Tríggir munnligir fyrispurnigar

23 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann um samráðingar við donsku stjórnina um Eik-málið


Hevur landsstýrið biðið um samráðingar við donsku stjórnina um politisku ábyrgdina fyri framtíðini hjá Eik og føroyska fíggjarmarknaðinum?


Hví sita landsstýrið og samgongan á fundi við eitt partafelag sum Finansiel Stabilitet, sum ikki er ein politiskur samráðingarpartur, men eitt partafelag?


Hevur landsstýrið enn ikki skilt, at áhugamálini og skyldan hjá Finansiel Stabilitet er ikki at skapa stabilitet á føroyska fíggjarmarknaðinum, men at tryggja danska fíggjarmarknaðin og virðini hjá danska statinum?


Viðmerkingar

Tá sonevndu bankapakkarnir vórðu samtyktir, legði Tjóðveldi stóran dent á, og hevði tvey broytingaruppskot, har ábyrgdin fyri føroyska fíggjarmarknaðin skuldi leggjast hjá føroyskum myndgleikum og landsstýrið skuldi tryggja sær ábyrgd og ávirkan á Finansiel Stabilitet og tær avgerðir, ið har fóru at verða tiknar.


Eisini skeyt Tjóðveldi upp, at í lóggávuni skuldi standa, at føroyski fíggjarmarknaðurin er ein marknaður fyri seg, og at tískil skulu tey politisku tiltøkini taka støði í tí, har landsstýrið skuldi sita við borðið, tåá avgerðir verða tiknar um føroysk viðurskifti.


Tá Eik við sera stuttari freist varð sett undir bjarging, kravdi Tjóðveldi í brævi til landsstýrið og síðani alment, at landsstýrið ikki bara setti seg sum áskoðara til avgerðir hjá Fíggjareftirliti og Finansiel Stabilitet, men tók upp samráðingar við donsku stjórnina beinanvegin um at taka ábyrgd og hava ávirkan á avgerðirnar.


Hesi uppskot vóru tíverri feld – og nú gongur sjón fyri søgn um avleiðingarnar.


Tað kann als ikki góðtakast, at føroyskir myndugleikar sum umboða føroyska fólkið, ikki taka politiska ábyrgd av at røkja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum, men situr á fundi við eitt partafelag sum ein annar einfaldur íleggjari – meðan allar avgerðir liggja í hondunum á hesum partafelag.

Høgni Hoydal

løgtingsmaður


Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann um avleiðingar av hóttanum hjá Finansiel Stabilitet


Hvørjar avleiðingar heldur landsstýrismaðurin, at tað hevur havt fyri Eik og vanliga kundan í Eik, at Finansiel Stabilitet hevur hótt við hørðum tiltøkum, rentuhækkingum og nærum biðið fólk rýma úr bankanum?


Heldur landsstýrismaðurin, at hetta hevur skabt fíggjarligan stabilitet í Føroyum?


Ætlar landsstýrismaðurin at sita sum áskoðari til slíka framferð og kann hann greiða frá, hví farið verður soleiðis fram frá Finansiel Stabilitet?


Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at skapa fíggjarligan stabilitet í Føroyum?


Høgni Hoydal

løgtingsmaður


Munnligur fyrispurningur til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnnu um fígging til bústaðir til fólk við menningartarni


Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið um at taka lut í ella tryggja fígging til bústaðir til fólk við menningartarni?


Er landsstýrið tilreiðar at gera neyðug politisk tiltøk til stess at stuðla teimum átøkum, sum áhugabólkar arbeiða við í løtuni til tess at fáa keypt, bygt ella umbygt bygningar, ið kunnu geva ungum fólki við menningartarni eitt tilboð um egnar íbúðir?

Høgni Hoydal

løgtingsmaður