Brævið er soljóðandi
Løgtingsformaðurin hevur skipað soleiðis fyri, at tingfundur verður ímorgin hósdagin hin 27. mai 2010. Á skránni eru bara tvinni mál, sum hartil eru ríkislógartilmæli:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 169/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v., lov om Danmarks Nationalbank og forskellige andre love.”
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 170/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um fíggjarligt støðufesti, lóg um fíggjarligt virksemi, lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar og lóg um álíkning av inntøkuskatti til danska statin.
Sagt verður, at tingsetan røkkur frá ólavsvøku til ólavsvøku, og tí kennist tað løgið, at hópurin av tingmálum framvegis liggja at kalla óviðgjørd í ymsum nevndum, samstundis sum fólk hava fingið ta fatan, at tingið er farið í summarfrí. Tað hevur neyvan verið ætlan teirra, sum løgdu málini fyri tingið, at tey skuldu fána burtur í gloymskuna, og tíðartrot er ongin umbering, nú tað framvegis eru góðir tveir mánaðir fram til Ólavsvøkuna 2010.
Táið tingið fór til hús seinast, róði meira enn ein tingmaður úr ABC-samgonguni framundir, at ætlanin var at taka tingmál no. 37/2009: Uppskot til løgtingslóg um Húsalánsgrunn, úr fíggjarnevnd løgtingsins aftur, táið tingfundur varð settur aftur seinast í mai mánaða. Roknast má við, at hetta verður gjørt, og eftir tað liggja 15 skipanarliga íligin mál í ymsum nevndun. Ongin orsøk er til, at tey ikki fáa ætlaðu viðgerðina, og tí fer undirritaði hervið at heita á løgtingsformannin, harra Hergeir Nielsen, um at leggja hesi mál framaftur á tingfundinum ímorgin hósdagin hin 27. mai 2010:
• 23/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening. Framløgan var 30.09.09. Trivnaðarnevndin.
• 42/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sakførarastarvsemi). Framløgan var 05.11.09. Uttanlandsnevndin.
• 114/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Framløgan var 06.03.10. Fíggjarnevndin.
• 121/2009: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Framløgan var 06.03.10. Uttanlandsnevndin.
• 122/2009: Uppskot til ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler. Framløgan var 06.03.10. Uttanlandsnevndin.
• 131/2009: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2010-1. Framløgan var 06.03.10. Fíggjarnevndin.
• 140/2009: Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya. Framløgan var 06.03.10. §25 nevnd, ella ein víðkað rættarnevnd.
• 142/2009: Uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um Føroyar skulu vera verandi eitt valdømi ella býtt í fleiri valdømi. Framløgan var 06.03.10. Rættarnevndin.
• 145/2009: Úppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn. Framløgan var 06.03.10. Vinnunevndin.
• 147/2009: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina (fylgibroytingar til vinnufelagslógina). Framløgan var 06.03.10. Vinnunevndin.
• 157/2009: Uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd. Framløgan var 06.03.10. Rættarnevndin.
• 158/2009: Uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin). Framløgan var 06.03.10. Vinnunevndin.
• 162/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um haugers styrelse og drift. Framløgan var 06.03.10. Vinnunevndin.
• 164/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Frfamløgan var 06.03.10. Vinnunevndin.
• 168/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg. Framløgan var 22.04.10. Trivnaðarnevndin.
Møguliga er listin omanfyri ikki heilt fullfíggjaður, men helst er hann á eini góðari leið, ella so frægur sum ein rímiliga ítøkilig leitan hevur kunna avdúkað á heimasíðu løgtingsins. Hann ger í hvussu er greitt, at tingið ikki hevur tikið sær stundir til at viðgera 15+1 av 178 framløgdum málum ella 9% í verandi tingsetu.
Við vónini um, at tingformaðurin tekur áheitanina til eftirtektar, um at leggja omanfyrinevndu mál fyri tingið á ásetta tingfundinum ímorgin – 27. mai 2010 - kl. 11.00.
Við frændakvøðu
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.

