Varðveita vitanina um føroyskt bátasmíð

8 December 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at skipa lærutíðina í smíði
soleiðis, at lærutíðin og ástøðið eisini fevna um føroyskt bátasmíð.

Viðmerkingar
Føroyskt bátasmíð hevur lagt lunnar undir føroyska samfelagið í øldir. Føroyski
báturin er tiltikin sjógóður og hevur síni serføroysku eyðkenni sum partur av føroysku
mentanini.

Tað er tó ikki nakað dulsmál, at glastræðrabátarnir hava vunnið fram seinnu árini.
Henda gongdin er natúrlig. Tað, sum hinvegin er okkara skylda, er at tryggja, at
mentanararvur okkara, føroyski báturin og føroyskt bátasmíð, ikki fer fyri bakka.
Fyri at bøta um fortreytirnar hjá føroyska bátasmíðnum til sín natúrliga rætt í føroyska
samfelagnum frameftir, verður gjørt hetta uppskot.

Heitt verður á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at skipa lærutíðina sum
timburmaður soleiðis, at partur av lærutíðini og partur av fakliga ástøðinum, fara at
snúgva seg um bátasmíð. Á tann hátt verður skipað krav og møguleiki at varðveita
vitanina um føroyskt bátasmíð og føroyska bátin.

Á Løgtingi, tann 2. desember 2010

Páll á Reynatúgvu