Tveir fyrispurningar til tingfundin mikudagin

21 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í heilsumálum um hoyriscreening av nyføðingum

1 Hevur landsstyrismaðurin ítøkiligar ætlanir um at seta í verk neonatala hoyriscreening av nyføðingum í
Føroyum

Viðmerkingar
Í grannalondum okkara er neonatal hoyriscreening av nyføðingum sett í verk seinastu árini. Í tilmæli frá Danska Heilsustyrinu er kanningin tilrádd at vera gjørd, eins og Føðiskipanarnevndin fyri Føroyar hevur tilrátt kanningina.


Endamáli við kanningini er at fáa staðfest um barnið hevur hoyritap so tíðliga sum gjørligt, fyri at fáa sett í verk neyðugu viðgerðina skjótast gjørligt.


Kanningar hava staðfest at tað er alneyðugt at fáa diagnostisera hoyrtap áðrenn barnið er hálvt ár. Hetta fyri at fáa ment taluna nøktandi, og fyri at minka um sosialu avleiðingarnar fyri barnið, sum standast av hoyritapinum.


Kanningin verður gjørd, tá ið barnið er yvir 48 tímar, og helst áðrenn barnið er 3 mánaðir.

Sirið Stenberg
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í mentamálum um telduforrit til orðblind

Seinastu 5 árini er eitt telduforrit til orðblind ment í samstarvi við privatan veitara og táverandi Skúlabókagrunnin
Hóast telduforritið hevur verið liðugt síðan januar 2011 er endalig avtala ikki fingin millum framleiðaran og MMR. Hetta merkir at telduforritið ikki er tókt fyri næmingunum enn.

Spurningurin er tí :
1 : Kann landsstyrismaðurin siga nakað um nær hesar samráðingar vera lidnar ?


2 Kunnu føroyskir næmingar við orðblindni, ella lesitrupulleikum vænta sær at fáa høvi at brúka telduforriti
til provtøkurnar í summar ?

Viðmerkingar
Fyri umleið 5 árum síðan gjørdi Skúlabókagrunnurin og ein privatur veitari eina kontrakt um framleiðslu av einum telduforriti til orðblind. Í januar 2011 bleiv føroyska útgávan av telduforritinum klár.


Avtalan við MMR var, at tá ið føroyska útgávan var klár skuldu samráðingar fara fram, sum skuldu áseta prís og treytir fyri útgávuna. Sum skilst var hetta ikki við í upprunaavtaluni av tí at broytingar vóru fyri framman við Skúlabókagrunninum til NÁM.


Við broytingini til NÁM er veitarin blivin kunnaður um, at MMR mátti avgreiða málið av tí, at játtan ikki var til verkætlanina í kørmunum hjá NÁM.


Ein demoútgáva til telduforriti liggur á alnótini á www.ob.fo. Hesa útgávu kunnu fólk brúka í 60 dagar.Fleiri hava tikið av møguleikanum, men koma í neyð tá ið 60 dagar eru farnir, og telduforritið gongur út. Hetta er stak óhepp, og setur næmingar og lærarar í stórar trupulleikar, og um møguligar próvtøkur eru fyri framman gerst trupulleikin bert størri. Tí er nú eitt ávíst tryst frá næmingum og lærarum um at fáa greiðu á um næmingarnar kunnu vænta sær at telduforritið verður tøkt til næmingarnar, ella ikki.


Telduforritið er ætlað til næmingar úr 1 flokki í fólkaskúlanum, til næmingar á miðnámsskúlunum og á útbúgvingarøkinum.


Eitt slíkt telduforrit er eisini ein stór hjálp hjá sjónveikum og blindum. Somuleiðis kann forritið nýtast í undirvísing til fólk av útlendskum uppruna, tá ið forrtitið finst á donskum, tyskum, enskum, fronskum umframt føroyskum


Tá ið orðblindni og lesitrupulleikar hava verið viðgjørdir í Løgtinginum hava hesi fingið jaliga viðgerð. Tì skal mín vón vera at nú vit hava eitt amboð tókt til hesar næmingar, at næmingarnir so fáa møguleika at brúka amboðið.


Sirið Stenberg, Tjóðveldi