Stórur dentur verður lagdur á, hvussu vit fáa eina burðardygga kommunu, ið er væl fyrireika til tær avbjóðingar, framtíðin kemur at geva okkum.
Um vit taka sjálvan høvuðsstaðin, so hevur undanfarnu árini nokk so stórur dentur verið lagdur á Hoyvík, har eisini nógv er komið á mál, men nú verður haraftrat hugt meira at Argjum, vesturbýnum og miðbýnum, so vit fáa eina góða og berandi heild tey mongu komandi árini.
Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini frøist eg um, at Tórshavnar býráð hevur valt fólk í ein stýrisbólk, ið skal arbeiða við nýggja kommunuplaninum. Hesin stýrisbólkur, sum er settur saman av bæði býráðspolitikarum og fólki úr umsitingini, fer nú í gongd við hetta arbeiði.
Tankin aftan fyri kommunuplanin er, at á øllum økjum skal skapast grundarlag fyri búskaparligum vøkstri í Tórshavnar kommunu og landinum sum heild. Hugskotið er, at ein búskaparliga sterkur høvuðsstaður í Føroyum er grundarlagið undir vøkstri í restini av landinum.
Tórshavnar kommuna hevur eina náttúru, ið er sera vøkur og gevur nógvar møguleikar, ið bæði íbúgvararnir og vitjandi kunnu njóta gott av, og í arbeiðinum við nýggja kommunuplaninum verður stórur dentur lagdur á “grøn virði”, so framtíðar menningin ikki skal fremjast á slíkan hátt, at tað verður náttúran, ið rindar prísin, men heldur øvugt – at náttúran er partur av karminum.
Sum higartil, verður trivnaðurin settur í hásæti, so vit á øllum økjum koma at hava eina kommunu, ið verður før fyri at taka sær av øllum sínum íbúgvum, frá teimum yngstu til tey elstu. Lívsdygd og góð heilsa hevur nógv at gera við tey tilboð, ein kommuna hevur at bjóða, og hetta fer eisini at seta sín dám á Tórshavnar kommunu og menningina í henni nógv ár inn í framtíðina.
Hetta er eitt spennandi arbeiði, ið nú verður sett í gongd, og umframt at stýrisbólkurin burturav fer at taka sær av teimum yvirskipaðu tankunum aftan fyri framtíðarætlanirnar, vilja vit eisini fegin hoyra, hvat borgararnir kundu hugsað sær og vildu ynskt sær, tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll og skal koma øllum til góðar.
Bogi Andreasen
Varaborgarstjóri í Tórshavn kommunu
Tjóðveldi

