Væleydnað 1. mai-café í Runavík

2 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Sagt verður, at hetta var einasta haldið uttanfyri høvuðsstaðin, hendan dagin, sum ber eina so óvanliga sterka søgu í sær. Í grundini søguna um, hvussu vit eru komin ávegis til tað samfelag, sum vit eiga í dag. Fátækt er tað søguleysa fólki, tí átti nógv størri dentur at verið lagdur á frálæru um alt tað, sum stendur uppi við m.a. altjóða arbeiðaradagin.

Tjóðveldisflokkurin er einasti loysingarflokkurin í landinum, og samstundis varð hann stovnaður sum flokkurin hjá landsins fiski- og verkamonnum. Tí er tað gylt høvi hjá flokkinum, at hátíðarhalda dagin, sum ber frælsi í breiðastu merking í sínum skjøldri. Í nøkur ár í áttatiárunum var 1. mai hald hildið í Runavík. Arbeiðarafelagið Hæddin skipaði tá fyri, men hetta datt niður fyri aftur. Tjóðveldisfelagið í oynni hevur nú sett sær fyri at blása lív aftur í hesa traditión, og fyrsta royndin var týskvøldið í vikuni.

Væl av fólki var møtt í húsunum hjá arbeiðarafelagnum. Formaður Tjóðveldisins, Høgni Hoydal, og skaldið, Jóanes Nielsen, fluttu fram tvær framúr góðar røður (røðan hjá Jóanesi sæst á Vágaportalinum og røðan hjá Høgna man áðrenn langt umlíður fara at síggjast á heimasíðuni www.tjodveldi.fo). Gjáarmaðurin Jónsvein Olsen, sum býr í Rituvík, sang og spældi nakrar av vísunum, sum hann og Birgir Nónsgjógv, sáli, plagu at flyta fram. Eisini sang hann onkran nýggjari sang, sum hann sjálvur hevur yrkt. Formaðurin í felagnum læs nakrar yrkingar upp eftir Jóannes Dalsgaard, Róa Patursson og Jóanes Nielsen og væl av felagssangi var á skránni.

Tá orðið varð frítt, vóru tað mong sum nýttu høvið, at siga sína hjartans meining tey politisku viðurskiftini í landinum. Hetta var gott høvi at hitta formann Tjóðveldisins á máli og somuleiðis hjá honum at møta fólki, sum virka uttanfyri bonaðu gólvini í høvuðsstaðarøkinum. Samanumtikið eitt sera væleydnað kvøld arbeiðaradegnum til heiðurs, sum endaði um hálvgum ellivu tíðina við at allur tjóðsangurin varð sungin (- skuldi verið óneyðugt at sagt, men ónollan, bert at syngja fyrsta ørindi av Tjóðsanginum, hevur tíverri bitið seg fasta flestu staðir, har hesin vakri sangur/sálmur verður sungin (!))

Eysturoyar Tjóðveldisfelag.