Uppskot um fleiri læru - og praktikkpláss

13 December 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Uppskot til samtyktar um at:

· Landsstýrið í øllum sáttmálum við virkir, sum skulu standa fyri byggingini av størri verkætlanum í Føroyum tryggjar og samráðist um, at fleiri lærupláss verða og møguleiki fyri starvsvenjing

· Landsstýrið tryggjar nógv fleiri lærupláss hjá almennum arbeiðsgevarum

Arbeiðsloysið í Føroyum økist alsamt. Tølini vísa, at tey sum onga útbúgving hava, oftast eru tey sum gerast arbeiðsleys. Heili 80 – 90 %. Hugsandi er, at prosentparturin er enn hægri, tá tey uppsøgdu í Fiskavirking verða tald við.

Vit vita eisini , at fleiri og fleiri størv krevja, at fólk hava eina útbúgvning. Starvsmøguleikar, løn og setanartreytir eru oftast fleiri og betri hjá teimum, sum hava eina útbúgving.

Ítøkiligar ætlanir eru um fleiri størri verkætlanir í byggivinnuni:

· Skúladepilin í Marknagili

· nýggjur psykiatriskur Depil

· røktarheim

· bústaðir til sálarsjúk

· Ábøtur á skúladeplinum í Hovi.

Aftur og aftur er borið fram, at íløgurnar sum tíðirnar eru skulu vera arbeiðsskapandi. Tíverri er veruleikin, at vit ikki veruliga kunnu vísa á, at arbeiðsskapandi virksemið til føroyskar hendur í nóg stóran mun fer fram. Arbeiðsloysið veksur og nógv virki sigla í sera tungum sjógvi.

At arbeiðið skuldi verið bæði hjá lærlingum og praktikantum í ætlaðu verkætlanunum tykist eingin ivi at vera um. Talan er um sera stórar verkætlanir í fleiri førum sum verða í gerð í fleiri ár og lærlingar hava eitt lærupláss alla lærutíðina. Sum dømi kann nevnast, at tá fyrsta byggistig í Berjabrekku var í gerð starvaðust tveysiffra tal á timburmonnum har øll árini.

Vit vita, at avbera nógvir arbeiðsgevarar kýta seg og taka fleiri lærlingar. Eisini er greitt, at privatir arbeiðsgevarar eru nógv ’óførari’ enn almennir, um vit hyggja at hagtølunum. Men við høgum arbeiðsloysi serliga millum tey, sum onga útbúgving hava, er neyðugt at samráðast um enn fleiri lærupláss. Talan er jú um almennar verkætlanir sum landið rindar.

Møguleikin eigur at vera hjá fleiri enn í dag fyri læruplássi. Talan kundi verið um eitt nú elektrikarar, timburmenn, múrarar, málarar. Kanska møguleiki innan skrivstovu ella matgerð eisini verður ein møguleiki á skúladeplinum ella psykiatriska deplinum – annaðhvørt sum lærupláss ella praktikkpláss.

Hagtøl hava víst, at almennir arbeiðsgevarar hava fá lærupláss. Tykist løgi, tí tað eigur vera góð siðvejna og sjálvsagt, at tað almenna tekur sosiala ábyrgd til tess at íbúgvarnir hava fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar, ikki minst, tá so nógv uttan útbúgving teljast millum tey, sum eru arbeiðsleys. Hugsa vit um kostnaðin er talan um sera bíliga arbeiðsmegi, tá vit tosa um lærlingar.

Lærupláss er eitt. Men starvsvenjing/ praktikkpláss eru eisini neyðug. Lutvís sum praktikkpláss, har fólk sleppa at royna seg í einum nýggjum fakøki, men eisini um fólk hava tørv á at finna út av, hvør útbúgving kundi verið ein møguleiki ella fyri bøta um og tryggja og varðveita arbeiðssamleikan hjá tí, sum er arbeiðsleysur.

Eisini átti ríkur møguleiki at verið fyri ymiskum uppgávum í mun til ung í arbeiði.

Ávísar forðingar kunnu ivaleyst vera í mun til hetta uppskot. Umráðandi er tí, at tosa við eitt nú partarnar á arbeiðsmarknaðinum og ikki minst teknisku skúlarnar um, hvussu uppskotið kann gerast veruleiki.

Vit mugu kýta okkum og av álvara taka tøk, so arbeiðsloysið minkar. Her og nú.

Arbeiðsloysið verður væntandi 8 – 9 % . At vera arbeiðsleysur er oyðileggjandi fyri bæði samleika og trivnaðin sum heild. Tá fólk gerast arbeiðsleys er sera umráðandi, at tey kenna á sær, at ein vón og møguleikar eru fyri framman. Hetta uppskotið kundi verið eitt fet á vegnum – um vit velja at síggja loysnir heldur enn forðingar.

Fyri Tjóðveldi

Bergtóra Høgnadóttir Joensen