Uppskot um at javnseta ferðaseðlakostnaðin

2 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Løgtingsmál nr. 126/2011: Uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at kanna
og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á
samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja


Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at koma við eini frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin
kann javnsetast á samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja.


Viðmerkingar
Hóast vit øll búgva í sama landi og rinda sama landsskatt, so er samferðslutænastan í ymsu økjunum
í landinum ógvuliga ymisk bæði í tænastustøði og í kostnaði. Í høvusðsheitinum kunnu vit býta upp
í fýra ymiskar samferðslumøguleikar:


1) Gjaldsfríir almennir vegir, brýr og tunlar 2) Undirsjóvartunlar 3) Strandfaraskipini og 4)
Tyrlutænastan.


Uttan iva eru brúgvar, byrgingar og nýggju undirsjóvartunlarnir millum størstu frambrot á
samferðsluøkinum í Føroyum. Og sæð í mun til tær skipanirnar eru aðrir samferðslumøguleikar
millum oyggjarnar, sum einki at meta. Samferðslutænastan hjá teimum oyggjum, sum áður vóru
leysar, men sum nú eru bundnar í meginøkið við tunlum og brúm, er munandi betri, enn har ferjur
og tyrlur røkja tænastuna. Tey, ið enn ikki hava fast samband við meginøkið, mugu góðtaka ta
støðuna, til undirtøka er á Løgtingi at betra um viðurskiftini.


Støðan, sum verri er at góðtaka, og sum ikki er rímilig, er, at hesi øki umframt verri tænastuna,
harumframt skulu gjalda ein hægri ferðaseðlakostnað fyri at nýta verru tænastuna.


Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy,
Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn
tað er fyri tey, sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar.


Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum antin í Havnini ella grannalagi
hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra, sum búgva á leysu oyggjunum, til meginøkið javnan,
antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu, sum einans finst í
meginøkinum.


Vit búgva í einum og sama landi og gjalda sama landsskatt uttan mun til, hvar vit búgva. Júst tí
kennist tað órímiligt at hava ymiskar prísskipanir. Skuldi tað verið ein prísmunur, so kundi ein
hægri prísur møguliga verið rímiligur fyri betru tænastuna, men á ongan hátt sum nú, har verra
tænastan rindar hægra kostnaðin.


Aftur nú um nýggjársleitið boðaðu P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin frá, at kostnaðurin at
ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar fór at lækka, samstundis sum landsstýrismaðurin, sum varðar
av Strandfaraskipum Landsins, boðar frá gjøgnum Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012, at
ferðaseðlarnir hjá Strandsfaraskipum Landsins møguliga fara at hækka. Hettar órættvísi millum
borgarar í sama landi, ber snøgt sagt ikki til longur.


Fyri ikki at gera mun á føroyingum, uttan mun til hvar í landinum tey búgva, verður tí heitt á
landsstýrið um um at koma við eini frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á
samferðsluøkjum í Føroyum, bæði tá silgt verður við strandfaraskipum, og tá koyrt verður gjøgnum
undirsjóvartunlar.


Á Løgtingi, 26. januar 2012


Páll á Reynatúgvu Sirið Stenberg
Gerhard Lognberg Kristin Michelsen