Við hesum skrivi fer undirritaði, fyri tingmanning Tjóðveldisins, at heita á Landsstýrismála-nevndina, um at taka upp málið um inntøkutrygd fiskimanna, sum ikki verður goldin út samsvarandi ásetingum í løgtingslóg no. 112 frá 29. desember í 1998 um minstuløn og dagstudning og løgtingslóg no. 112 frá 13. desember í 2008 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn. Orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er givin at gjalda út samsvarandi omanfyrinevndu lógum er, sambært honum sjálvum, at kontan hesum viðvíkjandi á løgtingsfíggjarlógini 2009 fyri vikum síðani er komin í trot.
Vit heita á Landsstýrismálanevndina um at viðgera og gera niðurstøðu um, hvørt landsstýris-maðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, tá hann ikki hevur biðið um neyðuga eykajáttan til inntøkutrygd fiskimanna, hóast hann var greiður um, at peningur fór at resta í, og síðani hevur steðgað útgjaldinum til teir borgarar, ið hava rættarkrav til útgjald eftir hesi skipan.
Soleiðis sum vit síggja málið, eru borgarar í hesum landinum komnir illa fyri, og orsøkin til at fiski- og útróðrarmenn nú vera settir til viks, í mun til lógartryggjaða rættin til minstuløn, dagstudning og mánaðarligan minstaforvinning, er tann einfalda, at landsstýrismaðurin nú betongtulkar lógargrundarlagi, soleiðis, at onki kann gjaldast út sambært lógarbundnum játtanum í hesum ítøkiliga máli, og samstundis hevur hann als onga roynd gjørt fyri at útvega sær neyðuga peningin til hetta sama endamál.
Neyðugt er at lýsa málið samsvarandi teimum upplýsingum, ið higartil hava verið tøkir. Niðanfyri verður gongdin í málinum sett upp í brotum, og ivaleyst finnast aðrir upplýsingar í innanhýsiskervinum hjá landsstýrinum, sum almenningurin og andstøðan onki vita um, men sum Landsstýrismálanevndin fær innlit í, í síni viðgerð, um hon velur at taka málið upp:
• 30. september 2008 verður løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2009 lagt fram á ting. Lansstýrið mælir til, at 28 mió. kr. verða játtaðar til inntøkutrygd hjá fiskimonnum. Sagt verður í kontutekstinum, at mett verður, at nýtslan verður okkurt um 28 mió. kr. í 2009. Hetta er ein hækking á 9,4 mió. kr. í mun til 2008 vegna minni avreiðingarvirði og vaksandi útreiðslur í fiskivinnuni.
• Eftir viðgerðina í fíggjarnevndini, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum m.a. hevur verið hoyrdur, man samgongan vera komin til eina politiska semju, sum ger, at uppskotna upphæddin á 28 mió. kr. nú verður minkað niður á 24 mió. kr. Í kontutekstinum stendur nú, at tillagingar í skipanini fara at verða gjørdar, fyri at halda játtanina uppá 24 mió. kr.
• Tá uppskotið til eykajáttanarlóg, dagfest 21. apríl 2009 - løgtingsmál nr. 180/2008 - varð lagt fyri tingið hin 24. apríl 2009, undraði tað mangan, soleiðis sum støðan í fiskiskipaflotanum hevði verið, í alt ov rúma tíð, at inntøkutrygdin ikki varð nevnd við einum orði í uppskotinum.
• 28. apríl fingu umboð fyri Tjóðveldi at vita frá Lønjavningarstovuni, at 10,6 milliónir krónur vóru útgoldnar fram til tann dagin, og var tað tí rættiliga ósannlíkt, at játtanin til inntøkutrygd hjá fiskimonnum fór at halda, tað sum eftir var av árinum.
• 6. mai 2009 setti Høgni Hoydal landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein munnligan fyrispurning um inntøkutrygdina, og svarið staðfesti greitt, at játtaða upphæddin á løgtingsfíggjarlógini als ikki kom at halda.
• 12. mai 2009 setti undirritaði landstýrismonnunum í fiskivinnumálum og fíggjarmálum §52a spurningar um inntøkutrygdina. Hesir vóru svaraðir skrivliga 27. & 28. mai. Tað gongur greitt fram av svarunum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørdi eina roynd at fremja broytingar í lógargrundarlagnum undir inntøkutrygdini á einum landsstýrisfundi 16. februar. Líka greitt er tað, at Jacob Vestergaard ikki fekk undirtøku fyri broytingunum í samgonguni. Harvið var grundarlagið undir játtanini á løgtingsfíggjarlógini burtur. Annars snúðu hesar broytingar seg bara um, at gera broytingar, sum minkaðu tørvin frá 29 mió. kr. niður á 24 mió. kr. Aktuelli tørvurin á 42 mió. kr er eitt heilt annað mál, sum royndirnar at broyta lógargrundarlagið als ikki standa í mun til.
