Lýsing

Tveir dagar í politisku søgu Føroya – anno 2012

 

 

Hósdagur 29. mars 2012
Á Føroya Løgtingi hósdagin 29. mars 2012, viðgjørdi tingið uppskot frá landsstýrinum (Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum) um at minka útgjaldið til arbeiðsleys við umleið 2.500 krónum um mánaðin. Í Føroyum eru í dag 1800 fulltíðar arbeiðsleys.

Undir orðaskiftinum sama dag kom fram, at løgmaður og landsstýrisfólk hava fingið millum 3000 og 4000 krónur eyka um mánaðin eftir skatt við flatskattaskipanini, sum tey sjálvi evnaðu til og fingu samtykt.
 

Á sama fundi varð eisini sligið fast, at við forskattingini og brandskattingini av pensjónsinngjøldum, hevur eitt vanligt verkafólk, sum rindar til egna pensjón, mist upp móti 1.500 krónum um mánaðin. Hesir pengar verða fluttir til skattalætta til hægstu inntøkurnar.

Alt hetta varð skrumblað ígjøgnum uppá minni enn tríggjar vikur fyri jól í fjør. Uttan nakra veruliga viðgerð. Ímóti øllum ráðum frá fakfólki. Og við djúpu grundgevingini um, at tað loysti seg ikki at kanna nakað, ella at siga nakað um framtíðina. Hetta var “politikkur” (!).
 

Fríggjadagur 30. mars 2012
Á Føroya Løgtingi fríggjadagin 30. mars 2012, viðgjørdi tingið uppskot frá javnaðarflokkinum um at endurskoða kostnaðarendurgjaldið til løgtingsfólk og landsstýrisfólk. Uppskotini snúðu seg rætt og slætt um, at ávíkavist formansskapurin í tinginum og løgmaður fingu álagt at gera uppskot til broytingar. Fyri tey landsstýrisfólk, ið fáa størst endurgjald, er talan um 13.000 krónur skattafrítt um mánaðin, afturat lønini. (Ein arbeiðsleysur skal annars fáa útgjald uppá  17.500 um mánaðin – og gjalda skatt av tí, sambært uppskotinum frá landsstýrinum.)
 

Uppskotini vórðu dyggiliga feld. Bert Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn atkvøddu fyri.

 

Samgongufólk og løgmaður vístu á, at broytingar kundu ikki fremjast í kostnaðarendurgjaldinum uttan gjølliga viðgerð. Her máttu nevndir setast og allir hugsandi serfrøðingar spyrjast. Tað var óðmannaverk at fara broyta tílíkt, uttan langa fyrireiking og útrokningar, hildu nú samgongufólk.

 

Sama dag løgdu Sambandsflokkurin, Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fram uppskot til játtanarkarmar fyri almenna húsarhaldið komandi árini.

Her varð m.a. fráboðað, at pensjónsaldurin skal setast til 68 ár frá næsta ári av. Hetta merkir fyri teir lægstløntu samfelagsbólkarnar, ið bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at dúva uppá, og sum skulu pensjónerast komandi árini, at tey í veruleikanum missa eina inntøku uppá 120.000 krónur. Fyri tey, ið hava eina lága pensjónsuppsparing, skal hetta leggjast afturat missinum av forskattingini av pensjónsinngjøldum frá fyrstu krónu.

Tveir dagar í politisku søgu Føroya. Tveir dagar, ið lýsa grovastu gjáargraving millum stættir, ið sædd er í einum vesturheimskum samfelag. Og ja. Árið er 2012 – ikki 1812…

 

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad