Endamálið við uppskotinum um filmspolitikk er at tryggja tær grundleggjandi fyritreytirnar fyri at røkka hesi
visjón, nevniliga at landsstýrið orðar ein filmspolitikk og stovnar ein filmsgrunn
Um uppskotið um lærupláss og virkisvenjingar hjá almennum arbeiðsgevarum kann sigast, at Tjóðveldi hevur lagt hetta og líknandi uppskot fram í 2010 og 2012, men tey eru feld við vanligu
orðingini um, at “Landsstýrið arbeiðir við málinum”. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar-málum, ásannaði í viðtali við útvarpið herfyri, at arbeiðið gekk ov seint, og tí mátti umhugsast at
gera átøk, ið seta beinleiðis krøv til almennar stovnar um at taka lærlingar. Tí mugu vit ganga út
frá, at uppskotið heilt er í samsvari við landsstýrisins vilja, og heitt verður á landsstýrið um at
kanna og koma við neyðugum lógaruppskoti um, hvussu til ber at útvega fleiri lærupláss hjá tí
almenna og pláss til fólk í virknisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum
Fylg við orðaskiftinum beinleiðis á www.logting.fo

