Lýsing

Frælsisrødd á Fólkating

Tað eru einans føroyingar ið kunnu røkja føroysk áhugamál til fulnar. Tað hava vit í Tjóðveldi altíð vitað, men fingu hetta dyggiliga staðfest tá makrelstríðið leikaði á. Donsk og føroysk áhugamál komu í rasshaft, og danir vístu teirra virðing fyri tí sokallaða “ríkisfelagsskapinum”! Av landsins leiðslu varð hetta kallað fyri skøvur og buglur á lakkinum! Í míni verð varð hetta eitt vrak!

Tjóðveldi hevði ikki fyri alt í verðini latið hetta um seg gingið, at føroysk skip ikki sluppu at donskum keikantum! Vit vilja á Fólkating fyri at røkja og hava ávirkan á føroysk áhugamál og viðurskifti. Tað er alt avgerðandi, at vit fáa eitt umboð á fólkating, ið kann fáa danir at skilja okkara viðurskifti og støðu til ES og uttanríkismál.
Fari tí á val 18. juni 2015 og vel Tjóðveldi á Fólkating!

 

Pauli Trond Petersen

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad