Tórbjørn fingið svar uppá fyrispurning um inntøkutrygdina

23 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningarnir vóru hesir


1. Tá landsstýrismaðurin longu tíðliga í vár visti, at játtanin til inntøkutrygdina fór at koma í trot í verandi fíggjarári, hví hevur hann tá ikki gjørt vart við seg mótvegis tinginum við eini eykajáttan ella við fíggjarnevndarskjali, soleiðis at fiskimenn kundu verða fíggjarliga skaðaleysir mótvegis lógini, sum goldið verður út eftir?

2. Hví kom landsstýrismaðurin ikki í tingið við eini eykajáttanarumbøn, tá ið hendan tingsetan byrjaði á ólavsøku?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at loysa og avgreiða málið við fíggjarnevndarskjali?

4. Hvørja heimild hevur landsstýrismaðurin til ikki at rinda samsvarandi inntøkutrygdarreglunum?

Svar til spurning 1
Málið í síni heild hevur snúð seg um broyting í lóggávuni um inntøkutrygd, eins og eykajáttan til inntøkutrygdina í 2009.

Viðgerðin av hesum máli hevur verið treytað av semju millum tríggjar partar:

• Fiskimálaráðið
• Fíggjarmálaráðið
• Samgongulimir (politiska skipanin)

Mannagongdirnar viðvíkjandi løgtingsfíggjarlóg og bráðfeingis játtanarlóg eru ásettar í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um Landsins Játtanarskipan. Har verður í § 2 staðfest, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum leggur uppskot um eykajáttan ella fíggjarnevndarskjal fram vegna landsstýrið.


Tá ein lógarbroyting verður framd av einum landsstýrismanni, verður hon vanliga send til hoyringar hjá samgongulimum, soleiðis at landsstýrismaðurin kann fáa staðfest, um samgongan stendur aftan fyri ætlaðu broytingina. Landsstýrismaðurin kunnar somuleiðis landsstýrið um somu broyting, millum annað við tí fyri eyga at staðfesta um undirtøka er fyri henni.

Eg boðaði samgonguni – og harvið landsstýrismanninum í fíggjarmálum – tíðliga í ár frá, at játtanin fyri 2009 ikki fór at halda. Tískil varð upprit og lógaruppskot evnað til, sum hevði til endamáls at broyta ymsar satsir í útrokningunum fyri inntøkutrygd, soleiðis at samlaði tørvurin fyri inntøkutrygd minkaði við 20-25%-um samanborið við samlaða útgjaldið við óbroyttum satsum. Uppskotið varð lagt fram á landsstýrisfundi, eins og tað varð latið flokkunum í samgonguni til hoyringar. Undirritaði hevur samskift við umboð fyri flokkarnar um nevnda uppskot, men í tveimum førum mátti eg staðfesta, at undirtøka ikki fekst fyri nevnda uppskoti.

Tá tað var staðfest, at tað neyvan var møguligt at fáa uppskotið um broytingar í satsunum broytt, sendi umsiting mín formliga umbøn um eykajáttan. Umbønin er send Fíggjarmálaráðnum 06. mai 2009. Umbønin varð tó ikki avgreidd tá, millum annað tí Fíggjarmálaráðið hevði boðað frá í rundskrivi, at umbøn um eykajáttan bert kundi leggjast fyri Tingið í tveimum umførum, tíðliga á vári og á sumri. (freistin at lata Fíggjarmálaráðnum umbøn til seinra umfar var 07. august 2009).

Orsøkin til, at vit ikki strongdu á at fáa umbønina um eykajáttan við í fyrra umfari (februar/mars) var, at viðgerðin í broytingini í lógini ikki var liðug um tað mundið, og eg hevði ikki gjørt endaliga niðurstøðu longu tá, um undirtøka var í samgonguni fyri at gera broytingar í lóggávuni. Eg staðfesti ikki fyrr enn seint í apríl, at tað ikki var lætt at fáa greiða undirtøku fyri uppskotinum um broyting í lógini um inntøkutrygd.


