Skotbráið frá tí valið er útskrivað, til val verður, er munandi stytt. Tí er neyðugt at vera væl fyrireikaður, tá valið verður útskrivað. Seinni verður her, í ÚF og Rás 2 lýst nærri, nær og hvar uppstillingarfundirnir verða.
Sambært nýggju skipanini í Tjóðveldi, hevur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag rætt at uppstilla 15 valevni, og javnstøða skal í mesta mun vera í uppstillingini.
Í gr. 9 í lóg fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag stendur m. a. "Til hvørt val (løgtings-, fólkatings- og býráðsval) skal felagið seta fram valevni, ið skulu vera ímillum felagslimirnar, men áðrenn endaliga uppstillingin fer fram, skal hetta mál hava verið til umrøðu á minst tveimum fundum. Uppskot til valevni skulu setast fram á 1. og 2. uppstillingarfundi".
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

