Evsta vald floksins staðfestir, at politiska vald landsins má umskipast. At ájavnu virðini fólkaræði og tjóðveldi skjótast gjørligt gerast grundarlagið undir tjóðini. Vantandi ábyrgd og ræði í avgerandi fólkaræðisligum geirum er enn einaferð orsøkin til, at ein heimastýrisstjórn hevur skorðað seg fasta í búskaparmálum. Avleiðingin er sjónlig í øllum øðrum samfelagsmálum. Ein miseydnaður hjálandapolitikkur er aftur orsøkin til, at grundarlagið verður máað undan vælferð fólksins. Tí má evsta valdið takast í øllum føroyskum stjórnmálum. Útinnandi, lóggevandi og dømandi. Verandi skipan, har ábyrgd og rættur ikki ganga hond í hond, púrger við jøvnum millumbilum lunnindi landsins, kreppur og kreditorar stjórna heldur enn politiskar hugsjónir, og er hetta greið ábending um, at tørvur er á stjórnarskipan, sum greitt ásetir, at alt vald í oyggjunum er hjá tí føroyska fólkinum, soleiðis sum uppskotið til nýggja stjórnarskipan – fyrsta føroyska grundlógin – ásetir.
Flokstingið er komið ásamt um at:
- gerast má upp endaliga við hjálandastøðu Føroya. Harvið skal tjóðskaparpolitiska rákið herðast, nú áneyðir aftur verða fyri politiskum loysnum, ið skulu loysa okkum úr heimastýrisligari vanstýring.
- tamarhald skal fáast á støðugu skeivu gongdini í landshúsarhaldinum. Sjálvsmagnandi útreiðsluvøksturin skal tálmast, og lynnast skal undir størri innløgu. Hetta gerst ikki við snarálopum á eitt nú vinnuna, fyri at fylla búskaparliga hol íkomin av politskari vanstýring. Leggjast má ein stutttíðar- og langtíðarætlan í rakstrar- og íløgumálum, sum flytir samfelagið upp á turt aftur og ger tað búgvið til sjálvstøðu sum stat ímillum aðrar statir í heiminum. Áneyðir eru á eini niðurlaðingarætlan fyri donsku ríkisveitingina, sum stimbrar politiskum loysnum, ið flyta okkum í ein sjálvberandi búskap.
- ein umskipan í fiskivinnuni er bráðneyðug. Uppskotið, sum flokstingið hevur samtykt, um ein reform í høvuðsvinnuni, har nýggi karmurin í høvuðsheitum tryggjar lívfrøðiliga burðardygd, tí veiðitrýstið verður ásett samsvarandi lívfrøðiligu tilmælunum frá Havstovuni, tryggjar at tilfeingið, ogn Føroya fólks, verður varðandi búskaparligt grundarlag undir tjóðini. Hartil hevur tað við sær liberalisering, demokratisering og búskaparliga optimering í vinnuni. Neyðugt er samsvarandi at reka ein ekspansivan vinnupolitikk og at rættindi, krøv og treytir vera generell fyri allan vinnupolitikk.
- neyðugt er at rúmka um møguleikarnar fyri at útbúgva ungar føroyingar frá fólkaskúla til lærdan háskúla. Tað sama er galdandi fyri mentanarlív landsins, sum í nógv størri mun eigur at verða stimbrað umvegis almenna geiran. T.d. eiga tilmælini í Málmørkum at verða sett í verk alt fyri eitt evsta tjóðarsamleikanum – málinum – til frama.
- Land okkara skal vera ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi. Ferð skal setast á menningina av varandi orkukeldum, og vit skulu gera okkum minni heft av streinrunnum brennievni. Hetta bæði fyri at framtíðartryggja okkara búskap og at taka okkara part av altjóða ábyrgdini av at minka um útlátið av CO2.
- almannaskipanir landsins skulu endurskoðast og skipast av nýggjum eftir veruliga tørvinum, so tey, ið tørva, skulu fáa.
- neyðugt er at fáa fullar og heilar heimildir á uttanríkispolitiska økinum soleiðis, at Føroyar kunnu virka javnbjóðis øðrum sjálvstøðugum tjóðum og knýta tey politisku og handilsligu bond, ið kunnu viðvirka til politiska sjálvstøðu og ein sjálvberandi búskap.
- at allar politiskar loysnir í framtíðini skulu hvíla á hugtøkunum, frælsi, javnstøða, samhaldsfesti og burðardygd.
ABC-samgongan hevur síðani 2004 elvt til fullkomið apati og politiskt leti millum fólk. Tómgongdin og keglið um onki hevur nú rikið okkum út í eina nærum óloysiliga búskaparliga støðu. Tjóðveldi er einasta politiska alternativið, sum nú kann flyta tjóðina burtur úr hesi støðu, ið tykist vera avleiðingin av teimum mekanismum, sum eru smíðaðar inn í heimastýrislógina, ið framhaldandi skuldi verja danska valdið yvir Føroyum.
Samanumtikið er bráðneyðugt at menna tjóðskaparstríðið, at fáa tamarhald á almenna geiranum og at gera neyðugu bygnaðarbroytingarnar í fiskivinnuni, sum fara at hava við sær størri inntøkur til manningar, skipaeigarar og samfelag.
Loysingin er broytingin og bjargingin. Framtíðin stendur ímillum frælsi og afturvendandi armóð.
Soleiðis samtykt.
Vestmanna, 20. mars 2010
Tjóðveldi

