Vikuskiftið 8.-10. novembur fer Unga Tjóðveldið at skipa fyri eini politiskari og spennandi ungdómslegu. Legan í ár verður hildin í bygdarhúsinum við Gjógv í vikuskiftinum frá 8.-10. novembur. Bussur fer frá Havnini kl. 18.45, har øll kunnu koma við. Væntandi verður bussurin við Gjógv kl. 20 og kunnu fólk aðrastaðni frá koma tá.
Fríggjakvøldið bjóðar uppá suppu, og seinni fólkafund við ungdómsrøðum og tónleiki.
Leygardagin er nógv á skránni. Fyrilestur um morgunin, síðani ymsar verkstovur og at enda verður ein rimmar veitsla um kvøldið.
Farið verður heimaftur við bussi kl. 13 sunnudagin.
Kostnaður fyri leguna er 100 kr., og fyri hetta fær man mat, innivist, hugna og ikki minst - eina feita uppliving. Í húsinum eru brúsir og madrassur, so tað einasta man skalt hava við er soviposa og góð klæðir.
Øll áhugaði eru vælkomin, og vilt tú melda teg til kanst tú ringja ella skriva til Kristinu á telefon 260746 – seinasta freist er hósdagin 07. novembur á middegi
Unga Tjóðveldið

