Tórbjørn kærir Jacob Vestergaard

18 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Føroya løgting, Glyvrum, 17. oktober 2010
att. Landsstýrismálanevndin,
Tinghúsvegur 1-3,
Postsmoga 208,
FO-100 Tórshavn.

Undirritaði fer við hesum skrivi at kæra landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, til Landsstýrismálanevndina fyri brot á § 9 í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við at hava útskrivað loyvi til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi, uttan neyðuga heimild í kunngerð, soleiðis sum tað er kravt í § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 9 í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap er soljóðandi: “Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttanfyri landleiðirnar og kann landsstýrismaðurin m.a. gera reglur um:

1) hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytru fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av kongafiski og svartkalva hjáveiðunøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvir.

2) fiskidagaskipan ella kvotuskipan á mið- og fjarleiðum.

3) fiskidagaskipan ella kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har hesi ikki eru býtt út til ávísar skipabólkar eftir hesi lóg (mín herðing – tj.)

Málið snýr seg ítøkiliga um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skipað fyri fiskiskapi sambært kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har rættindini ikki frammanundan eru býtt út til ávísar bólkar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

Ongin ivi er tí um, at fiskiskapurin eftir makreli harvið heilt greitt kemur undir reglurnar í § 9 no. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap

Tað er somuleiðis eyðsýnt, at lógin bert heimilar slíkum fiskiskapi sambært kunngerð.

Tað stendur nevniliga í § 9, at landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð, at skipa fyri hesum fiskiskapi.

Landstýrismaðurin hevur harvið ikki heimild at skipa fyri slíkum fiskiskapi uttan kunngerð.

Ein nærri lýsing av endamálinum við hesi lógargrein, stuðlar eisini ta fatan, at lóggevarin, Føroya løgting, ongantíð hevur ætlað, at slíkur fiskiskapur skal verða óskipaður.

Endamálið við ásetingini um kunngerðarheimildina er júst at forða fyri, at bert tilvildin skal ráða, soleiðis at tað slepst undan tí óhepnu støðu, sum nú er íkomin, nevniliga, at landstýrismaðurin óskipað og uttan nakrar fastar karmar skal kunna luta út hetta virðismikla tilfeingi, soleiðis sum honum sjálvum lystir.

Táið nevnda regla var ásett í lógini, so var/er tað við tí heilt týðiliga endamáli, at senda eina fráboðan út til einstaklingar og almenningin um, eftir hvørjum yviskipaðum reglum landsstyrið skal fyrisita t.d. makrelfiskiskapin í føroyskum sjógvi.

Landsstyrismaðurin hevur víst á § 11 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum heimildargrundarlag fyri tí avgerð, hann hevur tikið um at skipa fyri makrelfiskiskapinum, uttan at nakrar reglur verða ásettar við kunngerð hesum viðvíkjandi.

§ 11. í Løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap er annars soljóðandi: ”Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu ikki fara til vinnuligan fiskiskap uttan at hava veiðiloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4, ella fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4, 2. pkt., ella uttan at eigarar tess hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í fiskiloyvinum at seta nærri treytir viðvíkjandi t.d. fiskiskapinum og regluligum fráboðanum til Fiskiveiðueftirlitið.


Stk. 2. 2) 10)Til vinnuligan fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir fiskasløgum, ið koma undir fiskidagaskipan, kvotu- ella aðra skipan krevst ræði yvir fiskidøgum ella kvotum, sambært § 5, stk. 5-9.

Stk. 3. Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert veiða á føroysku landleiðunum við loyvi frá Fiskimálastýrinum, sambært sínámillum fiskiveiðuavtalum.

Landsstýrismansins tulking av lógini má byggja á eina grundleggjandi misfatan.

§ 11 í lógini um vinnuligan fiskiskap snýr seg um skipan/regulering av fiskiskapinum hjá tí einstaka skipinum, og hevur ikki nakað yvirskipað endamál, á sama hátt sum grein 9 í lógini.

Innihaldið í hesi lógargrein staðfestir bert, at tað er eitt krav fyri at fara undir vinnuligan fiskiskap, at viðkomandi skip hevur veiðuloyvi og fiskiloyvi.

Sostatt verður bert undirstrikað, at fyri at reka

vinnuligan fiskiskap krevst ræði yvir fiskidøgum ella kvotum hjá einstaka skipinum.

§ 11 er somuleiðis bert ætlað til at áseta møguligar sertreytir hjá einstaka skipinum. Reglan inniheldur harvið ikki nakrar heildarásetingar, og skipar/regulerar ikki fiskiskapin hjá sjálvum flotanum, ella pørtum av flotanum.

Landsstýrismaðurin ásannaði hetta í fyrstu atløgu, og gjørdi eitt uppskot til kunngerð.

Uppskotið varð tikið aftur av enn ókendum orsøkum, sum landsstýrismaðurin higartil ikki hevur viljað gjørt nærri greiði fyri.

Fyri at Føroyar framhaldandi skulu virka sum eitt rættarsamfelag, er umráðandi, og av mesta týdningi, at útinnandi valdið virkar innan fyri teir av løgtinginum ásettu lógarkarmar, og at hesar lógir við neyðugum konsekvensi verða handhevjaðar av lóggevandi valdinum, sum eftirlitsmyndugleika við útinnandi valdinum.

Við tí yvirskipaða endamáli í huga, verður við hesum heitt á landsstýrismálanevndina, um í fyrstu atløgu at kanna hetta mál út í æsir, og harnæst - fyri at varðveita rættartrygdina í samfelagnum – at lata tað fáa avleiðingar, um staðfest verður, at lógarbrot eru framd í hesum máli.

Les uppskotið, sum ongantíð var kunngjørt her

vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður.