Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
1) Er tað ein veruleiki, sum kann staðfestast ítøkiliga, at BankNordik, sum ein av veðhavarunum í trotabúnum, beint eftir at konsernin var latin skiftirættinum, mælti bústjórunum til í mest møguligan mun at halda virkseminum gangandi, m.a. umvegis eitt møguligt leigumál?
2) Er tað ein veruleiki, at BankNordik, sum einasti av fleiri veðhavarum, í vikuni noktaði fyri at eitt leigumál, sum undirskrivaður sáttmáli var gjørdur um í seinastu viku, ikki kundi fremjast í verki?
3) Um svarið er játtandi til omanfyrinevndu spurningar, og Útvarpið annars er eftirfarandi, hvør er so orsøkin til hetta fullkomna umskiftið, í bankans vinnupolitikki, í hesum máli?
4) Kann tað vera soleiðis, at BankNordik ikki er sinnaður at leiga gøgnini til júst hesar aktørarnar, sum bústjórarnir annars hava hildið verið nóg dyggar, táið báðir partar hava skrivað undir sáttmálan?
5) Veit landsstýrismaðurin um onkur annar alternativur aktørur hevði staðið betri í ljósinum hjá BankNordik, og kann trekin í mun til vrakaða sáttmálan hava nakað við aðra vinnulívsfígging hjá BankNordik í Føroyum at gera?
6) Hvussu stórur er samlaði váðin hjá BankNordik í gøgnunum, sum nú eru tikin upp til trotabúarviðgerð?
7) Hvørji onnur hugsandi atlit, enn tey reint fíggjarligu, kunnu vera orsøkin til, at BankNordik hevur valt at forða fyri aktuella leigumálinum, sum júst nú er fallið niðurfyri?
8) Hvat heldur landsstýrismaðurin um tað, at bankin, sum tað almenna eigur ein triðing av, á henda hátt forðar fyri, at hetta stóra vinnutólið fer í gongd aftur, í fyrstu atløgu umvegis eitt leigumál, sum bústjórarnir hildu vera í lagi?
Viðmerkingar:
Tað eru út við tveir mánaðir síðani, at “Fiskavirkingarsamtakið” varð latið skiftirættinum at greiða. Síðani tá hava fiskavirkini í konsernuni verið stongd, og flestu skipini ligið við bryggju, skipini í Faroe Fish 1 tó undantikin, hóast verkbannið eisini hevur lagt tey lamin.
Sjálvsagt er, at tað hevur djúptøknar avleiðingar fyri samfelagið, at ein so stórur aktørur í høvuðsvinnuni gevur skarvin yvir, og givið er, at hetta hevur serliga stórar avleiðingar fyri tey økini í samfelagnum, har viðkomandi felag/feløg hava havt dastið av sínum virksemi. Eitt nú er økið í syðru helvt av Eysturoynni serliga meint rakt av virkisloysi orsakað av hesum. Bara í hesum økinum eru eini 300 fólk – manningar og verkafólk – vinnuleys í kjalarslóðini av tí, at virkir og skip eru farin til trotabúarviðgerð.
Frá tíð til aðra hevur verið alment frammi í miðlunum, at teir sum stjórna búnum, høvdu ætlanir um at leiga rakstrargøgnini út í tíðarmálinum, meðan ein endalig søla verður fyrireikað. Hesar seinastu dagarnar hevur Útvarpið borið tey tíðindi, at ein leigusáttmáli var undirskrivaður ímillum búgvið og eitt “uppsjóvarsamtak” í Eysturoy. Sáttmálin var tó treytaður av, at veðhavararnir góðkendu hann. Fram er komið, at BankNordik, sum einasti av øllum veðhavarum, vrakaði sáttmálan. Sambært ÚF hevur tað ikki borið til at fingið at vita frá bankanum, hvør orsøkin er til hesa sýting. Stjórin skal hava noktað fyri at svara spurningum um hetta.
Hetta stendur í andsøgn til tað sum fyrr hevur verið ætlanin, tí bústjórarnir søgdu frá byrjan, stuðlaðir av veðhavarum sum Realinum og BankNordik, at ætlanin var at leiga gøgnini út, fyri at virksemi í mestan mun kundi halda fram. Nú hevur pípan brádliga fingið eitt heilt annað ljóð, í hvussu er hjá tí eina veðhavaranum, BankNordik.
Tey, sum eru vorðin arbeiðsleys av íkomnu støðuna, kundu helst hugsað sær at vita, hvør orsøkin er til hetta diametrala og fullkomna skiftið í støðuni til leigumál hjá BankNordik, og táið hesin ikki fæst at svara, er neyðugt at spyrja onkran av teimum sum eiga bankan. Nærliggjandi er tá at spyrja størsta partaeigaran, sum er føroyska fólkið. Umvegis Fíggingargrunnin eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ein triðing av bankanum, hann má tí kunna svara fyri, hví BankNordik setur seg ímóti, at gongd aftur fæst í vinnutólini, sum hava ligið lamin síðani “Fiskavirkingarsamtakið” varð latið skiftirættinum vegna trot.
Tórbjørn spyr um leiklutin hjá BankNordik
28 January 2011
