Tvey uppskot um brúkaratrygdina

2 March 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi leggur samstundis fram uppskot til samtyktar um Brúkarakærunevnd.

Lóg um húsakeyp

Størsta íløgan hjá allar flestu familjum er sethús ella annar fastur bústaður. Keyp og søla av fastari ogn er eitt lógarøki, sum er ógvuliga leysliga skipað í Føroyum. Stórur tørvur er á lóg sum lýsir øll rættindi og allar skyldur hjá seljara og keypara við sølu og keypi av fastari ogn.

Flestu keyp og sølur av fastari ogn fara fram gjøgnum meklarafyritøkur. Men í Føroyum er heldur eingin lóg, sum greitt regulerar meklaravirksemi.

Rættarhjálp Føroya viðgerð árliga á leið 45-50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av fastari ogn.

Flokkarnir skjóta upp, at Brúkaraumboðið verður við til at smíða lóggávuna og kemur at umsita hana.

Les uppskotið her

Uppskot um Brúkarakærunevnd

Tjóðveldi leggur fram uppskot til samtyktar um at seta á stovn brúkarakærunevnd, sum kann taka støðu í málum, har ósemja er millum keypara og seljara um keypta vøru ella tænastu.

Í flestu londum kring okkum eru brúkarastýri, brúkararáð og brúkarakærunendir, sum eru settar á stovn til tess at upplýsa, stuðla og verja brúkaran á einum stórum og fløktum marknaði.

Í 2008 varð marknaðarføringslógin samtykt, og við hesari avgerð tikin um at seta Brúkaraumboð á stovn. Brúkaumboðið skal halda eyga við, at marknaðarføringslógin verður hildin, og soleiðis tryggja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.

Brúkaraumboðið hevur hinvegin bara heimild at viðgera kærumál, ið eru grundaði á brot á marknaðarføringslógina. Um ein føroyskur brúkari ikki er nøgdur við vøru ella tænastu hann hevur keypt – tað verið seg fartelefon, vaskimaskina, bilumvæling, frítíðarferð ella annað, er einasti møguleiki at fara rættarinnar veg, um seljarin ikki vil lata handilin ganga aftur ella á annan hátt bøta um trupulleikan.

Rættarmál eru dýr, krevja nógva tíð og eru sera uppslítandi fyri báðar partar. Í málum, sum ikki snúgva seg um ovurhonds stór virði, loysir tað seg tí sjáldan at fara í rættin. Ein kærunevnd fyri brúkaramál vil kunna viðgera slík mál á ein einfaldan og rímiliga skjótan hátt. Hetta vil tí vera eitt stórt stig rætta vegin at styrkja um brúkaratrygdina uttan at tað kemur at kosta stórar pengar.

Les uppskotið her