Uppskot til samtyktar at basa ungdómsarbeiðsloysinum

23 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Uppskot til samtyktar um at basa ungdómsarbeiðsloysinum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum hava til
endamáls at basa og minka um ungdómsarbeiðsloysið.


Viðmerkingar:
Vit hoyra nú dagliga, hvussu talið á arbeiðsleysum veksur. Ernst Jacobsen, stjóri á
ALS, segði í vikuni, at arbeiðsloysisprosentið í Føroyum í ár kann koma upp á 10 %.
Nøkur teirra, sum serliga verða hart rakt, tá talan er um arbeiðsloysi, eru tey ungu.
Ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er fleirfaldað seinasta árið. Helst eru enn fleiri ung
arbeiðsleys, enn hagtølini siga. Serliga tey millum 15 og 18 ár, sum foreldrini
forsyrgja, og tey ungu, ið ikki eru skrásett. Talan kann vera um ung, sum eru givin í
framhaldsdeild ella miðnámsskúla og tí einki inntøkugrundarlag hava til ALS-útgjald.
Ein nýggj EU frágreiðing vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er søguliga høgt.
Serlig átøk og kreppupakkar verða gjørd til tess at basa arbeiðsloysinum.
Útbúgving er týdningarmiklasta amboðið til tess at tryggja teim ungu eitt starv.
Feskastu tølini vísa, at um 80 % av teim arbeiðsleysu onga útbúgving hava.
Vit vita, at arbeiðssamleikin hevur stóran týdning fyri at kalla øll, og at sosialu
førleikarnir mennast, tá fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er greitt, at sjávsálitið
og sjálvsmyndin dalar hjá fólki, um tey eru arbeiðsleys. Ikki minst hjá ungum fólki,
sum hava fáar - um nakrar – arbeiðsroyndir. Tískil er serliga umráðandi, at tey ungu
fáa røttu hjálpina at koma út á arbeiðsmarknaðin. Vit hava leingi vitað, at lættari er at
fáa eitt starv, um ein er á arbeiðsmarknaðinum, enn um ein stendur uttan fyri
arbeiðsmarknaðin.


Tjóðveldi hevur fleiri ítøkilig uppskot um, hvat skal til fyri at minka um
ungdómsarbeiðsloysið – og arbeiðsloysið sum heild.


Nøkur uppskot eru hesi:
• Ung skulu hava eitt starv at fara til longu dagin eftir, at tey eru skrásett Talan
kann vera um aktivering, eitt nú á almanna- og heilsuøkinum, har hendur eru
kærkomnar, og tað er ein góður møguleiki hjá teim ungu at royna ymiskar
starvsleiðir. Undirstrikast skal, at hetta sjálvsagt ikki má ganga út yvir
normeringarnar á arbeiðsplássunum, og tosast skal við arbeiðsgevarar og
yrkisfeløg um hetta. Aktivering kann eisini vera ein gongd leið hjá ungfólki at
finna út av, hvør útbúgvingarleiðin møguliga skal verða. Vit vita, at tørvur fer at
verða á nógv fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum í framtíðini. Hetta kundi
verið ein háttur, har fólk fingu møguleikan at royna seg. Kanska fleiri menn, tá
eisini fingu hug at útbúgva seg innan umsorganarøkið.


• Betri skeiðstilboð til ung, sum fáa útgjald frá Almannastovuni
Hjálp at skriva umsóknir og CV. Kunning um, hvussu setanarsamrøður fara fram.
Møguleika at hitta onnur ung í somu støðu til tess at stimbra og birta vón hvør hjá
øðrum. Eitt veruligt netverk fyri ung. Tey sum fáa ALS-útgjald hava nógv betri
skeiðsmøguleikar – umframt, at tey hava arbeiðsroyndir. Kanska nøkur
skeiðstilboð kundu verið til øll arbeiðsleys, bæði tey, sum fáa útgjald úr ALS, og
tey, sum fáa útgjald frá Almannastovuni. Kanska ALS og Almannastovan í
summum førum kundu bjóðað ávís skeið út saman.


