Mangan verður tað skotið sjálvstýrisrørsluni í skógvarnar, at vit skapa ótryggleika við okkara áhaldandi krøvum um ábyrgd av egnum landi.
Í fyrsta umfari, kann tað kanska tykjast so eisini. At bróta upp úr nýggjum hevur, og fer altíð at verða truplari enn at lata standa til. Men ikki er tað vist, at tað er rættari ella betri - Tvørturímóti!
Frá ævintýrferðum landsliðsins kenna vit kensluna. Vit síggja glóðina í eyganum á smágentuni, sum hevur bundið sítt fyrsta turriklæði. Smílandi andlitið á útróðrarmanninum, tá hann leggur at landi. Allastaðni veksur og býr kenslan og vónin um at megna sjálv ella sjálvur.
Einki er nátúrligari enn tað.
Tí hvat er meira natúrligt hjá einum menniskja, enn við fullari ábyrgd at umboða seg sjálvan.
Tað nærkast býttleika at lata lív og lagnu upp í hendurnar á fólki, sum nóg illa ynskja tað, og enn minni vita, hvørjar avbjóðingar vit stríðast við í Føroyum.
Skulu vit lata nakran umboða okkum, so kann uppgávan bert gevast fólki, ið vit hava álit á. Fólki, sum kenna okkara virðir, mentan og hugsunarhátt.
Tær ferðir í lívinum har okkara persónligi sjálvsavgerðarrættur er hóttur, ella mistur, eru vit munandi viknaði sum menniskju. Uttan mun til hvør lívshending er orsøkin.
Felags fyri okkum øll er, hetta kann eg eisini staðfesta sum fysioterapeutur, at vit ynskja aftur at gerast fullfør.
Einki er at ivast í, at hjálp er góð. Serliga tá illa veit við. Men tað er nógv tryggari at megna sína lívsstøðu sjálv, ella sjálvur. Tjóðveldi trýr uppá Føroyar. Trýr uppá føroyska sigurin.
Valið hósdagin, er ikki ein spurningur um lív og deyð. Ikki fyri nakran føroying.
Men tað er ein møguleiki hjá okkum føroyingum at siga, hvør frægastur er at umboða okkum sum gestapolitikarar í danska tinginum.
Vilja vit hoyra ein rødd, sum trýr á Føroyar, eins og okkara landslið ger, ella vilja vit hoyra afturhaldssjabbið um, at her ber einki til?
Tað er nógv tryggari at standa á egnum beinum. Einasta trygdin fyri tí, eru tú og Tjóðveldi.
