Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi p-pillarum og vanda fyri blóðtøppi
1. Er tað so, at nýggjaru sløgini av p-pillarum føra við sær størri vanda fyri blóðtøppi?
2. Um ja, hvat ætla heilsumyndugleikarnir at gera, soleiðis at allar kvinnur, sum taka p-pillarar, fáa neyðuga kunning og reseptir til “tryggastu” sløgini?
Viðmerkingar:
Ikki sørt skakandi var boðskapurin um alla forsíðuna á Sosialurin mikudagin 15. februar, at “P-bollar elva til lívsvanda”. Eisini stóð at lesa, at tað sambært einari kanning, eru tey sløgini, sum verða nógv mest seld í Føroyum - sonevndu 3.generasjóns p-pillarar – sum elva til størri vanda fyri blóðtøppi.
Ongar ávaringar ella kunning um hetta er komið frá føroysku heilsumyndugleikunum til tær mongu kvinnurnar, sum taka p-pillarar. Er talan um veruligan vanda, má roknast við, at almenningurin fær hesa vitan frá serfrøðini og myndugleikunum sum skjótast.
Á Løgtingi, 21. februar 2012
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann viðvíkjandi aldursmarki fyri solarium
1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá Krabbameinsfelagnum, og seta aldursmark fyri solarium?
2. Hevur landsstýrismaðurin aðrar ætlanir at fyribyrgja vandanum fyri húðkrabba?
Viðmerkingar
Færri føroyingar ganga í solarium, vísir Gallupkanning, gjørd fyri Krabbameinsfelagið í november 2011. Men samstundis, sum nýtslan samlað sæð minkar, so er hon vaksin millum tey ungu seinastu tíðina.
Í 2007 vóru 47 % í hesum aldursbólki, sum tóku sól, í 2010 var talið minkað niður í 21 %, meðan talið í 2011 var vaksið aftur - upp í 24 %. Hetta merkir, at nærum fjórði hvør unglingi millum 15 og 24 ár tekur sól.
Í tíðindaskrivi viðmerkti Krabbameinsfelagið støðuna soleiðis: ”Hetta er ein álvarsom støða, og her er neyðugt við einum greiðum boðskapi til tey ungu og teirra foreldur. - Mangar stórar kanningar hava staðfest, at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri móðurmerkjakrabbameini, og WHO hevur flokkað solarium sum krabbaelvandi í sama bólki sum royking og asbest. Eisini vísa kanningar, at tess yngri tú ert, tess størri er vandin. Tí mæltu vit í krabbameinsætlanini frá 2009 til lógarásett 18 ára aldursmark, og at sólstøðir skuldu vera mannaðar.
Hendan kanningin vísir greitt, at tíðin er búgvin til 18 ára aldursmark. Vit síggja, at hetta aldursmark kemur í londum rundanum okkum, har Noregi er seinasta dømið um hetta”.
Felagið hevur eisini áhaldandi í øðrum førum víst á, hvussu umráðandi tað er, at fyribyrgja nýtslu av solarinum, serliga hjá ungum, tí ung húð tolir verri solarinum.
Seinasta vár legði Bergtóra Høgnadóttir vegna Tjóðveldi fram lógaruppskot um at seta 18-ára aldursmark fyri atgongd til eftirgjørda sól, men uppskotið fall.
Á Løgtingi, 21.februar 2012
Bjørt Samuelsen

