Uppskot um at basa ungdómsarbeiðsloysinum fall

2 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Uppskotið var soljóðandi


”Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum hava til endamáls at basa og minka um ungdómsarbeiðsloysið.”

Umboðið hjá Tjóðveldi í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, vísti annars á, at: “Við uppskotinum til samtyktar heitir Løgtingið á landsstýrið um at koma við ítøkiligum lógaruppskotum, sum kunnu minka um ungdómsarbeiðsloysið. Ein slík felags staðfesting frá Løgtinginum er sostatt ein góð uppfylging til álitið, sum nú er komið frá landsstýrinum. Við hesum kann Løgtingið strika undir, hvussu stóran skund tað hevur, at ítøkilig átøk verða sett í gongd beinanvegin, so tey ungu verða spard fyri at ganga fyri einki, við øllum teimum neiligu árinunum tað førir við sær”. Minnilutin sigur eisini í viðmerkingunum:

“Í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað seinasta árið. Arbeiðsloysið er í sjálvum sær ein trupulleiki, men fyri ung, sum byrja sítt vaksnamannalív við at renna seg inn í arbeiðsloysi, kann hetta lættliga skeikla sjálvsálitið, og gróðurseta eina tað-er-ikki-brúk-fyri-mær-kenslu, ið kann gerast tungt viðføri, restina av lívinum. Arbeiðssamleikin kann fara fyri bakka – og tá kann gerast trupulari at fáa fótin fyri seg aftur á arbeiðsmarknaðinum.

Seinasta heyst settu millum onnur Unga Tjóðveldið saman við Tjóðveldi fokus á hetta álvarsmál við almennum kjaki. Eitt, sum kom fram, var, at ein bólkur, sum í stóran mun er ósjónligur og tí í serligum vanda fyri at detta niðurímillum, eru tey ungu, sum ikki hava arbeiðsroyndir, og sostatt ikki eru skrásett í ALS, umframt tey, sum eru yngri enn 18 ár, og foreldrini tískil hava forsyrgjaraskyldu av. Í viðgerðini av málinum er komið fram, at eingin kann seta neyvt tal á, hvussu mong hesi eru. Partur av hesum bólki eru ung fólk, sum ikki eru bókliga áhugað. Nøkur teirra eru skúlatroytt, meðan onnur eru orðblind ella kunnu hava lættari sálarligar ella sosialar trupulleikar.


Nøkur teirra kundu havt gagn av at komið á Dugniskúlan við Áir, men rúm er í verandi løtu bert fyri einum lítlum parti av umsøkjarunum. Onnur teirra eru júst liðug við skúlan, og ikki sinnað at lesa meira fyribils. Tørvur er á, at millum onnur hesi ungu fáa møguleika at sleppa í praktikk, lærupláss, ella at serstøk arbeiðspláss verða sett á stovn til teirra.

Tað var at fegnast um, tá landsstýrið í vár setti arbeiðsbólk at gera uppskot til átøk at bøta um støðuna við ungdómsarbeiðsloysinum. Í nevndarviðgerðini av uppskotinum frá Tjóðveldi segði forkvinnan fyri arbeiðsbólkin hjá landsstýrinum, at arbeiðsbólkurin vildi taka til sín fleiri ting, sum nevndarlimir tóku fram úr uppskotinum, við í sítt arbeiði. Gleðiligt er tí eisini, at tilmælið, sum nú er komið frá Vinnu-, Almanna- og Mentamálaráðnum, í stóran mun eru samanfallandi.

Her verður serliga hugsað um miðnáms- og útbúgvingarpláss til skikkaðar umsøkjarar umframt virkispraktikkir og fleiri lærupláss.

At stríðast ímóti Ungdómsarbeiðsloysinum og geva teimum ungu ymiskar møguleikar fyri starvsroyndum, ígongdsetan og betri útbúgvingarmøguleikum, er eitt mál, sum allir flokkar taka undir við”. Tí hevði tað verið eitt jaligt og savnandi signal, um Løgtingið stóð saman um hetta uppskot til samtyktar.

Les uppskotið her


Les álitið frá vinnunevndini her