Tórbjørn spyr um ferð til Grønlands

30 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um ferð hjá tingmanni í Grønlandi í mars mánaða 2011, borgað av Fíggjarmálaráðnum, settur Akseli V. Johannessen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a.)

1. Er tað satt, at Fíggjarmálaráðið hevur goldið fyri ferð til Grønlands hjá tingmanninum Jóannesi Eidesgaard í døgunum 9.-15. mars 2011?

2. Um svarið er játtandi, er tað tá vanligt, at Fíggjarmálaráðið rindar fyri ferðir hjá øðrum enn teimum, sum virka í Ráðnum?

3. Hvat var løgfrøðisliga/fíggjarliga heimildargrundarlagið hjá landsstýrismanninum, táið hann valdi at gjalda fyri hesa ferðina hjá éinum av 33 tingmonnum?

4. Hevur Fíggjarmálaráðið nakran skipaðan politikk á økinum, og skulu aðrir tingmenn og kanska onnur við vænta, at Ráðið frameftir fer at gjalda ferðaseðlar fyri fólk samsvarandi ásetingunum í hesum møguliga politikki?

5. Var Jóannes Eidesgaard, tingmaður, einsamallur á ferðini, ella ferðaðust embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum saman við honum?

6. Nú Fíggjarmálaráðið hevur goldið fyri ferðina, er spurningurin: Hvønn umboðaði Jóannes Eidesgaard á ferðini, Fíggjarmálaráðið ella Føroya løgting?

7. Sambært valdsbýtinum, sær landsstýrismaðurin ongan stýrisskipanartrupulleika í hesum, at ein parlamentslimur umboðar eitt ministerium mótvegis myndugleika í øðrum landi, um tað nú er tað sum farið er fram?

8. Um so er, at Jóannes Eidesgaard umboðaði Fíggjarmálaráðið á ferðini, hvønn politiskan útinnandi myndugleika hevði tingmaðurin tá við sær í skjáttuni, og hvør hevur givið honum hendan myndugleikan og hvørjum heimildum var hann givin út frá?

9. Hvat var endamálið við ferðini, og nær eru ferðaseðlarnir bílagdir og hvørjar er faktura dagssetingarnar á rokningunum á serliga flogferðaseðlunum?

10. Hvør var allur kostnaðurin (alt incl.) fyri ferðina?


Viðmerkingar:

Hin 28. mars 2011 kl. 10:51 skrivar Vágaportalurin í stuttari grein, at Fíggjarmálaráðið rindaði ferð hjá Jóannes Eidesgaard, sum teksturin í yvirskriftini ljóðaði. Tvítakið av eini rokning lá við stubbanum. Sambært greinini snýr málið seg um eina ferð til Grønlands, hjá einum tingmanni, sum onkursvegna hevur megnað at fingið Fíggjarmálaráðið at gjalda ferðina fyri seg.

Nú vita tey flestu, at Jóannes Eidesgaard var landsstýrismaður í fíggjarmálum fram til tann 21. februar 2011, táið Aksel V. Johannessen tók við sum landsstýrismaður. Nakrar dagar seinri gjørdu hesir báðir eitt skifti í hierarkinum í Javnaðarflokkinum.

Spurningarnir omanfyri hava tó onki við hesi viðurskifti at gera. Ongin orsøk er heldur hjá núverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum at koma við lunkaðum undanførslum í svarum sínum, tí málið er bara meginregluligt – prinsippielt. Um Eidesgaard møguliga er boðin at vitja fremmandan myndugleika í síni ráðharratíð er sakini púra óviðkomandi.

Tað áhugaverda í málinum er, um slíkt bland hevur verið og fer at vera ímillum lóggevandi og útinnandi valdið, at tað skal bera til, at eitt nú Fíggjarmálaráðið kann lata ein tilvildarligan tingmann fara av landinum fyri seg og í ørindum teirra.

Nú kann tað vera, at málið snýr seg um eina einsamalla vinatænastu ímillum partíkammerátar í Javnaðarflokkinum, og hóast tað er so, eiga vit eisini at fáa tað at vita.

Niðanfyri er omanfyri umrødda grein endurgivin:

Fíggjarmálaráðið rindaði ferð hjá Jóannes Eidesgaard



Meðan Jóannes Eidesgaard sat sum fíggjarráðharri var hann boðin at koma til Grønlands, tí grønlendska heimastýrið hevði áhuga í at vita nærri um onkra skipan sum tað almenna hevur í Føroyum.


Men so hendi tað, at Jóannes Eidesgaard leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og verður Aksel V. Johannesen settur nýggjur fíggjarráðharri.


Nú kom so dagurin herfyri, at ferðin til Grønlands skuldi gerast, og fíggjarráðharrin sum fór til Grønlands var Jóannes Eidesgaard og ikki núverandi fíggjarráðharrin Aksel V. Johannesen.


Onkrir politikarar, sum Vágaportalurin hevur tosað við, halda hetta vera eitt sindur løgi, at ein fyrrverandi fíggjarráðharri ger slíka ferð, tá ið nú nýggjur fíggjarráðharri er settur.


Hetta er greitt brot á grein 1 í Stýrisskipanarlóg Føroya, har ásett verður, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdini eru hvør sær og kunna ikki blanda seg í virksemi hjá hvør øðrum. Og eisini á grein 32, har tingmaður missir tingsessin, tá ið hann verður landsstýrismaður.


Sambært innlitsumbøn hjá Vágaportalinum, so var tað Fíggjarmálaráðið sum rindaði ferð og hotell hjá løgtingsmanninum Jóannes Eidesgaard.

Á Føroya løgtingi, 30. mars 2011.

Tórbjørn Jacobsen