Munnligur fyrispurningur til tingfundin miðvikudagin 27. apríl 2011.
Spurningurin verður settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen:
Hvussu stóran týdning hevur hallið á fíggjarlógini havt á metingina hjá Moodys, nú føroyski búskapurin lækkaði í reytingini frá Aa2 til Aa3?
Hvussu stóran týdning hevur ein vantandi fiskivinnupolitikkur havt á versnaðu metingina?
Hevur fráfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, verið á fundi við Moodys, fyri at greiða teimum frá fiskivinnupolitikkinum hjá ABC-samgonguni?
Hevur hann ikki verið fundi við Moodys, hvør var so orsøkin til tað?
Hvørja ávirkan kann versnaða metingin fáa á rentuna føroyingar rinda fyri sína almennu skuld?
Hvussu stóran týdning heldur landsstýrismaðurin at ein nýggjur burðardyggur fiskivinnupolitikkur, gjørdur í breiðari semju, hevur fyri búskapin frameftir?
Viðmerkingar:
Sambært tíðindaskrivi sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og varaløgmaður hevur skrivað hin 18. apríl 2011, fellur føroyski búskapurin í metingini hjá Moodys úr Aa2 niður í Aa3. Høvuðsorsøkin er hallið á fíggjarlógini. Moodys mælir til, at hallið er burtur í 2015, men hetta er eitt mál, sum fyrst og fremst fíggjarnevnd løgtingsins hevur sett sær fyri meira enn ári síðan. Hetta hava umboðsmenn Moodys helst varnast, tí eru vantandi nýskipanir í fiskivinnupolitikkinum helst orsøkin til, at reytingin fellur, tí sum landsstýrismaðurin skrivar í sama tíðindaskrivi: "Stóran týdning hevur tað, at breið politisk semja er um at gera nýskipanir í fiskivinnuni, ið skulu tryggja eina burðardygga veiðu. Semja um makrelveiðuna er fyrsta stigi."
Núverandi formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, Jørgen Niclasen, tók flokk sín úr samgonguni, tí hann kundi ikki taka undir við fíggjarkørmunum, ið vóru bornir tinginum fyri 1. apríl. Hann metti ikki, at vit fingu takholt á hallinum fyri 2015 við tí búskaparligu gongd, sum stungin var út í kortið í uppskotinum, og eitt orð sum hann tíðum hevur brúkt í hesum sambandi er rentudeyðin av ov stórari skuld. Sambært metingini hjá Moodys bendur okkurt á, at ein skeivur fiskivinnupolitikkur, ið gongur í móti burðardyggu krøvunum, av álvara kann skumpa rentustøðið okkara tann skeiva vegin beinanvegin, nú reytingin er fallin.
Tað er av stórum týdningi at vit fáa at vita hvat Moodys á fundi hevur fingið at vita frá nú fráfarna landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Ikki minni týdningarmeiri er tað, at vit fáa at vita um hann hevur borið seg undan at fara á fund við hendan metingarfelagsskap í búskaparmálum.
Glyvrum, 26. apríl 2011.
Tórbjørn Jacobsen