• Útbúgving
Tey ungu eiga at fáa holla kunning um útbúgvingarmøguleikar, umframt vitan um,
hvussu týdningarmikil útbúgving er, bæði fyri at fáa starv og eina góða løn. Sum
er, eru 80 % av teimum, sum eru arbeiðsleys, ófaklærd. Tey ungu skulu hava
møguleika fyri samrøðum við lestrarvegleiðarar og starvsfólk við hollari vitan um
føroyska arbeiðsmarknaðin.


• Virkispraktikkir
Ein háttur hjá teim ungu at sleppa at kunna seg eitt sindur um ymisk arbeiðsøki,
umframt at fáa royndir og fótin innum á einum arbeiðsplássi.
• Starvsfólk sum burturav fæst við at fáa ung fólk út á arbeiðsmarknaðin.
Hesi kundu hjálpt serliga teimum ungu, tá hesin bólkurin er serliga viðbrekin, tí
hann ofta ongar royndir hevur.


• Fleiri lærlingar.
Almenn arbeiðspláss hava alt ov fáar lærlingar – ikki minst tá samanborið verður
við privata arbeiðsmarknaðin. Hetta, hóast talan er um bíliga og tíðaravmarkaða
arbeiðsmegi. Almenn arbeiðspláss eiga at verða eggjað til at taka næmingar. Hetta
er ein upplagdur møguleiki hjá mongum at fáa eina útbúgving.


• Krav um lærlingar
Tá talan er um longri verkætlanir, sum landið rindar, eigur at verða sett krav um,
at tilboðsgevarar seta lærlingar. Sum dømi kann nevnast skúladepilin í Marknagili
og útbygging av Landssjúkrahúsinum.

• Starvsfólk rímiliga málsnøgd
Málsviðgerðarnir á Almannastovuni hava fleiri 100-tals mál. Hetta eru púra
órímilig og óhóskandi tøl. Tískil er sjálvsagt, at ógjørligt er at gera eitt dygdargott
arbeiði við tøttum samstarvi. Sosialráðgevarafelagið í Danmark metir, at eini 60
mál er hóskandi, um munagott arbeiði skal verða gjørt í arbeiðsmarknaðarmálum.
Greitt er, at starvsfólkanormeringin eisini er avgerandi fyri, hvørja hjálp hin
arbeiðslysi fær.


• Tað almenna eigur at ganga á odda
Almenni sektorurin eigur at vera ein fyrimynd við at hava lærlingar, næmingar og
eisini at fáa ung fólk í aktivering, virkispraktikk og til setanarsamrøður.


• Konkretar verkætlanir
Farast kann undir nakrar aktiveringsverkætlanir beinanvegin. Sjálvsagt má tað á
ongan hátt ávirka normeringarnar á nøkrum arbeiðsplássi.


Eisini má kannast, um tað kundi verið ein gongd leið, at tey virki, sum fáa lut í
stóru almennu verkætlanunum, sum taka drúgva tíð, binda seg til at taka ímóti
lærlingum. Talan kann vera um eitt nú timburmenn, elektrikarar eitt nú til
verkætlanir sum Skúladepilin í Marknagili, um -og nýbygging á
Landssjúkrahúsinum, nýggj røktarheim og annað.


Tjóðveldi heldur, at umráðandi er, at verulig lógaruppskot og kunngerðir koma alt
fyri eitt, sum kunnu birta eina vón fyri framtíðini og morgindegnum hjá teimum
ungu.


Á Løgtingi, tann 3. februar 2010


Bergtóra Høgnadóttir Joensen Høgni Hoydal Hergeir Nielsen
Annita á Fríðriksmørk Tórbjørn Jacobsen Sjúrður Skaale
Heini O. Heinesen Bjørt Samuelsen