskja.
– Í málunum um pensjónsskipan, skipan av okkara heilsuverki, okkara skúlaverki, okkara búskapi og okkara sosialu skipanum, er vandin júst tann sami. Málini kunnu drukna í einstøkum skipanarligum fellum og tekniskum forðingum.
– Vit kunnu eisini rópa tað við einum hugtaki frá nevaleiki: Tey politisku málini kunnu verða feld uppá “tekniskt knock-out”.
– Tað sama hava vit sæð í málinum um borgarligu giftu fyri samkynd.
– Og vit kunnu hyggja at heimsins avbjóðingum í dag: Hví vera málini slept um ein rættvísari heim og at basa fátækradømi, umfarssjúkum og kríggi? Tí tað verður vent til endaleysar spurningar og tekniskar forðingar um, at skipanirnar og marknaðirnir og bygnaðirnir eru ikki gjørlig at broyta.
– Soleiðis verða valdsskipanir fastgrógvnar og kunnu liva sítt egna lív.

Hetta merkir ikki, at allir teir teknisku og skipanarligu og bygnaðarligu spurningarnir ongan týdning hava. Og vit skulu sum stjórn og politikarar lýsa og greina og fyrireika allar spurningar og ivamál, tá ið vit vilja fremja broytingar – eisini smálutirnar, sum ofta eru teir truplu.

Men tað merkir, at tað eru málini og endamálini, ið vit skulu seta okkum og fremja. Og so mugu teir skipanarligu, bygnaðarligu og teknisku lutirnir og avbjóðingarnar loysast og byggjast eftir málunum.

Og vit hava ov mikið av dugnaligum, royndum og vitandi fólki, ið kunnu loysa og fremja tað. Tað verður bara ikki framt – og menningin kemur ikki – um vit ikki megna at seta málini greið og tora at gera av, at vilja ganga tær leiðirnar.

Hugsið tykkum, um vit altíð høvdu dottið í somu fellur og forðingar og mist málini, tá ið tey størstu stigini eru tikin í okkara samfelagsmenning.

Um vit høvdu sagt, sum afturhaldið segði í málstríðnum: Nei, vit kunnu ikki taka avgerðir um at føroyskt skal inn um skúlagátt ella hava føroyskar skúlar. Tí tað stríðir ímóti verandi lóggávu og bygnaði – og vit hava ikki fingið svarið uppá, hvørjar bøkur skulu brúkast og tær eru ikki gjørdar allar enn?

Um vit høvdu sagt, tá ið fyrstu vegirnir skulu byggjast í landinum: Nei, vit mugu sleppa málinum og kunnu ikki taka avgerð um at fara undir at byggja vegir, tí vit hava ikki lógirnar og alla útgerðina enn. Og vit mugu fyrst hava svar uppá júst hvørji amboð skulu brúkast – ja, hvussu breiðir spakarnir skulu vera. Og so druknaði málið í tí?

Ella um vit høvdu sagt, tá ið mál vórðu sett og avgerðir skuldu takast um øll tey vinnuligu stigini, ið eru framd í landinum: Nei, tað ber ikki til, tí verandi lóggáva forðar tí – og vit hava ikki fingið svar uppá allar teir teknisku spurningarnar?

Og vit kunnu sjálv hugsa um øll onnur stig fyri sosialum skipanum, javnrættindum, føroyskum sjálvræði o.s.fr: Um málini vórðu slept og ongin avgerð tikin um at fara til verka, tí tað vóru bygnaðarligar, skipanarligar og tøkniligar forðingar at loysa og byggja, so hendi ongin broyting og menning.

Og sjálvandi tekur tað tíð og nógvar avbjóðingar skulu loysast á vegnum – og nýggjar taka seg upp støðugt. Men tað loysa vit saman – um vit megna at standa saman um málini.

Hvat er tað so, ið bindur ta framtíðarleið saman, ið vit skulu leggja?

Úr hvørjum skulu virðini skapast?

Seinastu øldirnar í heimssøguni hava í stóran mun snúð seg um vald í tí stóra. Í nøgdini. Har tað at leggja lond og tilfeingi undir seg. At ovtroyta náttúruna. Har nøgdin og vavið á landaøkið og marknaðum og hermegi hava avgjørt virðini og valdið.

Síðani ídnaðarkollveltingin, hevur tað eisini verið øldin hjá mongdini og burturkastinum.

Vit hava eisini í okkara vinnupolitikki og fiskivinnupolitikki verið partur av nøgdarhugsanini.

Vit hava harumframt í okkara sambandsmerkta politikki í landinum altíð havt hug at tosa um onkra stóra mongd, ið skal bjargar okkara framtíð: Stórar fiskanøgdir, blokkstuðul ella olja. Hvat skal setast ístaðin, verður javnan spurt.

Tann komandi øldin og øldirnar, mugu gerast øldirna hjá dygdini og góðskuni í sjálvt tí smæsta lutinum – og hjá tí, sum áður varð blakað burtur ella hildið vera virðisleyst. Tað eru ikki stórar nýggjar nøgdir at leggja undir seg – heimsins náttúrutilfeingi er í stóran mun funnið og vunnið.

Og hetta eigur at skapa okkum nýggjar møguleikar í Føroyum.

Okkara framstig eru altíð hend, tá ið vit saman hava sæð virðið í okkara egna. At virða egið tilfeingi og at fáa tað besta og mesta burtur úr tí. At hjúkla um tað. At fáa tað at næla og grógva úr teimum virðum, ið vit eiga saman. Tað hevur bygt hetta landið. Bæði í mentan, máli, list, vinnu, útbúgving, í okkara fólki og menniskjatilfeingi – og í okkara náttúrutilfeingi.

Eg eri sannførdur um, at megna vit at gera skipanir, har vit fáa meira burturúr okkara tilfeingi og tí, sum vit blaka burtur í dag, so er framtíðin ljós fyri okkara land og fólk.

Hugsið tykkum bara í fiskivinnuni: Um vit fingu eina krónu meira fyri hvør kilo, vit kunnu fiska, so vóru fleiri blokkstuðlar vunnir.

So mangt, sum so leingi hevur ligið óloyst, kunnu vit nú loysa saman. So mangt, sum so leingi hevur verið óljóst, kann nú takast fram til viðgerðar og koma í ljós.

At loysa ta skapandi megina úr hafti, sum býr í okkara fólki og samfelag. At loysa okkum úr valdi, sum vit ikki sjálv hava valt ella hava ræði á.

Tað verður avbjóðingin og møguleikin hjá okkum sum hjá heimsins fólkum.

 

Land várt, tú gavst okkum minni og mál
– stundum ein neisti, stundum eitt bál,
ið lýsti mót framtíðarmyrkri.
Gott er tað tilfarið, tú okkum gav,
so ongantíð hæsar eldingin av
í okkum á fjarstøddum strondum.

(…)

Tó var tað ikki tol, vit lærdu av tær,
at stýra frælst várt føroyska far
ímillum boðar, sum bróta?

(Chr. Matras)

 

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad