Veljarakanning, manipulatión og sneisaørindi

26 August 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Ímillum reglurnar skal hetta skiljast soleiðis, at føroyska fólkasálin er vorðin meira sambandsk, at valdið í Keypmannahavn dregur meira í føroyingin nú enn áður. Ein hissini veljarakanning er orsøkin til nýggjasta uppgangin. Táið løgmaður verður spurdur, váttar hann hughaftið, sum miðlarnir hava róð framundir. Danski tryggleikin, trygdin í danska ríkiskassanum, donsku bankapakkarnir etc. eru millum orsøkirnar til hetta vælsignilsið, sum nú skolar inn yvir hetta forarmaða danska hjálandið. Ósagda niðurlagið hjá løgmanni er, at vit duga onki, vilja onki, kunnu onki o.s.fr. Sjónvarpið roynir í sínum lagi, at skorða hesa mýtuna av, táið teir fara út í gøturnar, og finna nøkur samríkjafólk, sum heldur enn gjarna vilja uppí gullkálvadansin í nýggja politiska fitilendinum hjá Kaj Leo.

Óroyndi løgmaðurin gjørdi ein ordans brølara, ein bukk, táið hann viðmerkti kanningina. Maðurin, sum ikki hevur gjørt peningsverk síðani hann setti seg ytst á Tinganesi, goggaði alt kremið í seg sjálvan, og gloymdi í rúsinum, at vald hansara stendur og fellur við Fólkaflokkinum og serliga Javnaðarflokkinum, sum fekk ein ordans lúsing í kanningini. Danski tryggleikin, sum skal eitast at vera orsøkin til skiftið, hevur bitið nøkur opin sár í kropsskinnið á Javnaðinum, meðan Sambandið er vaksið í sama mun sum Javnaðurin er minkaður. Eitt slag av politiskum stoffskifti ber til at siga. Tí satt at siga finst ongin skilagóð innlendis politisk frágreiðing um, hví Kaj Leo og hansara teknar so brádliga eru farnir at bólgna, sum gjørdu teir onki annað, enn at súgva sukursøtan poltiskan buding í seg frá morgni til myrkurs.

Hóast liðið kring Eidesgaard nú, ein fyri og annar eftir, av berari ússaligheit leypur á bláman, og roynir sum frægast at bjarga sær sjálvum, stóð generalurin av Tvøroyri manniliga eftir, táið hann m.a. gjørdi ta viðmerking í sjónvarpinum, at tað var óskiljandi, at Tjóðveldi ikki gekk fram í hesi kanningini, eftir tann ídna og seriøsa leiklut flokkurin hevði valt at reka, í andstøðu, síðani seinra ABC-samgongan varð skipað. Hann róði framundir, at búskaparliga kollapsið í Íslandi kundi vera ein orsøkin. Og tað er væl hugsandi, at hetta er partur av frágreiðingini, men tað eigur ikki at halda Tjóðveldinum frá, áhaldandi, at eftirmeta sín leiklut og sínar støður til dagsins politisku mál. Í høvuðsmálinum, sum er skipanin av føroyska nationalstatinum, kemur tó ongantíð kinkur á, tá mega veljarakanningarnar verða, sum tær vilja.

Ein nýggj mýta, sum nú verður skapt í politisku skipanini, og í fjølmiðlunum, er, at ongin vil samstarva við Tjóðveldi, og serligur dentur verður lagdur á, at ongin vil samstarva við formannin í flokkinum, Høgna Hoydal. Sagt verður, at flokkurin líður av einum Auken-syndromi. Vinnur valini, men úrslitið er og verður ein oyðimarkargongd í andstøðu. Til hesar gitingar er bert at siga, at Tjóðveldi fer ikki treytaleyst uppí nakra samgongu, og fyri at siga tað rátt, høvdu vit ongantíð lagt politiska afturpartin til ta borgarligu neyðtøkuna, sum Javnaðurin viljaleysur hevur verið offurlambið í hesi seinastu 5 árini, og sum nú svíður sum svøllurin. Útsøgnin er hartil ógvuliga manipulerandi, táið Tjóðveldi síðani 1998 hevur verið partur av samgongum í 6-7 ár av samanlagt 11 árum.

Ein veljarakanning er ikki annað enn eitt tekn frá veljaranum í einum splittsekundi. Tí skal hendan kanningin heldur ikki skiljast og takast í størri álvara, enn at ongi strategisk ella taktisk fyrivarni reka á hin uppringda, táið hann/hon spontant svara út frá aktuella miðlaskúminum, og vit mega heldur ikki gloyma, at tingið lítið og onki hevur verið saman síðani í mai mánaða, harvið er andstøðan serliga fráverandi í miðlunum, í tíðarskeiðnum fram ímóti hesi kanningini.

Hvør er nú veruligi vinnarin hesi kanningini?

Sambandsleiðin er stóri taparin í kanningini. Samríkjaflokkarnir, Sambands- og Javnaðarflokkurin, eiga bara undirtøku hjá 42%´um av veljarafjøldini. Hetta man vera størsti lúsingur hesir donsku agentar nakrantíð hava fingið í eini veljarakanning yvirhøvur. Margháttligt, at ongin í fjølmiðlaverðini, ella fyri tann skuld onkur serfrøðingur, ikki tekur hendan veruleikan uppá tunguna.

Politiska tjóðskaparrørslan, Tjóðveldi og Fólka, -Sjálvstýris- og Miðflokkurin, hava 58% av veljaraskaranum aftanfyri seg. Hetta er greið ábending um, at fólkið, beint ímóti skilaleysu profeteringini hjá Kaj løgmanni, ætlar at ganga frælsisleiðini, og taka eksistensiellu uppgerðina við veruligu valdsharrarnar í Keypmannahavn. Í løtuni lynnir Fólkaflokkurin undir, soleiðis, at sambandsrákið ótarnað sleppur at hóreiggja sær sum tí lystir, men mangt bendir á, at tíðin hjá Kaj Leo í landsins hægsta sessi verður stokkut. Javnaðurin sprongir seg út, táið høvið verður, og Fólkaflokkurin bíðar bara eftir røttu løtuni, at fara undir aftur eina fullveldissamgongu.

Tá kann løgmaður taka heiðurin frá flýggjaðum javnaðaratkvøðum við sær í andstøðu, og tá er stutt eftir á mál hjá floksfeløgum hansara, sum ikki ætla, at hann nakrantíð aftur skal ytst út á Tinganes at sita. Tá flyta tey flýggjaðu sjálvsagt aftur til ein umskipaðan og hugsjónarliga styrktan javnaðarflokk, sum er eitt neyðugt íkast í politisku skipanini, um høgraflokkarnir ikki treytaleyst skulu sleppa at chokera samfelagið í framtíðini, á sama hátt sum teir syndraðu tað árini 2004-2008, enntá undir tí, sum skuldi eitast at vera ein javnaðarleiðsla.

Samanumtikið vann politiska tjóðskaparrørslan hesa nýggjastu veljarakanningina við óvanliga stórum meiriluta, við 58%´um, meðan agentarnir fyri danska valdið í Føroyum taptu. Tað er veruliga úrslitið, sum enn ongin hevur dittað sær til at greiða Føroya fólki frá. Man freistast til at spyrja, um public-service stovnur okkara eisini er stjórnaður úr korridorunum í stjórnarbygningunum í Keypmannahavn, so graverandi sum teir eru álopnir av hesi sambandsku umfarssóttini, ið tippir fyri øllum øðrum enn tí, sum av berum maktarloysi vendir sær í ein beinan landssynning.