Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi leiklutinum hjá landsstýrinum í sambandi við, at EIK er farið undir Finansiel Stabilitet
1. Hevði landsstýrið havt betri innlit í og størri møguleika at ávirka gongdina í EIK-bankamálinum, um niðanfyristandandi broytingaruppskot vóru vorðin partar av lóggávuni fyri bankapakka I og II?
2. Kann hugsast, at um Føroyar høvdu umboðan og harvið ávirkan í skipanini fyri fíggjarligum støðufesti, so hevði bert danski parturin av EIK verið farin undir Finansiel Stabilitet?
3. Tá landsstýrið ikki hevur neyðuga innlitið og harvið møguleikar fyri at ávirka tær avgerðir, sum tiknar eru og verða viðvíkjandi føroyska bankanum, á hvønn hátt ætlar landsstýrið so at tryggja sær neyðuga vitan at taka røttu avgerðirnar?
Viðmerkingar
Í allari gongdini við EIK-bankamálinum hevur verið eyðsýnt, at føroyskir myndugleikar mangla bæði innlit og møguleikan at seta dagsskránna í mun til, hvat longu er hent, og hvat fer at henda við EIK-Banka.
Bankapakkarnir og skipanin við Finansiel Stabilitet varð sett á stovn fyri at skapa støðufesti í danska fíggjargeiranum, men eingi serstøk stig vóru tikin til at tillaga skipanina til at tryggja fíggjarligt støðufesti í føroyska fíggjargeiranum.
Í sambandi við bankapakkarnar strongdi Tjóðveldi á at fáa føroyska ávirkan á bankapakkarnar og skipanina við Afviklingsselskabet (Finansiel Stabilitet).
Broytingaruppskotini vóru soljóðandi:
a) færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet
b) at de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garanti sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.
c) at færøske myndigheder får fuldt indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regering
d) det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.
e) at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske pengeinstitutter, skal færøske myndigheder inddrages i behandlingen på samme niveau som danske myndigheder."
Inden for rammerne af den i § 1, stk. 1 nævnte garantiordning forhandler Danmarks regering og Færøernes landsstyre om en aftale der skal sikre:at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske pengeinstitutter, skal færøske myndigheder inddrages i behandlingen på samme niveau som danske myndigheder.""det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.at færøske myndigheder får fuldt indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regeringat de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garanti sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet
Á Løgtingi, 23. november 2010
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi atlitunum hjá Finansiel Stabilitet til fíggjarligt støðufesti í føroyska fíggjargeiranum
1. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at føroyska parlamentið verður kunnað og fær høvið at fáa svar upp á teir mongu ósvaraðu spurningarnar í sambandi við EIK-bankamálið?
2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørt tað er rætt tulkað, at um Finansiel Stabilitet hevði sett atlit til føroyska fíggjargeiran fremst, so hevði EIK-Banki Føroyar verið loystur frá dótturfelagsgarantiinum, og bert danski parturin av samtakinum verið farin undir Afviklingsseskabet til sikring av finansiel stabilitet?
Viðmerkingar:
Sera nógvir ósvaraðir spurningar hava hingið í luftini í sambandi við, at EIK-Banki, við óvanliga stuttum skotbrái fór undir Finansiel Stabilitet, og gamli føroyski peningastovnurin við hesum fór í søguna, túsundtals føroyskir íleggjarar mistu hvørja krónu, tey høvdu sett í bankan, og føroyski fíggjargeirin og við hesum føroyska vinnulívið kom inn í eina sera ótrygga støðu.
Eingin ivi er um, at evstu ábyrgdina eiga nevndarleiðsla og stjórn í EIK og EIK-grunninum fyri, at bankin hevði tikið alt ov stóran váða á seg. Men bankarnir høvdu teknað trygging fyri hundratals milliónir í sonevndu bankapakkunum.
Nú bankin er endaður í felagnum fyri fíggjarligum støðufesti, eru komin nógv mótsigandi og ørkymlandi signal frá teimum umboðum fyri Finansiel Stabilitet, sum júst hava verið í Føroyum. Alt frá at bankin verður avviklaður skjótast gjørligt eftir 6. desember, um ikki nóg gott boð er komið upp á hann, til at bankin er “To big to fail”, og at serlig atlit verða tikin, júst tí bankin hevur so stóran týdning í føroyska búskapinum.
Í oktober segði Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Finansiel Stablitet, greitt frá í Berlingaranum: »Finansiel Stabilitet skal som hovedregel overtage en bank, hvis den ikke kan løse sine solvensproblemer. Hvis vi skal fravige den regel, skal det være en fordel for Finansiel Stabilitet og vores økonomiske interessenter, Det Private Beredskab og den danske stat. Den fordel var der ikke i dette tilfælde, hvor vi kunne bruge den positive værdi af færøske Eik Banki til at dække hullet efter Eik Bank Danmark,« forklarer Henrik Bjerre-Nielsen.
Stjórin gevur her greitt ta fatan, at tað væl hevði borið til at loyst garantiin millum EIK í Føroyum og dótturfelagið í Danmark. Um til dømis tað var ein fyrimunur fyri eitt nú danska statin.
ÁLøgtingi, 23. november 2010
Bjørt Samuelsen

