Norðuratlantsbólkurin arbeiðir fyri at markera rødd Føroya og Grønlands á Fólkatingi og styrkja um norðuratlantiska samstarvið. Í samband við at bólkurin markeraði sítt tíggjunda ár segði Villy Søvndal formaður í SF soleiðis: ”Eg eri vísur í, at felags pallurin, sum grønlendskir og føroyskir politikarar hava í Norðuratlantsbólkinum, gevur Grønlandi og Føroyum meira sjónligheit og styrki í Fólkatinginum. Bólkurin stendur nú á tíggjunda ári á varðhaldi um norðuratlantisku áhugamálini. Flott klárað!”
Les meira um tey tíggju árini hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi her: http://dnag.sansir.net/get.file?ID=6385

