Vilja vit gjalda 69 krónur í 30 ár fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin – og ongan Sandoyartunnil bora? Ella vilja vit gjalda einans 46 krónur, og bora báðar?
Vilja vit gjalda 145 milliónir árliga fyri ein tunnil – ella 109 milliónir árliga fyri tveir tunlar?
Tað er í veruleikanum tað, Løgtingið vegna Føroya fólk, skal taka støðu til.
Eitt lógaruppskot er í dag sent til hoyringar, sum skal geva Løgtingum høvi til at taka støðu til ein almennan tunnilsleist, nú landsstýrismaðurin ætlar at undirskriva sáttmála við privat felag, og harvið privatisera ein sentralan part av okkara samferðslukervi 30-50 ár fram í tíðina.
Útrokningar, sum eru lagdar við uppskotinum, vísa greitt, at almenna loysnin er ein munandi betri íløga fyri samfelagið Føroyar. Útrokningarnar eru gjørdar út ífrá almennum tølum frá Landsverki, har fortreytirnar eru tær somu fyri almenna og privata felagið – íløgukostnaður, rakstrarkostnaður og ferðslumetingar. Tann stóri munurin er, at privata felagið skal hava eitt avkast á 9,8% og at rentan hjá almenna felagnum er 3%.
Føroyska almenna loysnin hevur ógvuliga stórar fyrimunir í mun til útlendsku privatu ætlanina:
- Vinnulívið og vanligi brúkarin av Skálafjarðatunlinum koma at gjalda 1/3 minni, fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.
- Føroyar fáa tveir tunlar fyri ein, og binda størri partar av landinum saman.
- Landið missir ikki ræðisrættin yvir einum sentralum parti av okkara vegakervi í upptil 50 ár.
- Tunlarnir verða bygdir eftir leisti, sum vit longu hava sera góðar royndir við, og fylgja fíggjarliga einari fult forsvarligari gongd.
- Størri møguleiki verður fyri, at tryggja føroyskum fyritøkum og føroyskari arbeiðsmegi luttøku í byggiarbeiðinum.
- Landsstýrismaðurin fær heimild at stovna partafelagið alt fyri eitt, og kann borurin tí setast í Skálafjarðatunnilin longu í 2014.
Mælt verður til at partapeningurin í felagnum verður tilsamans 260 millónir kr, sum verður inngoldin yvir fleiri ár. Felagið kann rinda landskassanum hendan pening aftur, tá felagið eftir nøkrum árum fær gjaldførisavlop.
Við hesum leistinum ber til at tryggja brúkararunum av Skálafjarðatunlinum bíligari prísir, fast samband til Sandoynna, binda størri part av landinum tættari saman, og spara landskassanum og harvið skattgjaldararunum stórar upphæddir. Talan er tí um greiða vinn-vinn støðu fyri brúkararnar, vinnuna og samfelagið Føroyar.
Uppskotið er sent til hoyringar fyri at fáa serfrøði og áhugabólkar at gera sínar viðmerkingar, so politiska skipanin verður væl ílatin at viðgera størstu samferðsluútbygging í Føroyum nakrantíð.
Málið er ikki eitt partapolitiskt ella eitt andstøðu-samgongu mál. Vónandi ber til at finna eina breiða politiska semju um at fremja skilabestu loysnina fyri samfelagið, tá málið verður lagt fram á ólavsøku.
Tak niður útrokningar fyro p/f Føroyatunlar
Á Løgtingi 4. juli 2013
Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen
tingfólk

