Løgtingsmál nr. 49/2010: Uppskot til samtyktar um at seta § 25 nevnd at
fyrireika rættarligt ábyrgdarmál móti fyrrverandi landsstýrismanni í
vinnumálum
Løgtingið samtykkir at seta § 25 nevnd við øllum floksformonnum á tingi at meta um
og útgreina grundarlag fyri at reisa ákæru móti fyrrverandi landsstýrismanni í
vinnumálum fyri brot á løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins § 5, stk.1 fyri tilætlað
ella av grovum ósketni at hava skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum
sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi
hansara í málinum, sum lýst er í frágreiðing frá Løgtingsins Umboðsmanni um
avgerðir at løggilda grannskoðarar og møguliga at gera uppskot um, hvør skal virka
sum ákæri í málinum.
Viðmerkingar
Løgtingsins Umboðsmaður læt 2. november 2010 drúgva frágreiðing úr hondum í
málinum um avgerðir at løggilda grannskoðarar.
Í frágreiðingini, ið byggir á rúgvumikla skjalfesting og lýsing av øllum málinum, ger
Løgtingsins Umboðsmaður ta niðurstøðu, at talan er um álvarsligar feilir og brek í
viðgerðini hjá Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum. Umboðsmaðurin vísir
millum annað til:
• at avgerðirnar hava verið skeivar eftir lógum og reglum,
• at talan hevur verið um ógegni í viðgerðini,
• at talan hevur verið um ósakliga fyrisiting,
• at landsstýrismaðurin og embætisfólk í fleiri førum settu seg í samband við
fyrisitingarliga myndugleikan um málið og vóru á fundum, hóast tey vóru
ógegnug.
Av tí, at Umboðsmaðurin helt talan vera um álvarsligar feilir og brek við viðgerðini
hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum, hevur umboðsmaðurin, samsvarandi
§ 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, sent Formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni og
landsstýrismonnunum í innlendismálum og vinnumálum frágreiðingina. (J. nr.
200900041).
Løgmaður fyri sín part legði fyri Løgtingið serliga frágreiðing, har sagt var: ”Fyri at
kunna staðfesta endaliga, um landsstýrismenninir bóru seg óregluliga at, má endaligur
dómur til... Einasti háttur at byrja ábyrgdarmál móti avvarðandi landsstýrismanni er tí
at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byrja rættarligt ábyrgdarmál.. Hetta mál snýr
seg um álit á okkara politisku skipan. Tí tekur løgmaður tað sum givið, at málið
verður reist á Løgtingi.”
Við hesum taka undirritaðu til eftirtektar frágreiðing umboðsmansins um faktisku
viðurskiftini og meting løgmans um áneyðirnar at fáa málið ført til endans á rættan
hátt, so viðkomandi fær høvi at verja seg og svara ábreiðslunum við øllum rættindum.
Ásannast má, at tað er eitt álvarslig stig, sum verður tikið fyri fyrstu ferð at reisa
ákæru eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna, og er tað av stórum týdning at málið
verður væl fyrireikað og eitt haldgott grundarlag verður fyri einum møguligum
ákæruriti. Nevndin eigur tí at leita sær serkøna hjálp hjá løgfrøðingi, sum hevur
drúgvar royndir í revsisakargongd.
Við støði í hesum má roknast við at ávísar útreiðslur koma at standast av nevndararbeiðnum.
Á Løgtingi, 17. november 2010
Bill Justinussen, John Johannessen, Kári á Rógvi ,Høgni Hoydal og Alfred Olsen
Løgtingsmál nr. 50/2010: Uppskot til samtyktar um at seta § 25 nevnd at
fyrireika rættarligt ábyrgdarmál móti fyrrverandi landsstýrismanni í
innlendismálum

Bill Justinussen, John Johannessen, Kári á Rógvi, Høgni Hoydal og Alfred Olsen