Virksemi í Unga Tjóðveldinum er bæði nógv og fjølbroytt. Nevndin ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa ung sum eru áhugaði í politikki og samfelagsviðurskiftum at fylkjast.
Á regluligum fundum vera ymisk samfelagsmál viðgjørd. Tey í Unga Tjóðveldið hava sínar avgjørdu meiningar um ymisk viðurskifti. Tað er ein sjálvfylgja at vit loysa og stovnseta føroyska tjóðveldi, og tað eru ikki fleiri meiningar um tað.
Unga Tjóðveldið hevur sítt umboð í starvsnevndini og aðalstjórn floksins, og hevu eisini atkvøðurætt á regluliga flokstinginum. Hesi ungu fólkini hava drivið og áræði, tað merkist beinanveg tá tú er saman við teimum. Gott í tykkum, tillukku við heimasíðuni.

