Fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um útlendska arbeiðsmegi umborð á føroyskum skipum.
- Nær fer landsstýrismaðurin at tryggja, at skip, sum fiska í føroyskum sjóøki, einans skulu kunna seta útlendingar í starv sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
- Metir landsstýrismaðurin ikki, at føroysku myndugleikunum eiga at hava yvirlit yvir, hvussu nógvir útlendingar eru við føroyskum skipum, arbeiðsviðurskifti teirra og hvørjar treytir teir annars virka undir – uttan mun til, um fiskað verður uttanfyri 12 fjórðingar ella hvussu ofta skipið kemur til lands?
- Metir landsstýrismaðurin at reglan um ”regluliga í havn” eigur at verða tikin av, og krøv í staðin sett um, at øll skip, sum fiska og arbeiða í føroyskum sjóøki, og við føroyskum rættindum, skulu lúka krøv um sámilig viðurskifti fyri manningina?
- Á hvønn hátt er ætlanin at herða eftirlitið við viðurskiftum umborð á skipunum?
Viðmerkingar:
Krav um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri útlendingar við føroyskum skipum er bert galdandi fyri skip, sum regluliga koma í føroyska havn. “Regluliga” er ikki eitt fast ásett hugtak, men hevur verið mett at á leið 10 ferðir árliga ella oftari.
Útlendingastovan er bert viðmælandi, tá talan er um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til útlendingar, tí útlendingamál eru framvegis undir donskum málsræði. Hvørki Útlendingastovan ella føroysku myndugleikarnir annars, hava, sum skilst, nakað yvirlit yvir teir útlendingar, sum verða settir í starv umborð á føroyskum skipum, og sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Í fyrispurningi farnu tingsetu kom fram, at Vinnumálaráðið kannar, hvussu krav kann setast um, at allir útlendingar umborð á føroyskum fiskiskipum í okkara sjóøki, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Spurningurin um útlendska arbeiðsmegi umborð á føroyskum skipum hevur verið umrøddur mangan seinastu árini, men hevur málið um garnaskipið Anitu gjørt tað serstakliga greitt, hvussu umráðandi tað er, at myndugleikarnir fáa betri yvirlit og eftirlit við hesum viðurskiftum.
Á Løgtingi 8. sept 2014
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum viðvíkjandi upphiting av Marknagilsdeplinum við grønari orku
- Eru ætlanir um at hita Marknagilsdeplin heilt ella partvíst við grønari orku?
- Um ikki, hvør er orsøkin til, at hesin møguleiki er valdur frá?
- Hevur landsstýrið á nakran hátt viðgjørt spurningin um at raðfesta grøna orku til Marknagilsdepilin, eitt nú við at landsstýrismennirnir í orkumálum og/ella byggimálum hava tikið tað fram?
- Eru nakrar metingar gjørdar fyri, hvat tað hevði kostað, um hiti og ljós til Marknagilsdepilin burturav kom frá grønari varandi orku, umframt yvir hvussu nógv ár, ein slík eykaíløga hevði verið spard innaftur?
Viðmerkingar
Í 2008 varð lógin um Miðnámsskúlan í Marknagili samtykt, og loksins stendur byggingin í gerð. Tað er Landsverk, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið er byggiharri, ímeðan tað er Mentamálaráðið ið er arbeiðsánari. Samstundis er tað Vinnumálaráðið, ið umsitur orkupolitikk landsins.
Hesi seinastu árini hevur undirritaða í fleiri umførum spurt um møguleikarnar at hita Marknagilsdepilin við varandi orku. Svørini frá landsstýrisfólkunum hava verið ymisk, men sum skilst, er ongantíð avgerð tikin um, at Marknagilsdepilin skal hitast við varandi orku.
Tá farið varð undir at byggja skúlan var flott framløga um verkætlanina – snið, bygging og innrætting av skúlanum. Einki varð tó nevnt um at hita bygningin við grønari orku, sum tí ikki tyktist vera ætlanin.
Allir nýggir almennir bygningar eiga at verða bygdir soleiðis, at teir nýta sum minst av orku, og kunnu hitast við øðrum enn olju. Neyðugt er at leggja doyðin á at finna loysnir, so ljós og hiti í bygningunum í so stóran mun sum til ber, kann koma frá varandi orku. Hetta er ein ábyrgd, sum landsstýrið hevur. Bæði í mun til gjørdar politiskar avtalur um at minka útlátið av CO2 og harvið olju munandi, og í mun til ábyrgdina av at gera Føroyar minni tengdar at oljuni – til gangs fyri verandi og komandi ættarlið.
Tøknin er nú so framkomin og royndirnar so nógvar – bæði í londunum kring okkum, og her heima, at tað átti at verið ein sjálvfylgja at allir nýggir almennir bygningar verða hitaðir við grønari orku. Ein íløga, sum lønar seg væl, sum frá líður.
Á Løgtingi 8. septembur 2014
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