Svar til spurning 2
Sum sagt í svarinum til spurning 1, so hevur Landsstýrið (Fíggjarmálaráðið) avgjørt at skipa arbeiðið viðvíkjandi umbøn um eykajáttan um tvey umfør – eitt tíðliga á vári og eitt á sumri. Eisini verður víst á í sama svari, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram uppskot um eykajáttan vegna landsstýrið.

Eg kann ikki svara ítøkiliga, hví seinra umfar ikki kundi avgreiðast stutt eftir 07. august 2009, og harvið leggjast fyri Tingið, ella hví frávik viðvíkjandi inntøkutrygdin ikki kundi gerast, soleiðis at umbønin um eykajáttan til inntøkutrygdina varð løgd fyri Tingið sum serskilt uppskot.


Svar til spurning 3
Nei.


Svar til spurning 4


Landsstýrismaðurin hevur onga heimild til ikki at rinda samsvarandi inntøkutrygdarreglunum.

Hetta kemst av, at játtanin til 5.34.4.01 Inntøkutrygd hjá Fiskimonnum er ein sonevnd lógarbundin játtan, og verður hetta brúkt, tá ið móttakarin hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg.

At borgarin hevur eitt rættarkrav viðførir, at um hann ikki fær ta veiting, hann hevur krav uppá, kann hann fara í rættin við kravinum og fáa rættin at hjálpa sær at fáa peningin frá landinum.

Í sambandi við málið um inntøkutrygd var tó mett, at lóggávan ikki ásetir ein ávísan útgjaldsdag, men vanliga verður rindað út uml. 14. hvønn dag. Tað kann tó koma fyri, t.d. um nógv er at gera á Lønjavningarstovuni ella í summarfrítíð, at bíðað verður longur enn 14 dagar við útgjaldinum. Tá útgjaldið ikki liggur í so fastari legu, vildi tað neyvan verið ein óvanlig støða, um steðgað varð við útgjaldinum, sum ætlanin var at rinda út miðjan september til endan av september.

Í føroysku játtanarskipanini verður ásett í pkt. 5.5, at um metingarnar væntandi ikki koma at halda fyri eina lógarbundna játtan, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri Løgtingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna. Okkara játtanarskipan er í eini serstøðu í ríkisfelagsskapinum á hesum øki.

Í donsku játtanarskipanini er ásett, at talið, ið stendur á fíggjarlógini, er eitt “budgetskøn”, og størri útreiðslur av játtanini kunnu havast uttan at biðja um eykajáttan, um útreiðslurnar vísa seg at verða størri enn upprunaliga mett:

For lovbundne udgifter gælder, at der kan afholdes merudgifter, der er en følge af, at de samlede tilskudsydelser i medfør af loven bliver større end skønnet ved budgetteringen. (Budgetvejledning 2.9)

Sí eisini t.d. Thomas Elbæk-Jørgensen: Bevillingsmagten, Statsforfatning og statsudgifter, 2005, bl.s. 202.

Grønlendska skipanin er meinlík tí donsku. Í landstingslov nr. 8 af 29. oktober 1999 om Grønlands Hjemmestyres budget er ásett um lógarbundna játtan í § 16, stk. 4:

En lovbunden bevilling på finansloven repræsenterer et udgiftsskøn, hvorfor der umiddelbart kan afholdes mer- eller mindreudgifter. Afvigelser fra bevillingen optages i regnskabet.

Men uttan mun til, at eykajáttan formelt verður kravd sambært føroysku játtanarskipanini, tá metingarnar av útreiðslunum til eina lógarbundna játtan ikki vísa seg at halda, so er vanliga fatanin í statsrættinum (sí t.d. Henrik Zahle, Dansk Forfatningsret 2, 2007, bl. s. 60), at um borgarin hevur eitt rættarkrav uppá eina veiting, so hevur landsstýrismaðurin skyldu til at rinda, uttan mun til, um metingin á fíggjarlógini kemur at halda ella ikki.


Jacob Vestergaard
landsstýrismaður