Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum herðir sjóvegis
flutningsskylduna hjá landinum.
Viðmerkingar
Samferðslan hevur alstóran týdning í samfelagnum. Við nýggju frambrotunum á samferðsluøkinum
eru áleið 85% av føroyingum samanbundnir landafrøðiliga, soleiðis at tey kunnu koyra til hvønn
annan, tá ið tey ynskja tað. Tey 15%, sum ikki hava henda møguleika, eru framvegis tengd at
strandfaraskipunum.
Sum støðan er í dag, so eru tað 3 dagar í árinum, at strandfaraskipini ikki sigla. Hesir eru
páskadagur, jóladagur og langi fríggjadagur.
Umframt, at dagligur tørvur er á støðugum farleiðum gerandisdagar, so er tað kanska serliga, tá ið
fólk hava frídagar, at tey hava tørv á og møguleika at ferðast. Tað eru slíkar dagar, fólk ynskja at
vitja familju og annars hava høvi at vera saman. Somuleiðis hava fólk, sum skulu til arbeiðis, bæði
her heima og sum skulu av landinum, tørv á, at skipini sigla allar dagar.
Við tí í hyggju, at stórar íløgur eru gjørdar í samferðsluøkið seinastu árini, hevur Løgtingið alment
viðurkent, at samferðslan er ein sera týðandi partur av ynski og tørvi í nútíðarsamfelagnum. Tí átti
tað ikki at verið trupult at viðurkent tørvin hjá teimum, sum sigla. Tey 15%, sum framvegis mugu
sigla, hava ikki møguleika at fara frá húsum, tá ið tey ynskja tað, men ynskja at kunna ferðast
dagliga. Tænastan verður ongantíð javnbjóðis við hana hjá teimum, sum koyra, men hon kann
gerast munandi betri enn í dag.
Ynskiligt er at fáa játtan til hesar 3 dagar afturat, og at fáa hesar dagar inn í samráðingarnar við
fakfeløgini. So tað er umráðandi at hava fakfeløgini við.
Á Løgtingi, 15. september 2014
Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu

