Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá Landsstýrinum kemur landskassin at hava eitt hall á 461,9 milliónir í 2012. Politiska skipanin stendur tí yvir fyri einari risa avbjóðing.
Stórar og tungar avgerðir skulu takast beinanvegin, um vit skulu fáa búskapin aftur á beint. Tá støðan hjá landskassanum er so hættislig, átti tað at verið greitt fyri ein og hvønn, at tað er ábyrgdarleyst at lata ófíggjaðar skattalættar fyri fleiri hundraðtals milliónir krónur.
Skattalættin er ikki fíggjaður
Minnilutin heldur tað tí vera eina avgerandi fortreyt fyri einum skattlætta, at fíggingin verður fingin til vega framman undan, so bygnaðarliga hallið hjá illa sperda landskassanum ikki økist.
Landsstýrið hevur ætlanir um at fíggja skattalættan við at skatta pensjónir við inngjald, heldur enn við útgjald. At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald gevur ikki landskassanum nýggjar inntøkur. Talan er einans um, at framskunda inntøkur, og harvið gjaldførið landskassans.
Embætisfólk hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hava skrivliga boða Løgtinginum frá, at landskassin verður hvørki ríkari ella fátækari av at skatta pensjónir við inngjaldi ella útgjaldið. Somu embætisfólk ella serfrøðingar mæla staðiliga frá, at skattur frá pensjónum verður nýttur til skattalætta.
Talan er sum sagt ikki um nýggjar inntøkur, men um inntøkur, sum eru ætlaðar at fíggja tær øktu útreiðslurnar, sum landskassin fær innan eldraøkið komandi árini.
Tað ber ikki til, at brúka somu krónur tvær ferðir, og tí fara hesar krónur at mangla í framyvir.
Uppskotið frá samgonguni um flatskatt er tí ófíggjað og ábyrgdarleyst.
Røtt og ábyrgdarfull skattaumleggin er neyðug
Sambært frágreiðing frá Hagstovuni var samlaða skattatrýstið 42 prosent í Føroyum, 43 prosent í Íslandi og 48 prosent í Danmark í 2008.
Skattatrýstið verður uppgjørt eftir, hvussu nógv land, kommunur og almennir grunnar taka inn í skatti og avgjøldum, í mun til tøku bruttotjóðarúrtøkuni. Umframt lønarskatt er talan eisini um m.a. partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt, vegskatt, meirvirðisgjald, innflutningsgjøld, skrásetingargjøld, ferðaavgjøld o.s.fr.
Tá lønarskatturin í Føroyum er á sama ella hægri støði enn Danmark, samstundis sum samlaða skattatrýstið í Føroyum sambært tølum frá Hagstovuni, sum eru uppgjørd í 2008 er munandi lægri enn í Danmark, ber væl til, at gera eina fult fíggjaða skattaumlegging, har skattatrýstið á lønir lækkar munandi.
Flatskattauppskotið skapar størri ójavna í Føroyum
Flatskattauppskotið vil økja um gjónna millum rík og fátøk í Føroyum. Ein arbeiðari við eini mánaðarinntøku á 20.000 krónur fær 115 krónur í skattalætta. Ein mánaðarinntøka á 50.000 krónur fær 4.000 krónurí skattalætta og ein inntøka á 100.000 krónur fær 8.000 krónur í skattalætta mánaðarliga. Tølini tala fyri seg.
Vit hava longu staðfest, at ALS-inngjaldið, SEV-gjaldið, bankaavgjøld og Heilsutrygdargjaldið hækkað komandi ár. Alt annað líka, so hækkað prísirnir á gerandisvørum eisini í komandi ári, og er tað tí ikki einans talan um, at tann ríki verður ríkari, men sanniliga eisini um, at tann fátæki verður fátækari.
Uppskotið vendir sosialt skeivt, og vil økja um ójavnin millum føroyingar. Fleiri altjóða kanningar hava víst, at samfeløg við stórum fíggjarligum ójavna millum borgarar hevur við sær styttri meðal livitíð fyri íbúgvarnir, størri sosialar trupuleikar, størri heilsutrupulleikar, størri rúsdrekka- og rúsevnistrupuleikar og meira kriminalitet, enn samfeløg við stórum fíggjarligum javna millum borgarar.
Ongin ivi er um, at skattatrýstið á lønir er ov høgt í Føroyum. Sjálvt tær lægru meðalinntøkurnar rinda toppskatt. Minnilutin metir hetta vera ein trupuleika, ið politiska skipanin eigur at loysa, men hetta verður ikki gjørt rætt og ábyrgdarfult við uppskotinum frá samgonguni.
Neyðugt við breiðari semju um framtíðar skattaskipan
Minnilutin vil í staðin mæla landsstýrinum til, at seta ein bólk mannaðan við landsstýrismanninum, umboðum fyri allar flokkar á Løgtingið, umboðum fyri løntakarar og arbeiðsgevarar og fakfólkum, at koma við einum uppskotið um nýggja skattaskipan, at seta í verk frá 1. januar 2013. Eina nýggja skattaskipan, sum minkar um marginalskattatrýstið og lønarskattatrýstið sum heild – og sum vísir á ein ábyrgdarfullan hátt at fíggja slíka nýskipan.
Ein meira sosialt rættvísur skattalætti er møguligur
Ein skattalætti má m.a. hava til endamáls at gera gerandisdagin hjá familjum, sum hava tað fíggjarligt trupult í dag, lættari. Tað eru ikki tær høgu inntøkurnar, ið hava tað fíggjarligt trupult í dag, men heldur lág- og meðalinntøkurnar.
Ein skattalætti til lág- og meðalinntøkurnar vil eisini hava størri búksparvøkstur við sær enn ein skattlætti til háginntøkur.
Samgonguumboð hava ført fram, at tað ikki er møguligt, at geva ein skattlætta til lægri inntøkubólkarnir. M.a. – verður sagt – tí hesi ikki rinda so nógv í landsskatti, og skattastigan er soleiðis háttaður, at tað altíð eru hægri inntøkurnar, ið fáa størsta lættan.
Minnilutin vil vísa á, at tað ikki er rætt, at tað ikki ber til lækka marginalskattin, og samstundis geva lág- og meðalinntøkunum ein lutfalsligan størri skattalætta.
Um vit ístaðin fyri flatskattaskipanina gjørdu eina skipan har allir borgarar rindaðu 6 prosent av sínari inntøku til eina fólkatrygd, sum m.a. umfatar samhaldsfasta, barsilskipanina og heilustrygdargjaldið, so kundi vit avtikið Heilsutrygdargjaldið beinanvegin. Minnilutin hevur fingið TAKS, at gjørt útrokningar, har tær 265 milliónirnar í samgongan ætlar at geva í skattlætta til meðal- og høgar inntøkur, fyrst og fremst verða givnar til lág- og meðalinntøkur.
Ein øðrvísi skattalætti frá samgonguni kundi sæð soleiðis út:
Omanfyri nevnda dømi vísir, at samgongan hevur møguleika at samanseta skattalættan øðrvísi, so tey við lág- og meðalinntøkum kunnu fáa størri skattalætta, um samgongan hevði ynskt hetta.
Samanumtikið mælir minnilutin løgtinginum frá, at samtykkja skattauppskotið frá samgonguni, ið ikki er fíggjað, økir bygnaðarliga hallið hjá landskassanum og vil skapa munandi størri ójavna í Føroyum.
Í staðin verður mælt til, at - sum nevnt omanfyri - at seta ein bólk at arbeiða við einari skattanýskipan, sum skal setast í verk frá 1. januar 2013.

