Tey vitjandi høvdu serligan áhuga fyri tí tekniska og umhvørvisliga partinum hjá Tórshavnar kommunu. Stórur áhugi var fyri teirri gjaldsfríu Bussleiðini, sum tey fingu eina framløgu og kunning um. Umboðini úr grønlendsku høvuðsstaðarkommununi høvdu áhuga fyri øllum viðvíkjandi sparing av orku, og fingu tey kunning um orkusparandi gøtuljósini í kommununi, fjarhitan í Hoyvíkshaganum og komandi sjóvarhitan á Boðanesheiminum. Eisini skuldu tey vitja á Brennistøðini og endurnýtslu handlinum Tinghúsið á Hjalla, umframt hjá Tórshavnar havn.
Grønlendsku gestirnir vitjaðu eisini sølutorgið í Vágsbotni, Østrøm pakkhús og Müllers pakkhús.
Umboðini úr Nuuk kommunu høvdu eisini ynskt at síggja eitt dømi um, hvat ið tey gomlu húsini í Havn m.a. kunnu brúkast til. Tí vórðu tey eisini boðin í Áarstovu, har Hjørleif Kúrberg greiddi teimum frá umhvørvinum í hesum gamla býarpartinum, og á sín serliga og dámliga hátt segði hann frá nógvum stuttligum og áhugaverdum gomlum søgum.
Á hjáheftu mynd eru grønlendsku gestirnir úr Nuuk kommunu saman við umboðum frá Tórshavnar kommunu:
Frá vintru:
Dora Heilman, tolkur
Thorkild Lauridsen, tekniskur stjóri í Nuuk kommunu
Vittus Mikaelsen, fyrrverandi borgarstjóri (Siumut)
Roar Heini Olsen, umhvørvisleiðari í Nuuk kommunu
Poul Hansen, næstformaður í teknisku nevnd (Demokratarnir)
Adolf Holm, formaður í í teknisku nevnd í Nuuk kommunu (IA)
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd
Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu

