Væleydnaður fólkafundur í Gøtu

8 June 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Eini 300- 400 fólk vóru komin til Norðragøtu fyri at lurta eftir røðum, sangi og upplestri av yrkingum. Veðrið var av tí fagrasta og yvirhøvur hildu fólk, at fundurin var sera væleydnaður.

Byrjað varð við sálminum hjá Tróndi: “Givnir eru einglar góðir.” Síðani røddu Gunnhild, Kári, Annika og Tórbjørn. Harímillum spældu og sungu Niels og Lív og Carl Jóhan Jensen las nøkur av sínum vælkendu skjøldrum.

Síðani varð tjóðsangurin sungin. Eftir tað nýttu tey mongu, sum høvdu lagt leiðina til Gøtu, høvi til at vitja fornminnini, sum gøtufólk á ein so sera fyrimyndarligan hátt hava megnað at varðveitt, í regi av Gøtu Fornminnisfelag, sum legendan Arnleyg Jacobsen, dóttir til kongsbóndan norðuri við Hús í Syðrugøtu, Líggjas Bónda, man eiga høvuðsheiðurin fyri.