Tjóðveldið hevur á innanhýsis politiskum fundi sett kommunalpolitikk á breddan. Allir partar í flokkinum, aðalstjórn, tingmanning, økisfeløg og kommunalpolitikarar floksins, vóru umboðaðir á fundinum. Umframt mong viðkomandi kommunal mál, bæði fyri land og kommunur, var komandi fólkaatkvøðan viðgjørd.
Tjóðveldið slær fast, at flokkurin vil tryggja fólkaræði í Føroyum, og at tað er fólkaræðisligur rættur at fara á val.
Tjóðveldi staðfestir, at komandi fólkaatkvøðan als ikki hevur fingið nakra politiska viðgerð, og tískil er endamálið við fólkaatkvøðuni ikki greitt, hvørki fyri okkara fólkavaldu ella landsins borgarar.
Førdi politikkurin hjá samgonguni, bæði pensjónspolitikkur og skattapolitikkur, hevur broytt tilverugrundarlagið hjá kommununum. Og tey álit, sum fyriliggja um kommunuviðurskifti, hava ikki ført til nakra politiska niðurstøðu, og tí metir flokkurin, at spurningurin um ein komandi kommunubygnað ikki er búgvin til støðutakan.
Borgarin hevur rætt til at vita, hvørjar ætlanir og hvørjar avleiðingar kommunusamanlegging hevur við sær.
Tjóðveldi mælir tí til, at ávirkan og avleiðingar greitt vera lýstar, óansæð hvør politisk kós verður stungin út í kortið fyri kommunurnar í Føroyum.
Tjóðveldi mælir endaliga til, at samgongan søkir breiða semju á komunalpolitiska økinum, í staðin fyri sum nú at fara fram eftir fummum til óhepnar avleiðingar fyri borgarar, land og kommunur.
Tjóðveldi

