Vil samgongan taka undir við bráðfeingis eykajáttan til eldraøkið?

15 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Formenninir í andstøðuflokkunum hava viðgjørt spurningin um at kalla tingið saman til tess at viðgera og fremja eina bráðfeingis játtan til eldraøkið.

Atvoldin er, at tað nú stendur øllum greitt, at tann bráðfeingis játtanin, sum varð samtykt beint undan, at tingið fór til hús, ikki loysti átrokandi trupulleikarnar ella tær sparingar, sum raka meint á eldraøkinum.

Tá ið tann eykajáttanin varð viðgjørd, royndu andstøðuflokkarnir at játta 2,1 mió. kr. afturat, men hetta varð felt.

Formenninir í andstøðuflokkunum eru samdir um, at um tað skal hava nakran týdning at royna at fáa tingið saman, so má staðfestast, um samgongan hevur broytt hugsan, eftir at avleiðingarnar av støðuni eru komnar undan kavi. Ein vón má vera um, at samgongan ella partar av henni kunnu taka undir við eini eykajáttan.

Tí vilja vit við hesum alment spyrja løgmann og samgonguleiðara, Kaj Leo Johannesen, um samgongan er til reiðar at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuflokkunum um eykajáttan til eldraøkið, soleiðis sum skotið varð upp, áðrenn tingið fór til hús?

Og góðtekur Kaj Leo Johannesen sum samgonguleiðari, at samgongutingfólk ella samgonguflokkar kunnu atkvøða eftir egnari sannføring í einum slíkum máli, um tingið verður kallað saman?

Í øðrum lagi vilja vit spyrja løgmann, um hann vil taka stig til at útvega eina eykajáttan til eldraøkið við fíggjarnevndarskjali, sum er ein munandi skjótari háttur at avgreiða eina bráðfeingis játtan?

Um svarið er játtandi til annan av hesum spurningum, vilja andstøðuflokkarnir beinanvegin taka stig til at fáa kallað tingið ella fíggjarnevndina saman.


Tórshavn, 14. juni 2013


Vegna Tjóðveldi, Høgni Hoydal

Vegna Javnaðarflokkin, Aksel V. Johannesen

Vegna Framsókn,l Poul Michelsen