• Tað einasta sum hoyrist til málið heilt frá 16. februar 2009, og fram til tann dagin onnur eykajáttanarlógin, tingmál no. 17/2009, verður løgd fyri tingið, táið nakað væl er komið inn í september mánaða í ár, er tað sum sagt verður í svarunum, ið sipað verður til omanfyri, og í svarinum til ein ófráboðaðum fyrispurning á tingi frá Bjørn Kalsø fyri viku síðani.
• Í svarinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til undirritaða, frá 27. mai 2009, verður staðfest, at Jóannes Eidesgaard rættiliga gerst varðugur við trupulleikan við játtanini til inntøkutrygdina, eftir at hann hevði verið og tosað við fíggjarnevnd løgtingsins á fundi hósdagin 30. apríl. Eftir hetta setti aðalstjórin í fíggjarmálaráðnum seg, eftir fundin, í samband við starvsbróðurin í fiskimálaráðnum um játtanina til inntøkutrygd. Mánadagin 4. mai sendir aðalstjórin í fiskimálaráðnum teldubræv til starvsbróðurin í fíggjarmálum, har kunnað verður um, at nýtslan sambært dagførdari meting verður mett til 40 mió. kr, - ella 16 mió. kr. fleiri enn játtaðar vóru.
• Hóast hetta hendir onki í málinum. Onki amboð í politisku skipanini (hvørki eykajáttanarumbøn ella fíggjarnevndarskjal) verður brúkt fyri at útvega neyðugu játtanina, sum nú er greitt staðfest (4. mai 2009), fyri at fiski- og útróðrarmenn kunnu fáa tann pening, sum er lógartryggjaður í løgtingslógum um minstuløn, dagstudning og mánaðarligan minstaforvinning, tað ið eftir er av árinum.
• Táið verandi tingseta byrjar, á Ólavsvøku, hendir heldur onki hesum máli viðvíkjandi, hóast Fiskimálaráðið greitt hevur staðfest ein tørv,, á 16 mió. kr., hin 4. mai 2009.
• Táið eykajáttanarlógin, tingmál no. 17/2009, verður lagt fram á ting nakað inn í september mánaða, kemur umbønin um eina eykajáttan til inntøkutrygdina á 18 mió. kr. til Føroya løgting. Málið liggur nú í fíggjarnevndini og gongst sum vanligt, er málið ikki íligið politiskt í nevndini fyrrenn um mánaðarskiftið oktober/november.
• Á miðdegi í dag frættist í útvarpinum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er firtin um, at greiða ikki er fingin á, um hann kann gjalda út sambært lógum, hóast viðkomandi fíggjarlógarkonta er komin í trot. Tí hevur hann steðga útgjaldingunum til inntøkutrygd. Seinastu ferð goldið varð út, var 27. august 2009, og tá vóru tvey túsund krónur eftir í hesum separata kassa. 300 fiski- og útróðrarmenn fingu tí ikki inntøkutrygdina útgoldna um dagarnar, soleiðis sum teimum er tryggjað í lóg. Harvið hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum suspenderað lógirnar um inntøkutrygd, frá 27. august og fram til tann dagin, táið tingið umsíður hevur samtykt løgtingsmál no. 17/2009 um einar 4-6 vikur.
• Útsagnirnar í fjølmiðlunum, hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hava sjónliga víst, at hann leggur lítið í, um fiski- og útóðrarmenn fáa hendan peningin til tíðina ella ikki, sum teir annars hava lógartryggjaðan rætt til. Í sjónvarpinum nevndi hann so óvanliga nonsjalant, at hesin bólkurin í samfelagi okkara var so vanur við at bíða eftir hýrunum, so, hetta mundi eisini fara at laga seg onkursvegna.
Áhugavert kundi verið at vita, hvussu reaktiónirnar í samfelagnum høvdu verið, um aðrir bólkar í samfelagnum vóru viðfarnir á hendan sama hátt, í mun til gjørdar avtalur og lógir um lønarviðurskiftir.
Ringa støðan í hesum málinum er bara landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri at takka, Hansara drál og óvanliga dólskni er orsøkin til, at menn og kvinnur, sum í alt ov rúma tíð hava havt óvanliga lakar hýrur, nú skulu ganga í mánaðir við ongari hýru. Løgtingið hevur ongan møguleika fingið fyri at viðgera málið, tí kann ábyrgdin fyri, at lógirnar no. 112 frá 29. desember í 1998 um minstuløn og dagstudning og løgtingslóg no. 112 frá 13. desember í 2008 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn ikki verða hildnar bara liggja hjá landsstýrinum og serliga landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Okkara niðurstøða er, at landsstýrismaðurin hevur sett til viks sínar skyldur við ikki at biðja um neyðuga játtan til lógarbunda játtan, og síðani at steðga útgjaldinum til teir borgarar, ið hava lógligt rættarkrav eftir hesi skipan. Slíkt álvarsmál eigur landsstýrismálanevndin at viðgera. Ger hon ikki tað, má tað tulkast sum um, at eisini hendan nevndin er vorðin ein partapolitisk samgonguforðing, fyri eftirlitinum, sum Løgtingið skal hava við útinnandi valdinum.
Tórbjørn Jacobsen

