Eindarlistin og SF taka undir við uppskotinum, men tað ger danska stjórnin ikki. Stjórnin letur tó upp fyri møguleikanum at víðka um atgongdina til upplýsingar um føroyska og grønlendska bankakervið.
“Eg eri sinnaður at hyggja nærri at møguleikanum at víðka um atgongdina til upplýsingar”, segði búskapar- og vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen undir viðgerðini seinnapartin í dag.
“Viðgerðin vísti sum vanligt, at hóast undirtøka er fyri týdningarmiklu ætlanunum at fáa fult innlit í fíggareftirlitið, so eru stjórnarflokkarnir trekir, tá uppskotið ikki kemur frá teimum sjálvum. Vónandi sparkar hetta tó lív í málið.”, sigur Høgni Hoydal, fólkatinglimur.
Lógaruppskotið verður nú latið Føroyanevndini, sum fer at viðgera allar spurningar og fer at kalla danska búskapar- og vinnumálaráðharran í samráð.
Viðmerkingar fáast við at venda sær til Høgna Hoydal +298 220 250

